týsdagur 18. januar 2005síða 23
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 11 - 18. januar 2005
23
meira er ikki at siga um tað,
staðfestir Eyðun.
Oljuhavn og oljufelag
Eitt annað mál, sum elvdi
til nógv kjak, var spurning-
urin um, hvørt eitt alment
oljufelag átti at verið sett á
stovn. Men Eyðun er fram-
vegis fullkomiliga sann-
førdur um, at tað var rætt,
tá hann gjørdi av ikki at
seta á stovn eitt alment
oljufelag ella krevja eina
sokallaða optión í loyvi-
streytunum.
- Føroyskir myndugleikar
eiga tíverri alt ov nógv
vinnulív, serliga umvegis
almennar grunnar, men tað
er ógvuliga lítið, sum bend-
ir á, at hetta hevur verið tað
stóra vælsignilsið fyri land
og fólk, sigur Eyðun og
leggur afturat, at almen
oljufeløg eru eitt 60'ara og
70'ara fyribrigdi, sum øll
oljulond eru á veg burtur
frá. Hann trýr heldur ikki
uppá, at vanligi føroyingur-
in hevðu fingið størri lut í
oljuríkdøminum, um tað
almenna átti eitt oljufelag
ella eina optión.
- Er vanligi norðmaðurin
vorðin ríkari privat, tí Stat-
oil varð selt ella ei? Sjálv-
andi ikki. Norðmenn fáa
ágóðarnar av at liva í einum
ríkum samfelag, men teir
fáa ikki oljumilliónir inn á
sína privatu kontu. Politikk-
arar eiga at ansa eftir ikki at
geva fólki falskar vónir.
Um landsins ríkidømi verð-
ur fingið til vega við skatti,
avgjaldi ella sølu av parta-
brøvum kann fyri so vítt
gera tað sama. Tað verður
altíð
ein
sjálvstøðugur
politiskur spurningur at
býta landsins ríkidømi.
Sum
kunnugt,
gjørdi
oljumálaráðharrin eisini av,
at politiski mynduleikin
ikki fór at leggja seg út í,
hvar útgerðarstøðin varð
plaserað. Eitt ávíst trýst
stóðst av hesum, tí fleiri
politikkarar vildu hava, at
man frá politiskari síðu
ásetti, at útgerðarstøðin
skuldi liggja í Suðuroy.
- Feløg úr Suðuroynni
høvdu sama møguleika,
sum aðrir, at bjóða seg
fram, men tíverri fyri teir,
gjørdust teir ov stuttir.
Kolvetnislógin og loyvi-
streytirnar loyva, at støða
verður tikin til henda
spurningin av nýggjum, tá
og um olju verður funnin í
lønandi nøgdum. Persón-
liga haldi eg, at politikkarar
eiga at vera varnir við at
leggja seg ov nógv út í hesi
viðurskiftini. Tænastuveit-
ing til møguligar oljuleiðir
eigur ikki at verða ásett
eftir, um arbeiðsloysi er í
einum øki ella ikki. Tað av-
gerandi er ikki, hvar út-
gerðarstøðin verður plaser-
að, men hvussu dugnaligir
føroyingar og føroyskar
fyritøkur eru til at fáa lut í
veitingunum.
“Menniskjað, maskin-
maðurin og
ministarin”
Hóast umstríddar avgerðir,
sum hesar, vóru partur av
starvinum sum oljumála-
ráðharri, káma tær ikki
minnini, Eyðun hevur, um
tey ríku upplivilsi, sum
eisini myndaðu hetta tíðar-
skeiðið fyri hann persón-
liga.
- Tað er sjálvandi for-
kunnugt at sita ímillum
heimskendar
uttanríkis-
ella
orkuráðharrar,
har
ófatiligar pengauppahæddir
verða nevndar mestsum
bara hissini í einum at
síggja til ovurhonds fløkt-
um politiskum spæli. Men
spælið er ongantíð fløktari,
enn at tað nirðiundir altíð
goyma seg vanlig og vinsæl
menniskju. Og góðu prát-
ini og hugnaligu løturnar
saman við teimum vóru
ofta minst líka ógloymandi,
sum alt hóvastákið, sigur
Eyðun og nevnir eina
hending á einum norskum
boripalli, hann minnist
serliga væl.
