Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-10-01, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 1. oktober 1999síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Fái eg stuðul, taki tíðindablaðið eg málið uppaftur Grundgevingarnar frá teimum, sum mótmæla ætlaða barnagarðinum á irgjum viga rættiliga tungt. Nógv skal til fyri at broyta eina byggisamtykt, og býráðslimir halda, at keypsprísurin á húsinum er ov høgur. Men fái eg stuðul frá øðrum býráðslimum, taki eg málið upp aftur, sigur Elin Lindenskov, for- kvinna í sostalu nevnd í Tórshavnar býráð FA | Ð KJØLBRO Í | ir byråd at Keyp 5 5 Argjun eið í Hav Arejum ikk k es yysn 5 t við > d i ð savIk A } stuðli ð k scg 3 3 Í > ; sine o 1 i ( 1 3 5 k - o Or S Kk ) Møguliga ikki slept 1 SVar uppa nakrar tok! ningar. og hesar hava vit sett Elini Linden- skov, forkvinnu í sosialu nevnd í Tórshavnar býráð Sum skilst tala grundgev- ingarnar hjá eigarafelagnum økinum, ið er ímóti barna garðinum, rættiliga tungt í viðgerðini. Bæði skrivliga og munnliga hevur eigara- felagið hvassliga mótmælt at fáa ein barnagarð sum inna, tí at økid bert er lað til sethus, og at tey ikki vilja hava meira ferðslu og larm inn í øki0. Foreldr- ð grundgevur har aft- at tað verður ein ikki minst fyri børnini, um Tórshavnar k eisini sleppur esi æt i bert ti, at tað kki h einstøkum eig ifeløgum, at grannarnir i okkara børn vid somu ettind im tey sjålvi ti. at børn okkara í einum væl ihvørvi við fri skari I Tað er avmarkad, hvussu larmur nog ferðsla og stendst av barna- garðinum, tí um kveldið og vikuskiftini er friður - Sjálvsagt skulu borgarar ikki sjálvir gera av, hvørjir grannarnir eru. Í hesum føri hevur ætlanin verið at keypt eini sethús í einum sethús- aøki. Eigarafelagið hevur rætt í, at byggisamtyktin sigur, at okið bert er ætlað sethúsum. Vit hava ikki tos- að um at broyta byggisam- tyktina. Um tað kann koma uppá tal, skulu onnur við- urskifti eisini tala fyri tí. Eitt nú prísurin á húsinum og økid rundan um. Fái eg stuðul frá øðrum býráðslim- um. taki eg málið uppaftur. Umsitingin hevur mælt mær til at steðga við máli- num út frá byggisamtyktini og prísinum á húsinum. Vit skulu eisini hava í huga, at privatfólk eiga hest húsini og at tey kunnu ikki bíða eftir okkum, sigur Elin Lindenskov Kommunan eigur økid uttan fyri barnagarðin og parkeringsokið, og kann ti gera sjálvan garðin og okið størri til endamálið. Limir í nevnd halda, at keypsprísurin á húsinum er ov høgur. Hann er settur til 2,1 mió. krónur og umframt skal peningur eisini brúkast sosialu til umvælingar og tillaging- ar i húsinum. - Tað er ógvuliga sjáldan, at vit finna eini sethús sum kunnu brúkast til barnagarð. Fyrstu ferð eg sá hesi hús- ini, helt eg tað verða upplagt at keypa tey, og eftir mínum tykki er prísurin ikki ov høgur, sigur Elin Linden- skov. Ber til at broyta Foreldrafelagið í Havn vil hava at vita, um byggisam- tyktin har hesi sethúsini standa, beinleiðis talar í- móti, at barnaansing er í økinum - Av ti, at hetta er sethus- aøki, ber ikki til at gera ein barnagarð uttan at broyta byggisamtyktina. Í øðrum økjum í kommununi stend- ur beinleidis i byggisam- tyktini, at dagstovnur kann byggjast. Tað ber sum sagt til at broyta byggisamtyktir, um landsmyndugleikarnir góðkenna tað. Skal ein sam- tykt broytast verður mett um, hvussu stóran týdning tað hevur, sum skal inn í okið og hvat virksemi talan er um, sigur Elin Linden- skov. Nr. 186 - 1. oktober 1999 - Eg dugi ikki at síggja nakra orsøk til, at okkara børn skulu ansast í økjum, sum eru roknað sum idnadarøki, sigur Elin Lindenskov, forkvinna í søsialu neynd í Tórshavnar býráð Eisini vil Foreldrafelagið hava at vita, hvussu byggi- samtyktir og býarskipanir eru tengdar saman, herundir