Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-01-18, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. januar 2005síða 20

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 11 - 18. januar 2005 -Vit eru sera væl nøgdir við at hava fingið tað loyvið vit søktu um. Nú verður farið at gera kann- ingar báðumegin markið og kanningar- stjórin hjá Chev- ronTexaco útilokar ikki, at fer tað at ganga væl við avmarkingarbrunn- um í Rosbankøkinum í summar og seis- miskum kanningum við á føroyaøkinum, so kann borast á landgrunninum um nøkur ár 2. ÚTBJÓÐING Jan Müller - Vit eru sera fegnir um at hava verið við í 2. Útbjóð- ing og at fáa loyvi, sum vit hava søkt um sigur kann- ingarstjórin hjá risastóra oljufelagnum Chevron- Texaco, Dave Lewis. Felag- ið søkti um eitt loyvi beint út til markið saman við Statoil, Dong og OMV. –Vit hava júst gjørt eitt oljufund beint hinumegin markið, og tí hóskar tað sera væl inn í okkara ar- beiðsskráir og strategi, at vit nú hava fingið tillutað eitt leitiloyvi í hesum økinum. Hetta er so eisini júst tað økið, sum felagið nomineraði, tá føroysku myndugleikarnir bóðu feløgini siga frá, hvørji øki tey hildu áttu at verið við í eini nýggjari útbjóðing. –So vit hava fingið tað vit peikaðu á og tað eru vit sera fegnir um. ChevronTexaco er sera virkið á øllum Atlantsmót- inum og við loyvinum við Føroyar fer felagið eisini fer felagið at leggja upp- aftur størri orku í sínar kanningar her. Nýggja loyvi er ein heilt náttúrligur liður í royndunum hjá fe- lagnum at fáa eitt betri innlit í og yvirlit yvir alt hetta stóra økið. Felagið, sum arbeiðir kring alla verðina, hevur kjósað sær Atlantsmótið sum eitt av sínum kjarnuøkjum. Helvtin av felagnum er annars ein gamal kenningur um okkara leiðir. Táverandi Texaco var eitt av teimum mest virknu feløgunum á Føroyaøkinum í 90-unum, tá fyrstu fyrireikingarnar til oljuleiting vórðu gjørdar. Nú er felagið so við aftur ChevronTexaco góðar vónir til Fø Pakkað verður út á Oljufyrisitingini. Her er tað Dave Lewis frá ChevronTexaco, sum er komin við spennandi umsóknini til økið beint við markið, har sama felags hevur gjørt eitt stórt oljufund í bretska økinum. Sigurð í Jákupsstovu stjóri í Oljufyristingini fegnast um, at eitt nýtt stórt oljufelag er við í 2. útbjóðing. Tilhøgru Dave Ellis frá Statoil Mynd Jan Müller