Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-10-01, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 1. oktober 1999síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

KOKKAFr 3 lÓf)- 1S VaraINnUum Um góðar 2 vikur byrjar SVF við nyggjari sendiroð, har matur úr foroysku náttúruni verður settur í hásæti Jákup Mørk I vetur fáa hyggjararnir hjá SvF høvi til at síggja, hvussu tilfeingið, sum vit hava uttanum okkum, kann matgerast á ymsan hátt. Teir tríggir kokkarnir á Hotel Hafnia, Guðmund Guðmundsson, Juen Peter Petersen og Benny F. Jensen, eru í løtuni í ferð við at gera 12 sendingar, sum verða um 30 til 45 min. til longdar, har teir vísa okkum, hvussu vit kunnu gagnnýta okkara náttúrutilfeingi á ein sindur oðrvísi hátt. Teir tríggir, sum ávíkavist eru úr Ís- landi, Foroyum og Danmark, leggja dent á, at hó- ast talan er um foroyskan mat á ein oðrvísi hátt, so skal tað verða lætt hjá hyggjarunum at fylgja við. Tískil er stórur dentur lagdur á, at maturin skal vera skjótur og lættur at gera. Orsøkin til, at teir tríggir eru farnir í holt við hesa uppgåvu er, at teir hildu tað kunna vera sera Kokkarnir báðir Benny F. Jensen og Guðmundur Guðmundsson í SV-kokinum spennandi at vísa, hvussu foroyskur matur kann tilgerast, uttan at talan altíð skal vera um at nýta matin á sama hátt. Sum domi kann nevnast, at tá vit í Foroyum eta feskan fisk, verður hesin aloftast kókaður. Hetta smakkar sum so eisini væl, men hví kunnu vit ikki gera okkurt annað av og á? T.d. kann fiskurin blanherast, steikjast ella pocherast. Mogu- leikarnir eru óteljandi, og er tað so at siga bara hugflogið, sum setur mørkini. Sum omanfyri nevnt, so verður talan í fyrstu syftu um 12 sendingar, har tann fyrsta er sett at verða á skránni mánadagin 18. oktober, men teir tríggir vóna, at talan kann gerast um fleiri sendingar fram- yvir. Stórur dentur verður lagdur á, at allir rættir verða gjørdur úr føroyskari råvøru, og tí er heystið iva- leyst besta árstíðin at gera sendingarnar. Slaktið er í gongd, og harumframt er hetta eisini árstíðin, har fuglur av ymsum slag og seinni eisini hara kunnu finnast í nógvum frystiboksum kring landið. | teimum 12 sendingu- num, sum í løtuni verða gjørdar, fara teir triggir vida um i føroyska spisi- kamarinum. Millum teir rættir, sum vit fåa at síggja, verða hara, nåti, lambskjøt og havtaska Roynt verður eisini at fáa sum mest burturúr matinum, eins og van- ligt er í Foroyum Fyri at lætta um hjá hyggjarunum, er ætla- nin, at allar uppskriftirnar skulu vera at síggja á tek- stvarpinum, umframt at hesar ætlandi vera at sig- gja á Hafnia og í bloð- unum. Harumframt vera onkuntíð gestir í sjón- varpsstovuni, soleiðis at tað fæst sjón fyri søgn, hvussu teir ymsu rættirnir smakka. Er onkur hyggjari, sum hevur eitt gott hugskot til kokkarnar, ella er møguliga onkur, sum hevur eitt- hvort liggjandi í frystiboksini, og tey ikki vita, hvat skal gerast við hetta, eru ráð fyri hesum. Fest spur- ningin niður á blað, og send hann til Hotel Hafnia, Aarvegur 4-10, 100 Tórshavn og merk brævbjálvan "okkara kokkar". At enda vilja teir tríggir kokkarnir takka starvsfólki og leiðslu á Hotel Hafnia og ikki minst teimum stuðlum, sum eru til sendingarnar, fyri alla tað hjálp, sum hesi hava veitt. So frá 18. oktober og 11 næstu mánadagarnar kl. 20.00 ber til at seta seg niður at hyggja, hvat teir tríggir kokkarnir hava