hósdagur 30. september 1999síða 21
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
—
Nr. 185 - 30. september 1999
tíðindablaðið
23
heldur saman við Mærsk.
Tá treytirnar fyri 1. út-
bjóðing verða almennar fer
Mærsk uttan iva at kjósa
sær eitt ella fleiri stór olju-
feløg at samstarva við.
Ringt er at gita. Hvat við
t.d. Agip, sum er virkið her?
ltalska felagið Agip hevur
gott orð á sær og hevur
verið við á føroyaøkinum
leingi, tó at tað hevur hildið
ein sera lágan profil til fyri
nýliga. Í hesum døgum ger
felagið serstakar kanningar
á landi fyri egna rokning.
Felagið er eitt av teimum
stóru og solidu og arbeiðir
saman við Marathon Oil á
føroyaøkinum. Men helst
tara hest feløgini uppí ein
annan bólk ella taka annað/
onnur feløg uppí sin bólk
Tað hevur annars ljóðað, at
ELF arbeiddi við ætlanum
im at uppkeypa Agip. Nú
ELF er vorðin partur av
Fotal verður hetta helst av
ongum
Texaco-bólkurin
Síðani er tað Texaco-bólk
urin, sum fevnir um Texaco,
Conoco og Murphy Oil.
Fyrr var eisini Arco vid. Og
eitt skifti eisini Amoco. Tað
hevur ljóðað. at onnur stór
oljufeløg vóru sinnad at
keypa Texaco, men enn er
hetta ikki vorðið til nakað.
lit er at meta, um
feløgini fara at leita sær eftir
einum partnara at avloysa
Arco. Bólkurin var so upp
aftur sterkari nakað herfyri,
tá eisini Amoco var partur
av bólkinum. Annars verður
Texacobólkurin mettur sum
ein av teimum, ið hevur
gjørt sítt heimaarbeiði væl,
tá tað snýr seg um Før-
oyaøkid.
hesi
Gass
Hyggja vit eftir luttakar-
unum i GEM, so er eitt fel-
ag, sum enn ikki hevur verið
partur av nøkrum ávísum
bólki, og tað er British Gas.
Nú tað verður tosað nógv
um møguleikan at finna
gass í økinum, kann tað
hugsast, at hetta felagið bara
bíðar eftir 1. útbjóðing og
so fer uppí ein av verandi
bólkum? BG er annars í dag
eins nógv eitt vanligt olju-
mn BET RA Of NI
Myrki parturin
Selsk gso. ie Farve: PidS Gode: stue
Psp
kn. UT one Ápgsðu. + SD
Faroe Islands
EUREF 80
UI oe Seismic acquisition
gede in the Faroese Area
pE
felag sum gassfelag.
Stóra amerikanska olju-
felagið Chevron var eitt av
teimum fyrstu at senda fólk
til Føroya, tá tað gjørdist
greitt, at danir vildu lata
føroyingar yvirtaka undir-
grundina. Men seinni tók
felagið følihornini til sín
aftur. Hetta av orsøkum,
sum kortini ikki beinleidis
høvdu nakað vid fóroyagkið
at gera. Tað skilst, at felagið
hevur stórar ætlanir á norsk-
um øki í Norðsjónum nú tað
er fram móti útbjóðing har.
Men tað fylgir eisini væl
við, hvat hendir á øllum
Atlantsmótinum frá Mið-
noregi og suður til Irlands
Nettup av teirri orsøk fylgir
felagið eisini væl við
gongdini í Føroyum. Og
eftir tí sum blaðið skilur, so
erikki Ovist, at felagið verð
ur við í eini føroyskari út
bjóðing. Men tað veldst so
alt um treytir ol. Nú er so
komið fram, at tað ætlar at
keypa upp Phillips. Um
Chevron tá hálar Phillips úr
føroyaøkinum ella tað verð-
ur øvugt er spennandi at
frætta
Onnur liggja og bíða
Tað finnast hundraðtals fyri
ikki at siga túsundtals olju
felog kring heimin. Eins
væl og tað er hugsandi, at
onkur av verandi feløgum
fara at taka seg aftur, tá út-
bjóðingin verður latin upp,
er eisini møguleiki fyri, at
onnur, sum ikki hava verið
her áður, leggja eina bilett
inn.
Vert er eisini at nevna
bretska oljufelagið Dana
Petroleum, sum eisini hevur
eyguni við føroyaøkinum.
Felagið samstarvar við Før-
oya Kolvetni, sum eisini
hyggur sær eftir einum
bólki at arbeiða saman við.
Hóast Shell hevur tikið
seg aftur, so má kortini sig-
ast, at tað eru fleiri av
heimsins oljurisum, sum
framhaldandi eru við í
kapprenningini eftir fyrstu
føroysku oljuni ella gass-
inum. BP Amoco, Esso,
Phillips, ELF, Total, Agip,
Texaco og Conoco - fyri
bert at nevna nøkur - eru
ikki ein og hvør i oljuhøpi.
landssynningshorninum av landerunn
num er, har trær framkomnu 3D seismikkkanningarnar
ru gjørdar og har mett verður at bestu teigarnir
verða
Treytir og teigar stóran
tydning fyri luttøkuna
Verða treytirnar av slíkum slag, at tær ikki ræða oljufeløgini burtur, og verða
teigarnir eisini í teimum mest áhugaverdu ókjunum, so fara kanska fleiri enn
20 oljufeløg at leggja inn atgongumerki til 1. útbjóðing vid Føroyar
JAN MÚLLER
Verða treytirnar fyri 1.
