Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-01-18, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. januar 2005síða 15

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 11 • týsdagur • 18. januar 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo Fyrrapartin í dag verður Oljuráð- stevnan 2005 sett. Hon kemur í eini sera spennandi tíð fyri føroyska oljuvinnu. Nú skal støðan gerast upp og hyggjast skal inn í framtíðina OLJURÁÐSTEVNA Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Tað verður ein sera aktuell og "just-in-time" ráðstevna um olju, sum verður sett í Norðurlandahúsinum í dag. Fyrr í vetur varð boðað frá einum stórum oljufundi beint við føroyska markið. Í gjár varð almannakunn- gjørt, hvørji feløg hava fingið loyvi til at leita eftir olju í føroyskum sjóøki. Og í dag fáa fólk so høvið at gera status og hyggja inn í framtíðina innan oljuvinn- una. Tað er tí ikki uttan orsøk, at Magni Arge, ið sum for- maður í Oljuvinnfelagnum er fyrireikari av stevnuni sigur tað soleiðis: – Her fáa vit ein ótrúligan møguleika at hittast og tosa saman. Út frá hesum kunnu vit so fáa eina 100% dag- førda vitan um, hvar vit flóta í oljuvinnuni í løtuni! Stevnan verður sett í morgun og heldur fram í allan dag við fyrilrestrum, samrøðum og tjaki. Nýggj luft Skráin fyri ráðstevnuna er nevnd aðrastaðni á hesum vinnusíðunum, og har eru nógv sera áhugaverd evni á skránni. Øll evnini eru sera við- komandi, og fyri Magna er trupult at taka nakað ávíst evni burtur úr, sum tað mest áhugaverda evnið. Hvørt teirra tykist vera meiri áhugavert enn hitt. - Men tað er eingin ivi um, at tað eru viðurskiftini í framtíðini, sum upptaka meg og okkum mest á ráð- stevnuni. - Tað hevur ikki verið so øgiliga nógv virksemi innan oljuvinnuna hetta seinasta árið. Og tí er hetta eitt sera hent høvi til at blása nýggja luft inn í tjakið um hesa vinnuna, sigur hann. At so ráðstevnan verður hildin beint eftir at loyvini til annað umfar í oljuleit- ingini í føroyskum sjóøki eru latin, ger hana bara enn meiri aktuella og viðkom- andi fyri føroyingar. Tí fer Magni sjálvur at lurta við áhuga eftir tí, sum umboðini fyri tey bæði føroysku oljufeløgini hava at bera fram, um arbeiðið við oljuleitingini, nú olja er funnin tætt við føroyska markið. - Jú, eg vænti at vit fáa eina sera góða ráðstevnu, har vit kunnu fáa lív aftur í tosið um oljuvinnuna í Føroyum, sigur Magni Arge. Bráddlig vend Hetta seinasta árið hevur ikki verið so nógv virksemi á føroyska oljuøkinum. Men so kom brádliga vend í. Hesar seinastu tríggjar mánaðirnar er so nógv hent: Funnin er olja nær við hjá okkum og í gjár varð so kunngjørt, hvørji feløg hava fingið loyvi at leita eftir olju. Og í dag fáa so øll við áhuga í oljuvinnuni høvi at hittast til Oljuráðstevnuna 2005, har støðan í oljuvinn- uni skal staðfestast, sam- stundis sum hyggjast skal frameftir. Alt hetta verður lýst við fleiri fyrilestrum, har bæði føroyingar, men eisini menn úr Noregi, Bretlandi og Íslandi fara at siga frá teirra royndum við olju- vinnuni. Á hesi stevnuni er tað jú oljan sum er í miðdeplin- um. Men Magni leggur tó dent á, at hann eisini hugsar um fiskivinnuna. Fiskivinnan gevur eisini sítt ískoyti til tann føroyska búskapin, men tað er neyðugt at vit fáa fleiri bein at standa á í framtíðini. - Tað er ikki ein spurn- ingur um okkara ella teirra, - um oljuna ella fiskin. Spurningurin og avbjóðing- in er at menna allan tann føroyska búskapin, og tí er tað tann samlaða kakan, ið alt snýr seg um, sum hann málber seg. Ein oljuráðstevna í rættari løtu - Úrslitið frá Rose- bank/Lochnagar beint við føroyska markið er sera týdn- ingarmikið, sigur Gregory T. Himes, Vice President