hósdagur 30. september 1999síða 20
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
w
20
tíðindablaðið
Rembingar í olju-
heimi ávirka eisini
leiting við Føroyar
Oljuvinnan ger seg nú tilreiðar til at vera við í oljuleit-
ing við Føroyar. Talan er um eini 25 feløg, ið ætla at
vera við í 1. útbjóðing. Men nógvar broytingar eru í
vinnuni, og í lótuni merkja vit seinastu rembingarnar
undan „slagnum um føroysku oljuna“. Kortini verða
blandað, og „spælið“ skal til at byrja. Men hvor spælir
saman? Hvor vágar flest pengar og hvussu kann vágin
best spjaðast yvir fleiri? Hvørjar verða treytirnar? Hetta
eru spurningar, ið oljufeløgini hvør sær og saman nú
royna fáa svar uppá.
JAN MULLER
Analysa
ð nærkast fyrstu
útbjóðing á føroyskum eki
er ikki bert stórur spenn
ngur millum altjóða olju-
føroyskir
u spentir
ljufeløg og
hvørjir bólkar fara at søkja
um lovvi at bora, tå avtorn
Få oljuprísirnir fóru í
eløg Eisini
myndugleikar er
1
}
hvorji o
fyn antin utiendsK olju-
feløg ella føroyskar olju
Shell ikki vid
Ein tann størsta broytingin
er helst tann, at eitt a
heimsins størstu oljufeløg-
um, Shell, herfyri gjørdi av
at gevast vid øllum virksemi
a Føroyaøkinum Shell
verdur neyvan heldur vid i
19. rundu å bretskum øki
Felagið hevur annars ver-
ið við í kanningunum her
seinastu mongu árini og
hevur brúkt væl av peningi.
Tað var við í Lopransbor-
ingini, í umhvørvisarbeid-
inum hjå GEM og annars i
teimum kanningum, sum
eru gjørdar å landgrunni-
num. Felagið hevur arbeitt
saman við BP.
Tad er sjálvandi ilt at gita,
hvor veruliga orsøkin er til,
at Shell pakkar saman á
landgrunninum. Men sjálvir
hava teir so sagt, at teir hava
gjørt eina meting av øllum
sínum virksemi runt heimin
og hava so gjørt av at satsa
uppá ávís kend og bíligari
oki heldur enn at skula fara
t í nýggjar íløgur í einum
fremmandum øki, har tað er
djúpt og tískil verður dýrt
at fara undir leiting. Hetta
er so teirra forkláring
BP Amoco kortini í
góðum hýri
Hóast hetta so ætlar BP
Amoco ikki at gevast, tvørt-
urímóti prioriterar felagið
Føroyaøkid sera høgt. Ein
kann so spyrja hví? Eitt er
tað, at ymisk oljufeløg meta
ymiskt um tey ymsu økini
og hugsa ymiskt. Og nú tá
BP er so virkið skamt frá
markinum kann tað jú hugs-
ast, at felagið veit meira enn
tey flestu um møguleikarnar
okkaru megin
BP Amoco, sum í dag tel-
ist millum størstu oljufeløg
í heiminum, leggur i løtuni
seinastu hond á yvirtøkuna
Arco, sum eisini er við á
Føroyaøkinum. Tvs. at bret
ski oljurisin verður uppaftur
stórri. Hann hevur so eisini
boðað frá, at tað er ikki
óhugsandi. at dyrnar verða
latnar upp fyri einum øðrum
partnara at býta vágan og
royndirnar við, nú Shell
hevur takkað fyri seg. Eing-
in ivi er um, at BP Amoco
við síni stødd og royndum
megnar uppgávuna við For-
oyar einsamalt. Men tað er
so hetta at býta vága, gongst
ikki eftir ætlan, sum kanska
spøkir
Tad er greitt, at BP, sum
er operatørur (tvs. stendur
Umboð fyri italska oljufelagið Agip á veg av føroyska básinum eftir at hava
útbjóðing. Mynd Jan Miiller
á odda fyri) á bæði Foi-
naven og Shiehallion keld-
unum vestan fyri Hetland
og sum hevur funnið aðrar
møguligar oljukeldur eisini
- Suilven og Conival beint
við markið - hevur sera
nógvar royndir og vitan um
økið tætt við markið, og
tískil má roknast við, at fel-
agið eisini man hava var-
hugan av, hvat kann finnast
í undirgrundini føroysku
megin markið. Verður olja
ella gass funnið á føroysk
um øki, so er eisini hugs
andi, at BP sær ein møgu
leika fyri einum infrastruk
turi tvs. rérleiðingum á oll
um økinum og tvørtur um
mark. Ella vid ødrum
ordum, fund føroysku meg
in markið kann gera tað løn
andi at gera í løgur í ein
infrastruktur, (tvs. rørleid
ingar) sum knyta keldur
báðum megin markið sam
an.