- Vitjanir á boripallum
høvdu altíð mín stóra fak-
liga áhuga, so eg var komin
í prát við ein av maskin-
monnunum um tað, hann
stóð og gjørdi. Sjálvandi,
tað var jú stak áhugavert,
men á veg av aftur pallinum
hugdi ein norðmaður, sum
hevði víst okkum runt,
uppá meg og segði: Hasin
maskinmaðurin fer aldrin í
lívinum at gloyma ta ferð-
ina, ein oljuministari steðg-
aði á og gav sær stundir at
tosa við seg. Eg mátti bara
smílast og hugsaði við mær
sjálvum, at kanska var eg
sjálvur meir maskinmaður
enn ministari hasa løtuna,
flennir Eyðun
Sum ein dreymur
At sessurin sum oljumála-
ráðharri hvarv, næstan líka
brádliga, sum hann kom, er
fyri Eyðun bert enn eitt gott
dømi um, at í politikki kann
alt henda. Eisini at ein púra
vanligur maskinmeistari úr
Klaksvík frá eini løtu til
aðra gjørdist ein av lykla-
persónunm í størstu av-
bjóðingini á vinnuøkinum
Føroyar nakrantíð hava
staðið í. Men hóast Eyðun
var púra ókendur sum
politikari, ivaðist hann ong-
antíð í at taka av, tá hann
fekk boðið sessin sum
landsstýrismaður í oljumál-
um.
- Eg havi altíð verið
sannførdur um, at ert tú
erligur og opin fyri nýggj-
ari vitan og góðum ráðum,
kanst tú læra ótrúliga nógv
eftir stuttari tíð. Tíðin sum
oljumálaráðharri hevur ver-
ið ein tann læruríkasta í
mínum lívi, og tað er fyrst
av øllum mínum starvsfe-
løgum í ráðnum fyri at
takka. Ikki minst aðalstjór-
anum, Herolvi Joensen,
sum eisini gjørdist mín
góði vinur. Á hvør sínum
øki høvdu hesi fólkini
ómetaliga stóra vitan og
drúgvar royndir, og í felag
brutu vit upp úr nýggjum, tí
onki av hesum var roynt á
sama hátt í Føroyum fyrr,
sigur Eyðun og leggur aft-
urat, at eisini menniskjaliga
vóru tey í eini støðu, sum
sannliga kravdi sín mann
ella kvinnu, fyri at halda
eldhuganum uppi.
- Vit hava framvegis ikki
funnið olju í rakstrarverd-
um nøgdum, so eyðvitað
vóru tað løtur, har sjálvt
tann mest ágrýtni mundi
ivast í, um nakað nakrantíð
fór at spyrjast burtúr øllum
arbeiðinum, sum varð lagt í
hvønn dag. Slíkt krevur
nakrar menniskjaliga egin-
leikar, sum tú ikki bara
kanst
taka
sum
eina
sjálvfylgju.
Eyðun Elttør er nú aftur í
sínum gamla starvi á
arbeiðseftirlitinum millum
sínar gomlu starvsfelagað-
ar, har hann trívist væl.
Men hóast tað nú er liðið
eitt ár síðani, hann fór úr
sessinum sum oljumála-
ráðharri, viðgongur hann,
at tað framvegis kennist
løgið og tómt ikki at vera
við í hesum arbeiðinum
longur.
- Hetta var jú ikki bara
eitt starv. Fyri meg var hetta
ein heilt øðrvísi lívstílur,
har arbeiðið fylti alt døgn-
ið. Í dag tykist tað næstan
veruleikafjart, eitt sindur
sum at vakna úr einum
dreymi – men spennandi
var tað, eitt upplivilsi, eg
avgjørt ikki vildi verið fyri
uttan, sigur fyrrverandi
oljumálaráðharrin at enda.
Eyðun Eltør letur fyrstu loyvini til leiting í 2000
Eyðun á eini av mongu ferðum sínum sum oljumálaráðharri