of Global Exploration hjá Statoil. Hann vónar, at fundið fer at hava við sær fleiri góð leitiúrslit bæði í bretskum og føroysk- um øki. Gregory T. Himes verður ein av framløgufólkunum á oljuráðstevnuni í dag Oljuvinnufelagið hevur valt at býta oljuráðstevnuna upp í tveir partar. Fyrri parturin snýr seg um oljuleiting á føroyskum øki, og seinni parturin um, hvat skal til fyri at tryggja vælferðina í Føroyum. Vónir um fleiri góð leitiúrslit Bjarni Djurholm, lands- stýrismaður í vinnumálum setir ráðstevnuna. So verð- ur farið undir sjálvan olju- partin. Av framløgum verður millum annað Sigurð í Jákupsstovu, stjóri í Olju- fyrisitingini. Hann fer at greiða frá aðru loyvisrundu á føroyska økinum, millum annað hvørji oljufeløg fingu leitiloyvi eftir al- mannakunngerðingina í gjár, um arbeiðsskránna hjá teimum og hvørjar vónirnar eru fyri framtíðina. Gregory T. Himes, Vice President of Global Explo- ration frá Statoil fer síðani at greiða frá teirra áskoðan um framtíðar olju- og gass leiting. Gregory T. Himes hevur sagt, at úrslitið frá Rosebank/Lochnagar beint við føroyska markið er sera týdningarmikið fyri ar- beiðið hjá Statoil í hesum økinum. Hann vónar at fundið fer at hava við sær fleiri góð leitiúrslit bæði í bretskum og føroyskum øki. Eisini Dave Lewis, Ex- ploration Manager hjá Chevron Texaco fer at greiða frá hvørjar møgu- leikar tey síggja í Atlants- mótinum. Statoil og Chevron Texaco hava júst kunngjørt at feløgini hava funnið eina stóra nøgd av olju og gassi í Rosebank/Lochnagar felt- inum, har Chevron Texaco er fyristøðufelag og har Statoil eigur 30%. Feltið liggur beint við føroyska markið. Bæði Statoil og Chevron Texaco hava søkt um leitiloyvi í aðru loyvis- rundu í Føroyum. Føroya Kolvetni var millum mest aktivu feløgini við seinastu loyvisrundu í Bretlandi. Eisini hevur felagið søkt um loyvi í aðru loyvisrundu í Føroyum. Graham Stewart, stjóri fer at greiða frá teirra virksemi í økinum. Eisini fer Wil- helm Petersen, stjóri í Atlantic Petroleum, at gera status yvir teirra virksemi í Bretlandi. Síðst í hesum parti fara Petur Joensen, deildarstjóri í Oljufyrisitingini og Regin Hammer, fyrisitari hjá FOÍB at greiða, hvussu pengarnir til førleikamenn- ingina eru brúktir og hvat er komið burturúr. Vælferð í framtíðini Næsti partur av oljuráð- stevnuni er ikki minni áhugaverdur. Her verður spurt, hvussu tryggja vit vælferð Føroya í framtíð- ini? Her verður lagt út við íblástri frá øðrum londum. Fyrst fer Thorvaldur Gylfa- son, professari í búskapi við Universitetið í Íslandi at greiða frá, hvussu støðan er í Íslandi. Víst verður á, hvat tey hava gjørt fyri at fáa búskapin minni tengdan at fiskivinnuni og harvið fingið eitt meira fjølbroytt vinnulív. Somuleiðis fer Torger Reve, rektari og professari við BI Handilsháskúlan í Stavanger at tosa um at leggja ætlanir fyri vøkstur í einum samfelag, sum er so nógv merkt av einum tilfeingisbúskapi. Johnny í Grótinum, cand. polit., Føroya Sparikassi, fer síðani at tosa um vinnu- politik og búskaparvøkstur í Føroyum. Zvonko Mrdalo, búskaparfrøðingur hjá Hagstovu Føroya fer at vísa á, at tað ikki er bara fiskur føroyingar útflyta, men eisini tænastur av ymiskum slag. Hetta vísur gjaldsjavnin hjá Føroyum, sum júst er gjørdur. Síðstu framløguna hevur Ólavur Gregersen, stjóri í Bitland. Hann fer at vísa á hvørjar forðingar hann sær í føroyska búskapinum fyri nýskapan. Hann fer eisini at koma við eini ætlan fyri, hvussu vit kunnu koma burtur frá hesi forðing. (Kelda: Heimasíðan hjá Vinnuhúsinum) Viðkomandi skrá og áhugaverdir fyrilestrar - Vit ynskja at fáa lív aftur í tosið um eina føroyska oljuvinnu, sigur Magni Arge, formaður í Oljuvinnufelagnum