Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-01-18, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. januar 2005síða 13

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 11 - 18. januar 2005 13 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Í sambandi við at Klæmint Weihe, stjóri, hevði 25 ára starvsdag hjá elfelagnum SEV tann 1. januar 2005, var almenn móttøka hjá SEV við Landavegin fríggjadagin 7. januar MÓTTØKA Myndir: Jens Kristian Vang Nógv fólk nýttu høvið at heilsa upp á Klæmint Weihe hendan dagin. Røður vóru hildnar, og sangur og tónleikur var eisini á skránni. Tey sum hildu røður vóru: Poul Arni Jacobsen, stýrisformaður í SEV, Walther Damgaard frá Ingeniørfirmaet P. A. Pedersen í Keypmanna- havn, Kaj Stoumann frá Brønderslev og Oplands Elforsyning og Steen Juul Pedersen, kaðal- og linju- meistari hjá SEV, sum helt eina sera skemtingarsama røðu. Dupultkvartettin í Ebene- zer sang, og Edvard Ny- holm Debes og Finnur Hansen framførdu tónleik. Klæmint er 54 ára gamal og sørvingur. Hann tók realskúlaprógv í 1967, og í 1971 var hann útlærdur radiomekanikari. Eftir at hann var útbúgvin veikstreymsverkfrøðingur í 1976, arbeiddi hann sum verkfrøðingur í Danmark, áðrenn hann fekk starv sum verkfrøðingur hjá SEV 1. januar 1980. Skrivstovan var tá á Hálsi í Havn. Klæmint tók við sum fyribilsstjóri á SEV í 1982 og varð settur í fast stjóra- starv í 1983. Í hansara stjóratíð er stovnurin vaksin nógv, og nógvar stórar útbyggingar eru gjørdar kring landið. Klæmint er eisini kendur frá ymiskum øðrum saman- hangum, sum t.d. var hann nevndarlimur í Føroya Banka, Hitafelagnum og Fjarhitafelagnum, og hann var formaður í Vágatunlin- um. Í dag er hann formaður í Smyril Line. Klæmint Weihe, 25 ára starvsdag: Móttøka fyri SEV stjóranum Í sambandi við 25 ára starvsdagin fekk Klæmint Weihe ein málning av Zacharias Heinesen, sum stýrisformaðurin í SEV, Poul Arni Jacobsen, handaði honum Steen Juul Pedersen, kaðal- og linjumaður hjá SEV í Skálabotni, helt eina sera skemtingarsama røðu fyri Klæminti Óli Hammer, Jógvan Fríðrik Olsen og Meinhard Eliasen Osvald Hansen, fyrrverandi verkmeistari hjá SEV á Sundi, og konan, Eyðleyg Dupultkvartettin í Ebenezer sang undir móttøkuni Ketty og Klæmint Weihe Hans Tausen Olsen, umboðsnevndarformaður í SEV og konan, Sólrun