vega- og byggiviðurskifti, tá ið talan er um ferðslu til og frá umrødda oki. Hendan spurningin fær forkvinnan í sosialu nevnd ikki svarað fyrr enn hann er kannaður nærri Góðkend Spælistovan á Argjum, ið heldur til í kjallaranum í umrøddu húsum, er sum all ir aðrir stovnar í Tórshavnar kommunu, góðkend eftir kunngerð nr. 62 frá 31. mars 1993 um dagstovnar, dag- røkt og døgnstovnar fyri børn og ung. Leigumálið um spælistovuna heldur fram, um húsini verða seld privatfólki. - Eisini sethús aðra staðni í kommununi, sum eru gjørd um til stovnar, eru góðkend eftir hesi kunn- gerð. eisini tey, sum liggja í sethúsagki. Og einki verður broytt hóast onkur kæra skuldi komið. Tá ið spurt verður, um Tórshavnar kommuna hev- ur nakrar ætlanir um at spyrja foreldur á Argjum eftir, hvat tey halda um hetta málið, kann eg bara svara fyri meg sjálva. Skal talan verða um samstarv við for- eldur, meti eg, at Foreldra- felagið er tað rætta at spyrja til ráðs, sigur Elin Linden- skov. Toftabørn fingið stórri fatan fyri teim gomlu Hesa vikuna hava næmingarnir á Toftum arbeitt við eldraspurningum við stór- um áhuga. I dag er oll bygdin boðin í skúlan at síggja, hvat er komið burtur úr evnisvikuni TURIÐ KJØLBRO Gerandisdagurin Toft: sk € ikki verið heilt g esa vikuna. Und og mentamála tti á skular kring ð um at arbeiða við eldraspurningum, nú altjóða andik eldraår er, og Tofta skuli var ikki seinur at taka av. Alla vikuna hava næmingarnir i øllum flokkum arbeitt við ymiskum, ið hevur við tey gomlu at gera, og í dag, sjálvan altjóða eldradagin, verður opið hus, har bygd fólkini kunnu stokka inn á gólvið at síggja, hvat er komið burtur úr Sum skilst á skúlastjóra- Tofta skúla. Maritu Dalsga hava børnini gingið evnisvikuna eldri, og at geva børnum eina størri vitan um, hvussu tey gomlu høvdu tað sum børn og ung. Og sum eg havi skilt á term gomlu, sum hava verið á skúlanum hesa vikuna, hava børnini verið ógvuliga áhuga í at hoyra, hvat tey hava at siga. Børnini hava gjørt eitt stórt arbeiði. Tey flestu hava verið á skúlanum longri enn vit hava ásett. Evnisvikan brýtur jú frá tí vanliga ger- andisdegnum, hetta er nak- að annað, tey eru saman oll, hava eina gongd fyri seg, og fólk eru komin á skúlan at greiða frá ymiskum Um tað er trupult hjá næmingunum at seta seg inn í, hvussu tey, sum eru gomul í dag, høvdu tað sum børn. sigur Marita Dals- gaard Tey t a uttan iva nakr | lanir um, nvuSsSu ð | maður hevur g issu tað var at vera barn undir krignum, og børnini vóru ógvuliga áhug- að. Tey gomlu hava tikið ógvuliga væl ímóti tiltaki- num. Stórt virksemi Øll hús á Toftum hava fing- ið innbjóðing um at vitja skúlan í dag frá kl. 16-20. Fyrsti, annar og triðji flokk- ur halda til á einari gongd, har tey fara at vísa fram, hvat tey hava gjørt. Fjórði og fimti flokkur fara somu- leiðis at halda til á einari gongd umframt í Fimleik- arhøllini. Har verða smærri leikir framførdir, sum vísa ymsu tíðarskeiðini frá gomlum døgum til okkara dagar Sætti og sjeyndi flokkur hava fingist við gamlar myndir, sum vísa ymsar ar- beiðsstøður. Í hoyna, í torvi og í skúla. Myndir eru vaksnar og hongdar upp Hesir næmingarnir hava eisini fingist við gomul spøl, og meðan tey spæla, eru tey ílatin klæði, ið eyð- kendu tíðina, spælini vóru frammi. Framhaldsskúlin hevur arbeitt við spurningum, ið snúgva seg um tey gomlu. Tey hava tosað við pensjón- istar, tikið myndir og savn- að tilfar, og alt hetta verður víst á veggjunum. Ein bólk- ur hevur arbeitt við at lært tey gomlu at arbeiða við teldu. Kaffistova verður á skúl- anum í dag við bakstri, har dentur er lagdur á at brúka uppskriftir, sum vórðu brúktar fyrr. Uttan iva ein forkunnugur biti hjá mong- um. Jónsvein Mikkelsen við rokkin og greiðir frá Mynd: Olaf Magnussen