Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-01-18, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. januar 2005síða 12

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 11 - 18. januar 2005 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundir føðingardagar, brúðleypsdagar, starvssetanir og -dagar. Dagurin 18. januar. Prisca. Ung genta, sum einaferð í 3. øld verður hálshøgd fyri trúar sakir. Gomlu jól enda, tá ið jóladagur er 6. januar eftir julianska kalendaranum. Dagurin verður eisini róptur gamli trettandi. Vilt tú verða ríkur, skal tú gomlu trettandu nátt ganga út og sita á kjørbreyt. Magnus Heinason varð hálshøgdur hendan dagin í 1589. Havnar leksikon: Kommunuskúlin á Vaglinum Grundarsteinurin til Kommunuskúlan á Vaglin- um í Havn varð lagdur 13. desember 1893. 1. oktober 1894 varð skúlin reistur, og 4. august 1895 varð hann vígdur. Frá 1895 og fram til summarfrítíðina í 1956 helt kommunuskúlin til á Vagl- inum. Tað kostaði 38.000 krón- ur at byggja skúlan, harav grótarbeiðið kostaði 12.000 krónur. Innsettu myndirnar eru av byggimeistaranum Jákup Andr. Arge, vanliga nevndur Jampan (1854- 1931), og arkitektinum Djóna Isaksen, (í Geil) (1849-1912). Tey, sum hava okkurt at viðmerkja um hesa mynd- ina, eru vælkomin at seta seg í samband við Birgar Johannessen á telefon 314647/273168. Mynd: Føroya Fornminnissavn Týsdagin 18. januar læt Mourits Clement- sen í Havn upp eina nýggja automat- tænastu á Vestaru Bryggju í Havn Mourits Clementsen hevur keypt kaffivognin frá Kaju Olsen, sum handlaði har til fyri nøkrum mánaðum síð- an. Karlot Sømark hevði eisini kaffisølu í somu hølum í mong ár. Mourits sigur, at nú verð- ur tað ikki kaffi, men tvær sodavatnsautomatir eru settar upp, og frá fyrst í februar kemur eisini ein automat við góðgæti. Opið er alt samdøgrið, og ein veksliautomat at veksla seðlar til myntir er eisini sett upp. Nógv fólk arbeiða á økinum við Vestaru Bryggju, men automattæn- astan er eitt tilboð til øll, sigur Mourits Clementsen. Mourits Clementsen, Tórshavn: Nýggj automattænasta á Vestaru Bryggju Týsdagin læt Mourits Clementsen upp eina automattænastu á Vestaru Bryggju í Havn Mynd: Jens Kristian Vang