týsdagur 18. januar 2005síða 22
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 11 - 18. januar 2005
Eyðun og oljuævintýrið
Hann var ein av teim-
um fáu, sum slapp at
vera við millum teir
stóru – á marglætis-
hotellum millum
veruligar oljusjeikar í
avgerandi samráð-
ingum á hægsta stigi.
Fyrrverandi olju-
málaráðharrin,
Eyðun Elttør lítur
aftur um bak og
minnist eitt tað mest
kollveltandi tíðar-
skeiðið í føroyskari
vinnusøgu, sum tað
sá út aftanfyri leik-
tjøldini, og sum tað
upplivdist persónliga
SAMRØÐA
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Tá Oljuráðstevnan byrjar í
Norðurlandahúsinum í dag,
verður tað ikki, sum van-
ligt, Eyðun Elttør oljumála-
ráðharri, sum setur stevn-
una. Men hann verður uttan
iva
at
síggja
millum
fremstu áhoyrarnar, tí hóast
starvið sum oljumálaráð-
harri ikki er til longur, er
áhugin hjá Eyðuni fyri hes-
um økinum óbroyttur.
- Eg varð ofta spurdur,
um tað ikki var ein sannur
lætti at sleppa úr leiklutin-
um sum oljumálaráðharri.
Men nei. Soleiðis kendi eg
tað avgjørt ikki. Og kom
onkur og bjóðaði mær sama
møguleika í morgin, hevði
eg heldur enn fegin tikið av,
sigur Eyðun avgjørdur.
Horvna andlitið
úteftir
Eyðun dylur ikki yvir, at
tað harmar hann, at olju-
málaráðið varð niðurlagt.
At siga annað hevði verið
løgið, heldur Eyðun, sum
sjálvur var við til at seta
ráðið á stovn í 1999, eyð-
sæð tí tað tá var mett at vera
ein skilagóð avgerð. Fyri
framman bíðaði ein tíð, har
føroyska tjóðin skuldi gera
sær sínar fyrstu royndir á
oljuøkinum í altjóða høpi,
og tí varð stór orka løgd í at
byggja upp ein stovn, sum
skuldi tryggja okkum eina
so virðiliga umboðan út-
eftir, sum gjørligt.
- Eg eri framvegis sann-
førdur um, at tað eydnaðist,
og at tað ikki minst var
oljumálaráðnum fyri at
takka, at vit komu so væl
frá byrjan, sum vit gjørdu.
Við ráðnum megnaðu vit at
savna eina rúgvu av vitan,
innliti og royndum frá yms-
um økjum í einum stovni.
Eg sigi ikki, at hendan
vitan er farin fyri skeytið,
nú hon ikki er savnað í
Oljumálaráðnum longur,
men andlitið út eftir er ikki
tað sama. Og tað kann vísa
seg at vera sera óheppið
fyri
okkara
framtíðar
leiklut í altjóða oljuvinnu-
høpi, sigur Eyðun, sum
kortini ikki er ein beiskur
maður í dag. Hann leggur
dent á, at hann hevur alla
virðing fyri, at eitt og hvørt
landsstýri skipar seg, sum
tað heldur vera skilabest.
- Tað førir sjáldan nakað
gott við sær, at útiloka
øllum øðrum framferðar-
háttum enn tínum egna. Nú
eiga vit at lata nýggju skip-
anina fáa ein kjans. Tíðin
fer nokk at vísa, hvat var
rættast, og tá ræður um at
vera opin fyri at umhugsa
støðuna av nýggjum, um
neyðugt, sigur Eyðun.
Marknatrætan
Eitt afturvendandi kjakevni
frá tíðini, Eyðun sat sum
oljumálaráðharri, er avtalan
um landgrunnsmarkið, sum
føroyingar gjørdu við bret-
ar í 1999. Tað er ongin
loyna, at leiðandi partar av
landsstýrinum undan full-
veldissamgonguni hildu, at
føroyingar áttu at havt bíða,
tí bretar vóru meir kroystir,
enn vit. Til hetta sigur Eyð-
un, at tað ofta tykist sum
faktiska gongdin i hesum
málinum verður gloymd, tí
bretar jú slakaðu á heysti
1998, júst tí teir høvdu
størri skund, enn vit. Hann
minnir á, at tá landsstýrið
legði frá sær á vári 1998
stóð í botni og framstigini í
samráðingunum
høvdu
verið fá og smá.
- Vit settu okkum fyri at
loysa máli. Á sumri 1998
gjørdi eg bretska orkumála-
ráðharranum, John Battle,
greitt, at teirra krøv vóru
burtur úr vón og viti, og at
vit ikki høvdu serligan
skund, tí vit onga oljuvinnu
høvdu, sum stóð og pikkaði
uppá dyrnar. Hvørja ávirk-
an henda samrøðan hevði,
er sjálvandi ilt at meta um,
men tað er ein sannroynd,
at fyrstu signalini, um at
bretar vóru við at ganga
burtur frá sínum víðgongdu
krøvum, komu í september
sama árið, og í mai 1999
varð endaliga avtalan und-
irskrivað.
Sum kunnugt fingu vit
eitt reint miðlinjumark
millum Føroyar og Hetland,
meðan markið í gráa økin-
um frá "gullhorninum" og
vestur eftir á einum strekki
liggur nakað nærri Føroy-
um, enn Bretlandi. Eyðun
vísir á, at talan kortini er
um miðlinjumark, og at
hetta samsvarar væl við
landafrøðiligu umstøðurnar
og niðurstøður, ið altjóða
dómstólurin hevur gjørt í
øðrum líknandi málum.
- Higartil er eingin løn-
andi oljuleið funnin á hesi
leið, men sjálvandi kann
tað henda. Tað mugu vit so
liva við. Nýggjastu olju-
leiðirnar, ið eru funnar
bretsku
megin
markið,
liggja á leiðum, sum Før-
oyar ikki settu fram krav
um - og heldur ikki eftir
altjóða rætti høvdu fingið,
sigur Eyðun og leggur
afturat, at leiðsla er at taka
avgerðir
undir
givnum
umstøðum, og tora at taka
avleiðingarnar. Hann held-
ur, at í marknamálinum er
alt ov nógv ført fram, sum
bendir á, at politiska leiðsl-
an í Føroyum eitt skiftið
ræddist at taka avgerð, tí
eftirtíðin kundi jú prógva,
at bretar fingu eina betri
avtalu enn vit.
- Henda tankagongdin
førir jú ongan veg. Anfinn
Kallsberg
vísti
sonn
leiðsluevni í marknatræt-
uni. Hann loysti málið, og
Um eg varð bjóðaður sama møguleika í morgin, hevði eg heldur enn fegin tikið av, sigur fyrrverandi oljumálaráðharrin, Eyðun Elttør
Mynd: :Jens Kristian Vang
Eyðun á vitjan í Alaska. Her saman við fíggjarmálaráðharranum, Karsten Hansen