týsdagur 18. januar 2005síða 16
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Tað er ikki ov nógv
sagt, at norska olju-
felagið Statoil gjørdist
stóri vinnarin í 2.
útbjóðingini á land-
grunninum. Statoil er
við í meira enn
helvtini av loyvunum
og tykist við hesum at
vera vorðið veruliga
lokomotivið í olju-
leitingini við Føroyar
2. ÚTBJÓÐING
Jan Müller
– Vit eru væl nøgd í Statoil.
Vit hava sum so fingið tað
vit fóru eftir í 2. útbjóðing
sigur Rúni M. Hansen,
stjóri í Statoil, sum má sig-
ast at vera veruligi vinnarin
í útbjóðingini, nú felagið er
við í ikki minni enn fýra av
teimum sjey loyvunum,
sum eru latin. Í trimum før-
um er Statoil fyristøðufe-
lag, operatørur og í einum
føri er tað í bólki saman við
ChevronTexaco, Dong og
OMV.
Við úrslitinum av hesum
umfarinum má sigast, at
norska oljufelagið er eitt
tað mest virkna á Føroya-
økinum og tískil drívandi
megin í lokomotivinum.
Rúni Hansen sigur, at fe-
lagið leggur stóran dent á
kanningarnar á landgrunn-
inum og vísir samtíðis á, at
tað hevur ikki gjørt støðuna
verri her, at Statoil keypti
seg inn í eitt loyvi í bretsk-
um øki, sum nú helst vísir
seg at vera eitt oljufund.
Hann útilokar heldur ikki,
at nettupp tað fundið kann
fáa týdning fyri víðari
gongdina á Føroyaøkinum.
Tað hevur í hvussu er gjørt
sítt til, at áhugin fyri 2.
útbjóðing var so mikið
stórur. Tað vísir seg eisini,
at øll feløgini, sum eru við í
fundinum í bretskum øki,
eru at finna aftur í føroysku
útbjóðingini. Somu feløg
søktu nevniliga um økið
okkara megin markið og
fingu loyvið her.
Uppá
fyrispurning
hvussu tað ber til, at felagið
hevur søkt einsamalt um
tvey leitiloyvi sigur Rúni
Hansen, at vanliga roynir tú
í sambandi við at bora ein
brunn at býta váðan, men í
hesum førinum bar tað so á,
at vit mettu tað vera best at
vera einsamallir og kunnu
harvið
menna
økini,
áðrenn vit so møguliga
seinni kunnu fara út og
bjóða øðrum feløgum uppí
í samband við at bora
brunn. Um tað fer at koma
so langt.
Hvat heldur Statoilstjórin
um, at tvey nýggj feløg sum
ChevronTexaco og OMV
nú eru komin inn á Før-
oyaøkið!
16
Nr. 11 - 18. januar 2005
Statoil stóri sigursharrin
Loyvi nr. 008
ChevronTexaco 40%
Statoil 30%
Dong 20%
OMV 10%
Loyvi nr. 009
Statoil 50%
Shell 20%
Dong 20%
Føroya Kolvetni 10%
Loyvi nr. 010
Statoil 100%
Loyvi nr. 011
Statoil 100%
Loyvi nr. 012
Føroya Kolvetni 100%
Loyvi nr. 013
Geysir 60%
Atlantic Petroleum 40%
Loyvi nr. 014
Geysir 60%
Atlantic Petroleum 40%
Úrslitið av 2. útbjóðing
Loyvini, ið eru latin, eru hesi
Henda myndin talar fyri seg. Statoil er vónin á Føroyaøkinum, nú felagið er tað mest virkna oljufelagið á landgrunninum
Rúni Hansen, stjóri í Statoil hevur alla orsøk til at smílast, nú
Statoil hevur fingið tillutað heili fýra leitiloyvi av teimum sjey.
Her er hann á veg við umsóknunum til Oljufyrisitingina.
Stjóri Sigurd í Jákupsstovu tekur ímóti tí altíð vælupplagda
fuglfirðinginum
Mynd Jan Müller
Oljuleiting við Føroyar má sigast at vera komin á eitt vegamót, nú 2. útbjóðing hevur verið og
varð almannakunngjørd seinnapartin mánadagin. Áhugavert er í hesum sambandi at kaga í
Sosialin fyri umleið 30 árum síðani, tá fyrstu útmeldingarnar komu um oljuleiting. Eitt
amerikanskt oljufelag bað um loyvi til at gera seismiskar kanningar við Føroyar