at bjóða okkum. Spenn- andi verður í ollum forum at síggja, hvat teir hava fingið burturúr. Bjørnin er vaknad Tað verður ofta skotið okkum lærar- um í skógvarnar, at vit hava so langa summarfrítíð. Jú, skúlin legg- ur stilt einar 6 vikur um summarið. Og tað hava starvsfólkini, børnini og ikki minst foreldrini gott av. Men tá vit tosa um almenna sjónvarpið og útvarpið er stoðan eitt sindur ødrvisi. Utvarp Føroya sendir nu frå morg- ni til myrkurs. Skráin er vorðin betur skipað og meiri fjoltáttað. Allir ald- ursbólkar eru hampaliga væl um- boðaðir. Kanska so frægt sum tað nú einaferð kann vera, tá talan bert er um ta eina rásina. Vit gloyma skjótt og lat fara, at tað vóru letur ella eisini dagar í summ- ar, tá útvarpið sum frægast haltaði seg igjøgnum við endursendingum og tónleiki. Men eg haldi, at stovn- urin, eftir ein uppibornan hvøkk m.a. frå Atlantic Radio, er um at fóta sær aftur. Talan er um longri senditíð og hetta merkist serliga um morgunin. Og so er útvarpið blivið meira beinleiðis! Tað er umráðandi, at lurtarin í mestan mun upplivur ein livandi vert í útvarpsstovuni, og hann ikki situr við teirri kenslu, at næstu 55 minuttirnar er tað bandaður tónleik- ur, sum er í hátalarunum. At hetta er neyðugt í serligum forum, kunnu vit nokk liva við, tá talan er um sendingar, ið krevja fyrireiking og upplesing, og tá sent verður skeiv- ar tíðir og um vikuskiftini. Gísmundur er góður at vakna av. Hann tosar beinleiðis til bornini og hevur eina stuttliga rødd og egna persónligheit. Nýskapan í barnaút- varpinum hevur leingi verið til- trongd, og ongin ivi er um, at tað hoyrist, at nýggjar kreftir sleppa at royna seg nú, og at tíð og pengar eru settir av til bornini. Gullgreipan í ÚF Fótbóltsárið er farið at halla og hesar dagarnar tosa vit ófort um greipuvinnarar, bæði í Havn og í Klaksvík. Útvarp Foroya eigur eis- ini eina guligreipu í Jógvani og Súna, sum fyrimyndarliga hava sagt frá teimum stóru ítróttarhend- ingunum hetta summarið. Fekk útvarpið ein hvøkk í vár, so fekk sjónvarpið ein sting í summar, sum tók sína tíð at koma yvir. Men nógv bendir á, at stovnurin aftur er farin at senda við fullari styrki, og at í Vorðsluni er nakað positivt hent. Tað at tey smærri børnini kunnu síggja barnasjónvarp fyrr um kveldið, er ein góður bati. At fleiri foroyskar sendingar koma á skrán- na er eisini gott. Tað at Dagur og Vika ikki flaggar einsamøll, og at hyggjarin fær eina stytri sending omaná, haldi eg eisini er vegurin fram. Tað at sjónvarpið nú sendir månakvøld er í mini verð púra upplagt. Sum brúkarar av sjónvarpi og út- varpi mugu vit læra okkum at velja og vraka. | summar var tað næstan ikki neyðugt at hyggja í skránna. Sjålvt tå Hvítabók var løgd fram, ein mikudag herfyri, åvirkadi hetta ikki Steintór Rasmussen, lærari, skrivar sjónvarpskvoldið. Hesa seinastu vikuna hava verið fleiri tilboð. Krosskast og politisk orðaskifti í Læraraskulahøllini, Bestubitar, Kallur og Sprundié, Atlantic Giant, Innskot og nýggja eydnuspælið 6 í rútara. Hyggjarar, sum nærum hava verið stofffriir seinastu mánaðirnar, eru eitt sindur í villa- reiði, hvat er passaligt forbrúk at byrja við. Men eg haldi, at ein í gerandis- degnum kann merkja, at bjørnin er vaknað aftaná sítt summarhi. Og hon ætlar nú at hoyrast og síggjast. Oddvør Johansen, Steintór Rasmussen, Annika Joensen og Eyðun Joensen skiftast um at skriva Útsjón