Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-01-18, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. januar 2005síða 17

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

- Fyri Føroyaøkið er tað sera gott, at nýggj feløg koma við. At eitt stórt felag sum ChevronTexaco er komið inn á landgrunnin er sera positivt, tí tað hevur nógva vitan um alt Atlants- mótið. Í dag telist Statoil millum fremstu loyvishavararnar á øllum Atlantsmótinum. Felagið hevur flestu loyvini á landgrunninum, íalt seks. Av teimum er felagið fyri- støðufelag í fimm loyvum. Á bretskum øki er Statoil við í fýra loyvum, teirra millum stóra framleiðandi Schiehallionfeltinum. Hví er Statoil so fokuser- að uppá Føroyaøkið? - Vit hava lagt eitt stórt arbeiði í Føroyaøkið heilt frá byrjan. Tað vóru onkur vónbrot í byrjanini, tá vit boraðu ein turran brunn. Kortini hava vit gjørt eitt stórt tekniskt arbeiði og hava skotið nógvan seis- mikk síðani vit boraðu. Vit síggja, at váðin er stórur á, og her eru nógvar tekno- logiskar avbjóðingar fyri framman, serliga tá hugsað verður um basaltið. Men vit halda framvegis, at hetta er vert at fara eftir. Við tí vitan vit hava á Føroyaøkinum og økinum kring okkum og við tí virkni , sum Statoil leggur fyri dagin, so halda vit, at her er nakað at fara eftir. Økið er enn ov gott at fara frá. Loyvini í 2. rundu eru frá 3 til 5 ár. Í byrjanini verður farið at skjóta seis- mikk. Síðani er eitt skotbrá frá 3 til 5 ár, har man ger av, um man skal átaka sær eitt boriforpliktilsi. Ætlanin er at fara at skjóta seismikk í summar og tey fyrstu árini verða nýtt til at kanna, um tað er vert at taka eitt boriforpliktilsi á okkum ella ikki sigur Statoilstjór- in. Statoil fer saman við ChevronTexaco, Dong og OMV at bora avmarkingar- brunn hinumegin markið í summar. Hann útilokar ikki, at verður hetta væl- eydnað, kann tað fáa posi- tiva ávirkan fyri arbeiðið á Føroyaøkinum. Statoil skal bora enn ein brunn í 1. út- bjóðing. Tað hevur verið frammi fyrr, at prospektivi- teturin í tí verandi økinum er ikki so góður, og tað er tí avgjørt ein møguleiki at flyta henda brunnin inn á 9 ára loyvi. Rúni Hansen sigur, at tað nú umræður at halda fram við kanningunum á land- grunninum. Tað týdningar- mesta er kontinuiteturin – at arbeiði er í gongd, sam- tíðis sum nakað er í gongd í bretska økinum eisini. Í næstum fer Statoil at flyta skrivstovuna oman á Bryggjubakka. Nr. 11 - 18. januar 2005 17 Mynd Jens K Vang Longu í 1991 var eitt seismikkskip á Havnini, helst tað fyrsta nakrantíð. Tað var Patric Haggarty. Umborð vórðu eisini jarðalifrøðingar, sum hava kannað landgrunnin. Her er ein teirra, sum Sosialurin bað peika út tað mest áhugaverda økið á landgrunninum. Tað vísir seg, at júst hetta er eitt av økjunum, har Statoil einsamalt hevur fingið leitiloyvi í 2. útbjóðing Mynd Jan Müller Soleiðis sá Óli Petersen oljuleitingina á Atlantsmótinum fyri skjótt 15 árum síðani, tá hann í 91 hevði hesa stuttligu og sigandi tekningina frá leitingini hinumegin markið. Í dag er so støðan tann, at oljufund nettupp hinumegin markið hevur skapt stóran áhuga fyri leiting her og er møguleiki fyri, at ein oljukelda í bretskum øki heldur fram inn á føroyskt øki