Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-01-18, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. januar 2005síða 21

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 11 - 18. januar 2005 21 2. ÚTBJÓÐING Jan Müller Størsta fyritøkan í Eystur- ríki, oljufelagið OMV er nú vorðin partur av leit- ingini eftir olju og gassi á føroyska landgrunninum. Tá leitiloyvini vórðu til- lutað seinnapartin mána- dagin av Bjarna Djur- holm, landsstýrismanni í oljumálum, var hetta stutta og sjáldsama navnið nevnt millum tey fyrstu. OMV, sum er sera virkið í bretskum øki, fekk blóð uppá tonnina, tá tað sam- an við øðrum feløgum gjørdi eitt stórt oljufund í Rosebankøkinum beint uppat føroyska markin- um. Feløgini í hesum loyvunum settu seg saman og gjørdu av at royna eydnuna í føroysku 2. Útbjóðingini eisini. Tey søktu um eitt øki, sum liggur beint í nánd av Rosebankfundinum – og fingu tað. Kanningarstjór- in hjá OMV, sum hevur verið við í arbeiðinum á føroyaøkinum fyrr í Ame- rada Hess, Wayne Kirk er sera glaður um tillutanina. –Vit eru sera fegnir um at vera við í leiting við Før- oyar fyri fyrstu ferð. Hetta er eisini í tráð við okkara arbeiði í bretskum øki, har vit bæði eru við í framleiðandi oljufeltum og við í loyvum, har leitað verður eftir olju og gassi. Vit síggja stórar møguleikar á landgrunn- inum. øroyaøkið hesaferð sum eitt heilt nýtt felag undir heitinum Chev- ronTexaco. Dave Lewis sigur, at talan er um eitt heilt annað felag. Tað er ein sannroynd, at loyvi á landgrunninum hóvar ChevronTexaco sera væl. Tað passar sum fótur í hosu inn í tess arbeiðs- konsept, nú tað hevur gjørt eitt fund beint hinumegin markið. Eitt fund, sum letur upp fyri heilt nýggjum møguleikum á Atlantsmót- inum. Tað vísir seg at løgini báðumegin markið eru tey somu, og tí er rættiliga sannlíkt, at møguleikarnir eru góðir fyri at gera líkn- andi fund føroysku megin markið. Ætlanin er at bora fleiri avmarkingarbrunnar í summar. Leitað verður eftir boripalli í løtuni. Ætlanin er so eisini at skjóta nýggjan seismikk í loyvun- um báðumegin markið sigur Dave Lewis. Við nýggjum seismikki yvir bæði loyvini fer at vera lættari at fáa eina heildar- mynd av jarðfrøðini í undirgrundini í nettupp hesum økinum. Uppá fyrispurning um møguleiki er fyri, at olju- keldan í bretska økinum heldur fram yvir í føroyskt øki sigur Dave Lewis, at tað ber ikki til at siga enn, men teir halda seg síggja, at jarðfrøðin er tann sama. – Vónandi kunnu vit við avmarkingarbrunnum í Rosebank í summar siga meira um møguleikan fyri at ein virkin oljuskipan heldur fram yvir í føroyska økið. Kunnu vit finna prógv fyri tí kann hetta koma at skunda undir kann- ingarnar á føroyska økin- um, soleiðis at vit kunnu fara undir eitt rættiliga miðvíst arbeiðsprogram í hesum árinum yvir loyvini báðumegin markið. Uppá fyrispurning nær ein brunnur verður boraður í føroyskum øki sigur Dave Lewis, at tað veldst um, hvussu gongur við avmarkingarbrunnunum í Rosebankøkinum. Hann útilokar ikki, at brunnur kann verða boraður í 2007 ella 8, men tá skal tað so ganga væl allan vegin. Dave Lewis sigur, at teir fara liva upp til føroysku ynskini at brúka føroysk tænastur í sambandi við komandi kanningar, har tørvur verður á tí. OMV nýggjur leikari á Føroyaøkinum Wayne Kirk, kanningarleiðari hjá OMV sigur seg vóna, at felagið kann vera við til at finna olju og gass við Føroyar Mynd Jan Müller