Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-01-18, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. januar 2005síða 19

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 11 - 18. januar 2005 19 Geysir um 2. útbjóðing: Føroyar aftur á altjóða oljukortið 2. ÚTBJÓÐING Jan Müller Við ikki færri enn 18 leiti- loyvum í bretskum og før- oyskum øki tilsamans má sigast, at danska oljufelagið DONG er eitt av teimum feløgunum, sum veruliga trýr uppá, at tað finst nógv olja og gass goymt í undir- grundini á øllum Atlants- mótinum tvs. bæði á tí bretska og tí føroyska land- grunninum. Herfyri skoraði felagið bingo, tá tað fekk nógv nýggj leitiloyvi í bretskum øki. Har er tað við í tilsamans 13 loyvum, og við 2. útbjóðing í Føroy- um hevur felagið økt sín lut her til 5 loyvi. Dong hevur fingið tillutað tvey nýggj loyvi á landgrunninum varð kunngjørt á almennum fundi á Hotel Føroyum mánadagin seinnapart. Í øðrum loyvinum er Dong saman við ChevronTexaco, Statoil og OMV og í hinum saman við Statoil, Shell og Føroya Kolvetni. Søren Gath Hansen, leiti- stjóri hjá DONG er sera fegin um tillutanina. –Eg eri fegin um, at vit júst í 2. rundu í Føroyum hava kunnað økt um okkara nú- verandi virksemi á land- grunninum. Vit hava eina langsiktaða strategi fyri økið, har vit fyri stuttum gjørdu eitt týðandi fund – Rosebank/Lochnagar, beint hinumegin markið á bretsk- um øki. Tí hevur tað havt sera stóran týdning fyri okkum at tryggja okkum økini føroysku megin hetta fundið umframt øki, sum liggja tætt upp at okkara mest áhugaverda loyvi frá 1. rundu. Tillutanin gevur okkum betri fótafesti í ein- um øki, sum kann gerast eitt tað týdningarmesta fyri framleiðslu av olju og gassi í Europa sigur Søren Gath Hansen. DONG trýr uppá Atlantsoljuna 2. útbjóðing fer heilt givið at seta Føroyar á aftur altjóða olju- kortið. Tað er alt ov tíðliga at vera svart- skygdur og í 2. rundu eru eisini fleiri sera spennandi og góðir strukturar í undir- grundini sigur Terji Hagevang, stjóri í Geysir. Hann heldur, at øll oljufeløgini eiga at arbeiða saman á føroyaøkinum 2. ÚTBJÓÐING Jan Müller – Eg eri sera fegin um, at Geysir saman við Atlantic Petroleum hava fingið tvey loyvi í 2. útbjóðingini. Fyri meg persónliga hevur hetta eisini nakað serligt at siga, nú hetta eru fyrstu loyvini eg havi verið við í , hóast eg havi arbeitt við føroyska økinum í mong mong ár. Hetta sigur Terji Hagevang, stjóri í Geysir, sum longu tíðliga í 90-unum var við í Saga Petroleum, sum tá royndi at fáa leitiloyvi á landgrunninum men sum seinni varð uppkeypt av øðrum feløgum. Terji Hagevang vísir á, at í byrj- anini av oljutilgongdini í Føroyum knýttu Atlants Kolvetni og Saga samstarv. Men tá Saga varð upp- keypt, fór føroyska felagið í samstarv við m.a. Amerada Hess í 1. útbjóðing, hvat Hagevang heldur var sera skilagott. –Tað er hugaligt at vita sær, at vit hava havt so tætt samstarv frá byrjan av og nú aftur kunnu fara inn í eitt samstarv, hesaferð gjøgnum felagið Geysir. Terji Hagevang sær tað annars ikki sum nakran trupulleika, at Geysir og Atlants Kolvetni ikki eru saman við nøkrum stórum feløgum í 2. útbjóðing. Tað er heilt vanligt aðrastaðni eisini, tá leitiøki verða boð- in út, at smærri feløg taka seg saman um leitiloyvi. Hetta er ein heilt náttúrligur útviklingur. Tað er bara í Noregi, at tey stóru feløgini eru so nógv við. Terji Hage- vang sær tað heldur ikki sum nakran trupulleika, tá talan er um kapital. Tað er nevniliga nokk til av kapitali í heiminum. Hevur tú góðar verkætlanir, so ber eisini til at fáa kapital. Bæði Geysir og Atlants Kolvetni hava havt eydnuna við sær, nú tey hava verið úti eftir meiri kapitali. Tað er oftani, tá tú manglar kompetansu, hugskot og kreativitet, at tað verður ein trupulleiki. Men tann trupulleikan haldi eg ikki vit sum smá feløg hava, kanska heldur tvørturímóti. Stjórin í Geysir vísir á, at frá eini støðu við kapping um bestu loyvini so kemur nú ein tíð, har samstarv stendur ovast. – Øll feløg- ini, sum eru virkin á land- grunninum, bæði tey frá 1. og 2. rundu mugu nú royna at fáa eitt samstarv í lag, loysa tær avbjóðingar, sum eru fyri at kunna røkka endamálinum, ið er at finna olju og gass í føroysku undirgrundini. Kannað eig- ur at verða um tað ikki ber til at fremja kreativar loysnir, sum kunnu spara øllum feløgunum pening og orku. Eitt slíkt samstarv kundi m.a. snúð seg um at savna inn seismiskar upp- lýsingar í felag og sum kundu økt møguleikan at finna olju í økinum sum heild. Uppá fyrispurning um møguligt er hjá øðrum fe- løgum at fara upp í loyvini hjá eitt nú Geysir og Atlants Kolvetni seinni sigur Terje Hagevang, at hetta er heilt vanligt, tá loyvi eru latin. Uppgávan er nú at gera kanningar á loyvunum og skuldi tað víst seg, at onnur feløg eru hugað fyri at koma uppí hetta arbeiði, so verður sjálvandi tosað við tey um tað. Tað er altíð gott at spjaða ein váða. Terji Hagevang ivast ann- ars ikki í, at 2. útbjóðingin fer heilt givið at seta Føroy- ar á aftur altjóða oljukortið. Tað er alt ov tíðliga at vera svartskygdur og í 2. rundu eru eisini fleiri sera spenn- andi og góðir strukturar í undirgrundini. Terji Hagevang, stjóri í Geysir fegin um at hava fingið síni fyrstu leitiloyvi á landgrunninum Søren Gath Hansen, stjóri í DONG: -Vit eru sera væl nøgd við loyvini vit hava fingið á landgrunninum