týsdagur 18. januar 2005síða 18
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 11 - 18. januar 2005
Atlants Kolvetni
góðar vónir
Meðan onnur smærri
oljufeløg hava søkt
saman við teimum
stóru, so søkti Atlants
Kolvetni saman við
Geysir, sum má
roknast hoyrandi til
tey smærri oljufeløg-
ini. Wilhelm Petersen,
stjóri sær ongan
vansa í hesum, at teir
ikki eru saman við
teimum stóru,
kanska heldur
tvørturímóti
2. ÚTBJÓÐING
Jan Müller
– Vit eru sera væl nøgdir
við úrslitið av útbjóðingini,
tí vit hava fingið stóran part
av tí, sum vit søktu um.
Hetta er ótrúliga gott sigur
stjórin í Atlants Kolvetni,
Wilhelm Petersen. Felagið
søkti saman við Geysir um
fýra ymisk øki og fingu tey
tvey loyvi. Annað loyvið
liggur út til markið og hitt
eitt sindur longur vestari.
Wilhelm Petersen sigur, at
tá tú søkir um so nógv øki,
so er einki løgið í tí, at tú
ikki fær alt tú kundi ynskt
tær. Vit hava fingið part av
tí, sum var okkara 1. priori-
tetur og 2. prioritetur.
Hetta skuldi tí verið ein góð
samanseting.
Meðan onnur smærri
oljufeløg hava søkt saman
við teimum stóru, so søkti
Atlants Kolvetni saman við
Geysir, sum má roknast
hoyrandi til tey smærri
oljufeløgini.
Wilhelm
Petersen sær ongan vansa í
hesum, at teir ikki eru
saman við teimum stóru,
kanska heldur tvørturímóti.
–Atlants Kolvetni er komið
hartil, at vit bæði arbeiða
saman við stórum oljufe-
løgum og við smærri fe-
løgum. Vit eru saman við
stórum oljufeløgum bæði í
1. útbjóðing á føroyskum
øki, her eitt nú Amerada
Hess, BG og Dong og nú
eisini saman við stórum
feløgum á bretska land-
grunninum. So tað merkir
einki fyri okkum, at vit ikki
í hesi útbjóðingini ikki eru
saman við stórum oljusam-
tøkum.
Wilhelm Petersen heldur
tað vera sera áhugavert fyri
teir at vera saman við ein-
um minni felag, tí harvið
hevur Atlants Kolvetni so
mikið stóran part av loyv-
inum. Í báðum loyvum er
talan um eitt býti uppá 60
til 40%. Geysir er fyri-
støðufelag og hevur harvið
tey 60%. Talan verður tó
um eitt sera javnbjóðis
samstarv. Geysir fer ikki
sum operatørur at lata
skrivstovu upp í Føroyum,
men fer at brúka skrivstov-
una hjá Atlants Kolvetni í
Nólsoyar Pállstovu. Talan
fer at vera um sera tætt
samstarv.
Atlants Kolvetni hevur í
løtuni nógv jørn í eldinum.
Høvuðsfokus er á trý olju-
felt í bretskum øki, sum
verða bygd út júst nú. Tey
fara við nógvari orku hjá
felagnum. Her er fyrst og
fremst talan um fyrrverandi
fólk hjá Amerda Hess, eitt
nú Richard Hardmann, sum
eisini hava nógvar royndir á
føroyskum øki. Menn, sum
Richard Hardmann koma
sostatt at arbeiða tætt sam-
an við eitt nú Terja Hage-
vang og Dag O. Larsen hjá
Geysir. Wilhelm Petersen
heldur sjálvur, at teir við
hesum fólkum hava fingið
eitt sera gott team og uttan
iva nakað av tí bestu kom-
petansuni tú kanst fáa í
oljuhøpi, tá tosað verður
um leiting. Tað man vera á
hædd við alt annað tú kanst
fáa í bransjuni.
Strategiin er tann, at tað
verður arbeitt við økjunum
tey fyrstu tvey til trý árini
tvs. at gera tey búgvin. Tá
so tíðin kemur til at fara
undir at fyrireika boring,
verður tað so aktuelt at tosa
við onnur størri feløg, sum
hava royndir og kapital á tí
økinum. Wilhelm Petersen
útilokar so heldur ikki, at
teir við tíðini kunnu taka
upp samband við onnur
størri feløg um at taka lut
og gerast partur í teirra
loyvum.
Hann vísir eisini á, at
Atlants Kolvetni er við í
einum brunni frá 1. út-
bjóðing, sum enn ikki er
boraður. Hann skal borast
áðrenn 2007. Sum skilst
eru samráðingar millum
henda bólkin og onnur
oljufeløg
og
føroyskar
myndugleikar um møguliga
at flyta brunnin inn á okk-
urt av 9 ára loyvunum. Tað
kann so vera á loyvunum
hjá Anadarko, ENI ella
Statoil.
70 mill. kr. banka
á dyrnar
Í dag eru umleið 3000
partaeigarar í Atlants Kol-
vetni. Samlaði partapening-
urin er umleið 120 mill. kr.
Marknaðarvirðið liggur tó
væl omanfyri 200 mill. kr.
Wilhelm Petersen sigur, at
seinasta
tekningin
av
partapeningi var sera væl
eydnað og gav 74 mill. kr.
Nú var tekningin um jól-
tíðir og hetta kann hava
gjørt, at fleiri útlendskir
íleggjarar fingu ikki høvi til
at vera við. Tað hevur so
víst seg aftaná, at fleiri slík-
ir íleggjarar í útlandinum
hava víst felagnum og
virksemi tess stóran áhuga.
Wilhelm Petersen upplýsir,
at teir hava fingið fyri-
spurningar úr útlandinum
frá 4-5 íleggjarum um at
seta aðrar 70 mill. kr. í
felagið. Tað má so bíða til
eina aðru ferð. Tað líðir
annars væl til, at Atlants
Kolvetni er eitt av teimum
størstu feløgunum í Føroy-
um. Nú virksemið veksur
og arbeiðast skal báðu-
megin markið hevur felagið
brúk fyri fleiri fólkum. Í
næstum verða tí trý fólk
aftrat sett í Gongini 10.
Umframt skrivstovuna í
Havn eru eisini fleiri fólk í
Bretlandi, sum eru knýtt at
felagnum.
Wilhelm Petersen, stjóri í Atlants Kolvetni væl nøgdur við útbjóðing
Geysir og Atlants Kolvetni lata umsóknirnar inn