Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-01-18, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. januar 2005síða 24

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 Nr. 11 - 18. januar 2005 Menningarstovan verður umboða á Offshore Faroes 2005. Kjartan Kristiansen, stjóri, sigur, at Menn- ingarstovan má fylgja við hvønn rákið fer. Hann metir fleiri spennandi fyrilestra- haldarar eru á skránni VINNA Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo – Tað er altíð áhugavert at vita, hvat kann spyrjast burturúr oljuvinnu. Hetta er áhugavert fyri føroyska vinnu og hevur eisini týdn- ing og er áhugavert fyri aðrar vinnur, enn júst olju- vinnu, sigur Kjartan Krist- iansen, stjóri á Menningar- stovuni. Annars metir hann tað hevur týdning fyri Menn- ingarstovuna at fylgja við í, hvønn veg rákið fer. Bæði aðratstaðni og her heima. Spennandi fyrilestrar Hann er spentur uppá fyri- lestrarnar, serliga íslendsku og norsku fyrilestrahaldar- arnar, tí hann hevur upp- livað onkran av hesum áð- ur, og teir eru áhugaverdir og hava áhugaverd sjónar- mið. Hann sigur, at Menn- ingarstovan má kanna og fylgja við, hvønn veg rákið fer og kanska eisini ávara viðhvørt. Men annars er upgávan yvir fyri politiska myndugleikanum at fylgja við, og jú fleiri eru um at meta um, tess betri gerst úrlitið. Kreativa vinnan Kjartan Kristiansen sigur, at spennandi er eisini at vita, hvussu kreativa vinn- an í Føroyum ávirkast. Tí sera nógv hendir innan hesa vinnu í Føroyum í hesum døgum. Spennandi er at vita, hvussu oljuvinna og fiski- vinna ávirka tey og hvussu hetta sæst aftur týsdeagin, so eg eri sera spentur uppá Offshore Faroes 2005, sigur Kjartan Kristiansen. Oilwind hevur í mong ár havt virk- semi innan oljuvinnu, men royndirnar eru, at henda vinna er sera tilvitað um prís og lagar seg skjótt eftir umstøðunum. Tí gongur skjótt upp og niður við virksemin- um, eins og í øðrum vinnum. Jákup Joen- sen, stjóri, sigur, at fyri teirra viðkom- andi hava ráðstevnur, messur, ikki givið so nógv ítøkiligt, men neyðugt er tó at dag- føra seg VINNA Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Tað er so langt síðani, at farið var undir at prátað um oljuvinnu og at vit skuldu við í hesa vinnu. - Eg var við í einum ar- beiðsbólki í Vágum fyri mongum árum síðani, minnist Jákup Joensen, stjóri í Oilwind í Miðvági, sum í mong ár hevur havt nógvar mans í oljuvinnu- virksemi í Noreg. - Men í 1997 fingu vit samband við eitt felag í Noreg og fingu samstarv. Vit skuldu menna ymsar skipanir á boripallum, tí m.a. skuldi vinnan ratio- naliserast. Hetta helt á støðugt til ár 2000 og vit høvdu nógvar mans úti, sigur Jákup Joensen. Síðani fullu oljuprísirnir. - Feløgini skóru útreiðsl- urnar niður beinanvegin og síðani august 2000 var manningin heima. Men síðani í fjør einaferð, tá oljuprísurin aftur fór upp, hevur virksemi aftur verið. Oljuvinnan er ein vinna, sum er sera tilvitað um prís, so virksemið er ymsikt og tað svingar og er ójavnt, eins og í øðrum vinnum, sigur Jákup Joensen. Krøv Oilwind hevur eisini havt onkra uppgávu fyri Ame- rada Hess í samband við út- bjóðingarumfar í Føroyum. Men Jákup Joensen ásannaði, at krøvini eru sera høg, skal ein vera við. - Millum annað var eitt krav, at vit høvdu persón- tryggingar upp til einar 60 milliónir. Men vit kannaðu ymisk viðurskifti og funnu útav hvussu vit stóðu, hvar vit vóru veikur og so fram- vegis. Vit lótu tó eitt tilboð inn og fingu eina uppgávu og ein onnur føroysk fyri- tøka fekk aðra uppgvávu, sigur Jákup Joensen. - Tað verður neyvan nakað veruligt virksemi her heima hjá okkum, fyrr enn vit kunnu vísa á, at olja er í føroysku undirgrundini. Til tað er hent, verður tað kanska mest av vælvild, at okkurt stingur seg upp, havi eg varhugan av, metir Jákup Joensen, ið kann sigast eisini at tala av royndum. Nýtt innan línu Jákup Joensen sigur, at vit mugu minnast, at vit eru lítið land og eru fáment. Hetta sigur hann av roynd- um, tí tað hendir, at okkurt stingur seg upp, ið krevur nógvar mans, men tá er arbeiðsorkan ikki tøk. Hann heldur, at tá talan er um føroyskt virksemi innan oljuvinnu, so er tað helst so, at vit mugu finna okk- um onkra "nichu", har vit kunnu gera okkum gald- andi. - Vit hava roynt at arbeit í tí stilla, m.a. í Noreg, men annars er Oilwind eitt virki, sum alla tíðina lagar seg eftir umstøðunum. Men eg kann nevna, at vit júst hava ment nýggja vøru í sam- band við línufiskiskap. Hetta er ment við stuðli frá BP, og tí hevur verið møgu- ligt at bera so í bandi, at vøran longu er liðug. Men vit eru eitt virki, sum brúkar nógvan pening til menning av nýggjum vør- um, sigur Jákup Joensen. Tað er ikki so at skilja, at hann hevur nakað ímóti messum og ráðstevnum, men hann ásannar, at fyri teirra viðkomandi er ikki so nógv ítøkiligt komið burt- urúr slíkum tiltøkum. – Men vit møta helst upp til slík tiltøk og hetta er eisini ein sera kærkomin møguleiki at dagføra seg, sigur stjórin í Oilwind, nú Offshore Faroes 2005 fer av bakkastokki. Sunnudagin kom Ran á Vág. Vág- bingar og aðrir hava keypt skipið, sum fór royndartúr sunnudagin SKIP Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Nógvar eru døpru søg- urnar úr Suðuroynni fyri tíðina, men onkur sól- strála er tó at hóma av og á. Ran kallast nýggjasta skipið, sum hoyrir heima í Vági. Hetta er gamli Enniberg og Ljósafelli.Sunnudagin kom skipið á Vág og fór síðani royndartúr undir Føroyum fyri at royna reiðskapin. Nógvar ábøtur eru millum ár og dag gjørd- ar á skipið, sum tí er í sera góðum standi, hóast árini eru mong. Ran er 55 metrar lang- ur, 11 metrar breiður og er eini 300 tons. Júst hvar skipið fer at royna er ikki heilt av- gjørt, men skipið hevur ikki fasta kvotu. Mann- ingin á Ran er blandað og kemur úr øllum land- inum. Teir, ið nú eiga skipið, eru brøðurnir Mikkjal og Heri Godtfred í Vági, Pól Patursson, Kirkjubø, Klæmint Olsen, Sandur, Hans Andreas Joensen, Hósvík og Símun Ein- arsson, Lambi. Nýtt skip til Vágs Mugu vita hvønn veg rákið fer Oljuvinnan ein prístilvitað vinna Ran kom á Vág sunnudagin og fór sama dag royndartúr Í Føroyum eru tey mest kend fyri snellurnar, men Oilwind hevur eisini onnur bein at standa á