Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-01-18, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. januar 2005síða 14

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 11 - 18. januar 2005 UTTAN ÚR HEIMI Svartskygni í CIA Amerikanska fregnartænastan ávarar nú um, at tað fer at fáa álvarssamar avleiðingar, at evropearar fáa færri og færri børn, samstundis sum tey eldu gerast fleiri og fleiri. Í einari nýggjari frágreiðing skrivar CIA, at hendan gongdin kann elva til eina politiska og búskaparliga kreppu. Evropa noyðist at fremja ymsar nýskipanir, og fólk úr øðrum londum mugu sleppa til Evropa fyri at halda arbeiðstólunum gangandi, sigur CIA. Men Evropa fer at tapa kappingina ímóti teimum stóru asiatisku londunum, Kina og India, sum fara at fáa altsamt størri og størri ávirkan á heimsviðurskiftini, skrivar CIA. Gongdin í Evropa fær eisini avleiðingar fyri NATO, asigur fregnartænastan og vísir á, at tey evropeisku londini fara at hugsa meiri um sína egnu trygd heldur enn at samstarva við onnur lond aðrastaðni í heiminum um trygdina. Úrslitið verður, at NATO verður skúgvað til viks, væntar CIA. Zyiang deyður Fyrrverandi formaðurin í kinesiska kommunistaflokk- inum Zhao Zyiang doyði á einum sjúkrahúsi gjára- morgunin. Hann var 85 ára gamal. Zhao Zyiang varð koyrdur frá sum floksformaður í 1989, tí hann var ímóti, at herurin legði upp í studenta- mótmælini í Beijing. Tann 3. og 4. juni í 1989 bardi herurin mótmælini niður við sera harðari hond. Eingin veit við vissu, hvussu mong lótu lív, men fleiri met- ingar siga, at í minsta lagi fleiri hundrað studentar og onnur lógu eftirá. Onnur vilja vera við, at fleiri túsund doyðu. Tey 15 árini síðani hevur hann sitið í húsavarðhaldi, men seinastu tíðina hevur hann ligið á sjúkrahúsi. Sambært soninum, Liang Fang, hava fleiri ríkisleiðarar vitjað tann gamla formannin á sjúkrahúsinum, men sonurin segði tað ikki vera ráðiligt at upplýsa, hvørjir hesir ríkisleiðararnir eru. Dýrur stuldur Ein dagin í 1992 breyt ein maður í spanska bnýnum Lleida eina mynttelefon upp og stjól tað syndrið, sum var í henni. Tað skuldi hann onmgantíð havt gjørt. Tað eru fleiri ár, síðani løgreglan avdúkaði, hvør tjóvurin var, men málið hevur drigið út, tí tað gekst illa at fáa tann ákærda at møta í rættinum. Í øðrum førum mátti málið útsetast, tí maðurin var til avvenjingar. Men nú er málið endiliga avgreitt, og rætturin var náðileysur. Maðurin bleiv dømdur at sita átjan mánaðar í fongsli, og harafturat skal hann gjalda tær umleið 3.000 krónurnar, sum tað kostaði at umvæla mynt- telefonina, sum hann breyt upp. Tað má sigast at vera hørð revsing fyri at stjala góðar seks krónur. Nýggjur húkur Ein verksmiðja í Taiwan fer nú undir at gera ein nýggj- an húk, sum norðmaðurin Svend Stokkendal hevur uppfunnið. Tað sermerkta við húkinum er, at hann hevur einki agnhald, men kortini er hann soleiðis háttaður, at agnið fer ikki av. Sjálvur hevur Svend Stokkendal roynt húkin fleiri ferðir, og hann sigur seg ongantíð hava mist fisk við tí nýggja húkinum. Svend Stokkendal hevur útvegað sær patent upp á at framleiða húkin, og fleiri verksmiðjur uttanlands hava víst húkinum áhuga. Nú hevur uppfinnarin so gjørt sáttmála við eina verksmiðju í Taiwan, sum skal gera 200.000 húkar í fyrsta umfari. Sambært Aftenposten hava fiskimenn í fleiri londum víst tí nýggja norska húkinum áhuga. Vandi fyri at Darfur verður gloymt Irak eitt nýtt Vietnam 70.000 fólk eru deyð í ágangi og hungurs- neyð í Darfur, uttan at altjóða samfelagið hevur gjørt nakað fyri at loysa kreppuna DARFUR Árni Joensen fartekst@mail.dk Amerikanski mannarætt- indafelagsskapurin Human Rights Watch rópar nú enn eina ferð varskó um viður- skiftini í sudanska lands- partinum Darfur. – Har hava 70.000 fólk latið lív, uttan at heimurin hevur rætt hond frá síðu fyri at loysa kreppuna. Tvørturímóti er viðgerðin merkt av kensluloysi og vantandi virðing, skrivar Human Rights Watch í einari nýggjari frágreiðing. Felagsskapurin gevur serliga Kina og Russlandi skyldina av, at heimssam- felagið bara letur standa til. Tey bæði londini verða løgd undir at hava størri áhuga í sudanska oljutil- feinginum og at fáa sum mest burtur úr vápnasøluni til sudanska stjórnarherin. Í hesum sambandi vísir HRW á, at bæði Russland og Kina hava hótt við at nýta sýtingarrættin í ST- trygdarráðnum ímóti møguligum uppskotum um at seta tiltøk í verk ímóti sudansku stjórnini. Sambært HRW eru um- leið tvær milliónir fólk í Darfur rikin frá húsi og heimi tey bæði seinastu ár- ini, og minst 70.000 eru deyð. Afrikanski Eindarfel- agsskapurin hevur sent hermenn til økið, men Human Rights Watch sigur, at hesir hermenninir hava ongar royndir til at loysa eina tilíka kreppu. Tær royndirnar hava vestur- lendskir hermenn, men har vantar vilji, sigur HRW. Eins og aðrir mannarætt- inda- og hjálparfelagsskap- ir hevur Human Rights Watch sagt seg stúra fyri, at altjóða samfelagið fer at gloyma støðuna í Darfur, nú heimssamfelagið leggur so stóran dent á hjálpar- og endurbyggingararbeiðið aftan á flóðalduna í Suður- asia. – Amerikanska her- ferðin í Irak er vorðin eitt nýtt Vietnam, heldur tann kendi senatorurin Edward Kennedy USA Árni Joensen fartekst@mail.dk – USA hevur fingið eitt nýtt Vietnam at dragast við, og tað er George W. Bush, forseti, sum hevur útvegað amerikanarunum tað, segði senatorurin Edward Ken- nedy í samrøðu við sjón- varpið CBS sunnukvøldið. Kennedy segði, at tað var skeivt av USA at leypa á Irak, og at stjórnin átti heldur at lagt størri dent á at finna Osama bin Laden. Hann fanst eisini at amerik- anska politikkinum í Irak, eftir at sjálvt kríggið end- aði: – Bush-stjórnin sendi alt ov fáar hermenn til Irak at halda skil á, eftir at sjálvt kríggið var liðugt, og tað var eitt stórt mistak at upp- loysa irakska herin, segði Edward Kennedy, sum helt, at stjórnin í Washington er púra ráðaleys. – Teir megna ikki at leggja eina ætlan fyri fram- tíðina, men leggja ætlanir fyri ein dag ísenn, og tað er vandamikið, segði tann kendi senatorurin í sam- røðuni við CBS. Stjórnin hjá George W. Bush hevur útvegað USA eitt nýtt Vietnam, heldur tann kendi senatorurin Edward Kennedy