Vit kunnu tí rokna við, at
nettup BP Amoco Arco
(Plus eitt annað stórt felag?)
verður eitt av teimum mest
svongu og kanska best fyri-
reikaðu til 1. útbjóðing
Stórar broytingar
Stórar broytingar eru eisini
í øðrum bólkum. Higartil
hava eini 25 altjóða olju-
felog verið virkin á Føroya-
økinum. Tvs. at tey hava
NORTH
ATLANTIC
CENTRE
keypt upp allar seismiskar
kanningar og sjálvi gjørt
kanningar. Hesi feløgini
hava verið skipað í umleið
7 bólkar
Nú er so tað hent ella er
við at henda, at feløg eru
uppkeypt ella yvirtikin av
øðrum: Fina er nú partur av
Total - Arco verður skjótt
partur av BP Amoco og Mo
bil av Esso. Norsk Hydro
hevur keypt Saga. Fara vit
bert eitt sindur longur aftur,
so bleiv Union Texas
uppkeypt av Arco. Og so
leiðis kundi verið hildið
fram
Nú er tað so eisini komið
fram, at Total-Fina keypa
upp ELF. Her verður so
talan um 4. størsta oljufelag
í heiminum. Seinastu tíð
indini siga, at Chevron er
við at yvirtaka Phillips
Henda gongd fer at ávirka
verandi bólkar. Spurt kundi
verið, hvussu verður við
bólkinum Mobil í dag er í.
tá felagið verður partur av
Esso (Exxon) í næstum? Í
bólkinum eru eisini Statoil
og Enterprise. Og hvussu
við bólkinum, har Esso er
saman við Phillips og ELI
- tá Mobil verður partur av
Esso, og ELF av Total - og
Phillips av Chevron?
Hvar endar t.d. eitt so stórt
felag sum Statoil, sum ann-
ars í mong ár hevur verið
Nr. 185 - 30. september 1999
tilreiðar at fara undir boring
á landgrunninum? Og fer
ELF í Totalbólkin, fara so
Esso (pluss Mobil) og
Phillips at vera einsamøll
ella fara tey at taka annad
felag uppi? Og hvar endar
Phillips, tå og um tað verður
uppkeypt av Chevron, ið
ikki er virkid å Føroya-
økinum?
Norsk Hydro!
Og nú Saga ikki er til longur
men partur av Norsk Hydro,
hvørja avgerð fer Hydro tå
at taka? At verða verandi í
bólki saman við Amerada
Hess, Lasmo, Dong og
Atlantic Petroleum? Ella
fer felagið heldur at velja
bólkin, sum Saga er (hevur
verið) partur av, nevniliga
Total (Fina) og Anadarco og
nú helst ELF eisini sum
partur av Total-Fina?
Tað skal ikki tað stóra
hugflogið til fyri at síggja,
at Norsk Hydro er í einum
dilemma, nú tað skal velja
millum The Faroes Part
nership ella Total bólkin. Tí
í báðum førum kann tað
koma at kosta felagnum
nógv at skula taka seg úr
samarbeiðinum. Tó kann
hugast, at tað man vera
lættari at taka Saga úr Total-
bólkinum og inn við sær í
Faroes Partnership-bólkin.
Skuldi tað hinvegin hent, at
fingið góðu boðini frá Elttør um 1.
Løtan á fóroyska båstinum
í Aberdeen, tá Eyðun
Elttør, oljumálaráðharri
„lat upp“ fyri fyrstu
útbjóðing
Hydro tekur seg úr verandi
bólki og fer saman við To-
talFina (ELF) og Anadarco,
tá hevur felagið møguleika
at gerast operatørur alt fyri
eitt tvs. yvirtaka leiklutin
hjá Saga. Hydroumboð
hava fyrr sagt, at tey fegin
síggja Hydro sum operatør
á Føroyaøkinum og við
egnari skrivstovu her. Og
hana hevur Saga jú sum er.
Tað skuldi verið lagamanni
bara at flutt inn hjá Saga
(tvs. hjá sær sjálvum) og
so virkað sum operatørur
herftir. Men hvat kostar at
fara frá Amerada og hinum?
Hvørjar eru bindingarnar?
Og hvat við „trumfinum“ at
hava eitt føroyskt oljufelag
við í bólkinum? Um tað er
ein trumfur tá avtornar? Ella
kann Totalyvirtókan av ELF
vera ein ov góður biti at vísa
frá sær? Man Norsk Hydro
kanska síggja sær møgu-
leikan at standa á odda fyri
einum av teimum sterku
bólkunum á føroyskum oki
við TotalFinaElf og Ana-
darco?
Her mugu Hydrofólk
sanna orðatakið: at tvinnir
eru kostirnir, og hvørgin er
mjúkur. Annars er tað
eingin ivi um, at tað verður
ein dyggur smeitur fyri hini
feløgini í The Faroes Part-
nership, um Hydro tekur
seg úr bólkinum. Hvørji fel-
øg kunnu tå avloysa Hydro?
Hevur bólkurin „ráð“ at
missa Hydro uttan at fáa
annað stórt felag inn ístað-
in?
Mærsk bíðar eftir tí
rætta hevinum
Og soleiðis kundi verið
hildið fram at analyserað
teir ymsu bólkarnar. Eitt nú
kundi verið spurt, hvar dan-
ska Mærsk endar í øllum
hesum. Tí at byrja við var
Mærsk Olie og Gas saman
við ikki færri enn trimum
feløgum: Union Texas,
Deminex og Fina. Síðani
hendi tað, at Union Texas
varð uppkeypt av Arco og
Fina av Total. Deminex ber
í dag heitið Veba Oil og
kor