útbjóðing ikki ov harðar, so
kann roknast við, at í hvussu
er 3 til 4 ella kanska upp í 7
bólkar við millum 12 og 23
av heimsins stóru olju-
feløgum fara at bíleggja sær
atgongumerki til frumbor-
ingina ár 2001.
Hinvegin verður tað tó
sera avgerandi fyri áhugan,
hvørji øki verða boðin út.
Eitt eru treytirnar. Annað
eru økini. Hugsast kann, at
tað verða teigarnir í lands-
synningshorninum av land-
grunninum tætt uppat ver-
andi keldum bretsku megin
markið, sum verða bodnir
út og sum størstur áhugi
verður fyri. Men neyvan ber
til at lata øllum part av hes-
um „góða bita“. Spurning-
urin tá er so, hver fær góðu
teigarnar. Men feløg eru
ymisk í sínum hugsunnar-
hátti og vali. Eitt nú valdi
Agip at søkja um eitt øki
sunnan fyri Irland, sum
eingin annar hevði serligan
áhuga í, tá útbjóðing var har
seinast. Og tað sama kann
henda her, at tað eru feløg,
sum fara at søkja um teigar
aðrastaðni á landgrunninum
enn bara í „fitilendinum“ í
landssynningspartinum av
landgrunninum.
Fyri Føroyar hevði tað
verið best, um fleiri oki enn
eitt vóru við í útbjóðingint.
Og tað verður helst so eis-
ini. Men kortini fer fokus
at verða sett á landssynn-
ingshornið, úti í hvítu son-
uni nær bretska markinum
Eftir tí sum skilst, so eru
gjørdar ómetaliga nógvar
seismiskar kanningar júst
her, og tað, sum feløgini
síggja, skilst, er eisini sera
áhugavert. Onkur skal hava
luftað „tankan“ um ele-
fantar - fílar - tvs. risastórar
oljukeldur júst í hesum ok
inum. So spennandi sær
undirgrundin eftir øllum at
dóma út.
Skuldi tað óvanliga hent,
at oljufeløg raka við fleiri
keldur eftir stuttari tíð, so
er tað spurningurin: eru Før-
oyar við sínum einans
45.000 íbúgvum í heila tíkið
til reiðar at skula gloypa
einum so stórum bita? Bara
eitt Ecofisk ella tvey Stat-
fjordfelt kunnu vera nóg
mikið til at geva Føroyum
heitið = „Norðuratlantiska
Kuwait“. Geva vit nógv
loyvi beinanvegin, er so
ikki møguleiki fyri, at tað
kunnu verða funnin fleiri
keldur enn gott er vil onkur
spyrja? Og verða fleiri
keldur funnar, verða vit so
noydd til at loyva teimum
øllum í gongd um samma
mundið - ella hava vit
møguleika tá at gera rað-
festingar av, hvat skal fram-
leiðast?
Komandi tvey til fimm
árini fara helst at geva okk-
um svar uppá hesar spurn-
ingar. Taka vit við læru av
søguni vestan fyri Hetland,
so eiga vit heldur ikki at
vera ov bjartskygd. Tí har
hava teir borað eftir olju í
meira enn 25 ár - tilsamans
140 brunnar. Ikki fyrr enn
fyri fáum árum síðani fór
fyrsta keldan at spríkja og
enn eru har bert tvær slíkar
keldur. Við hagtølunum frá
bretskum øki í huga, er
kanska rætt at vera meira
enn eitt sindur varin við
metingum og vónum. Men
oljufeløgini tykjast kortini
trúgva uppá, at her er okk-
urt. 1. útbjóðing fer kanska
at geva okkum svarið.
Stor feløg
Tær mongu samanleggingar
og yvirtøkur i oljuheim-
inum fara helst at hava vid
sær, at tað verða nøkur
risastór oljufeløg i nøkrum
fáum bólkum, sum fara at
bjóða á føroyska landgrunn-
inum. Um hetta er tað besta
fyri útbjóðingina er ilt at
siga. Ynskið hjá oljumynd-
ugleikunum hevur annars
verið at fáa so nógv olju-
felog sum gjørligt við í
fyrstu útbjóðing, soleiðis at
henda ikki bert verður dom-
inerað av teimum risastóru.
Og soleiðis at tað verður
stórri kapping. Og harvið
kanska eisini fleiri boringar.
Herálvur Joensen. stjóri í
Oljumálastyrinum pratar
við umboð fyri útlendsk
oljufeløg á messum í
Aberdeen. Mynd jan
Hinvegin kunnu vit við
fáum og stórum oljufelog
um fáa feløg, sum veruliga
megna uppgávuna at finna
olju undir teimum torføru
umstødunum her galda.
Vit hava i hesi analysu
valt at triva i ein part av
øllum oljumålinum. Aðrir
spurningar, sum hava ikki
minni áhuga og tydning, eru
tær treytir, sum verða settar
oljufeløgunum. Og uppaftur
aðrir hava vid umhvørvi og
okkara egna samfelag at
gera. Hvussu fer vinnan at
ávirka landið og fólkið her
býr. Eiga vit td. at kenna
okkum nóg trygg. hvat
umhvørvinum — vidvikur,
hóast oljufeløg og føroyskir
myndugleikar arbeida vid
hesum målinum i GEM?
Tað og mangt annað vilja
vit tríva í í øðrum greinum
sum frálíður.
Førovski básurin á
oljumessuni í Aberdeen.
Mynd jan