fríggjadagur 1. oktober 1999síða 11
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr 186 + 1: oktober 1999 -"
tidindabladid S
DSV
if
Allan Skaalum,
stjóri á ALS:
- lkki misnytsla at
brúka skipanina
Hóast stjórin á ALS vil hava greiðar reglur fyri hvussu
arbeiðast skal við fiskavirkisskipanini, so vil hann ikki
fara so langt sum at siga, at skipanin verður misnýtt.
— Fólk fara so langt sum tey hava loyvið til, og í allar-
flestu fórum virkar skipanin eftir ætlan, sigur hann
SVEINUR TRÓNDARSON
Tá skipanin varð gjørd,
varð avgjørt, at soleiðis
skuldi skipanin virka, og tað
er soleiðis hon verður brúkt.
Og fólk skulu vera greið
yvir, at í allarflestu fórum
verður skipanin brúkt á
rættan hátt, sigur stjórin á
Arbeiðsloysisskipanini, All-
an Skaalum.
Leiðslan fyri ALS hevur,
saman við stýrinum fyri
stovnin, í longri tíð arbeitt
við eini kunngerð, sum
greitt skal áseta reglurnar
fyri hvussu fiskavirkisskip-
anin hjá ALS skal virka og
handfarast av teimum sum
brúka hana, og serliga hjá
teimum sum umsita hana.
— Í hesum sambandi eru
vit komin eftir, at tað eru
vidurskiftir, sum ikki eiga
at virka sum tey gera í dag,
sigur hann.
Stjórin á ALS sigur, at
millum annað er fráboðanin
ein trupulleiki, sum hevur
við sær, at upplýsingar
kunnu detta niður ímillum.
Urslitið av hesum er, at onk-
ur fær pening, sum ikki hev-
ur rætt til tað, og tað er m.
a. hesum ALS vil byrgja
upp fyri.
— Vit skulu minnast til, at
fiskavirkisskipanin hjá ALS
varð = uppfunnin meðan
landið var í svárari kreppu,
og tí var hon skrúvað saman
sum hon er. Varð ein kunn-
gerð gjørd tá, hevði hon
neyvan sæð út sum okkara
uppskot til kunngerð, sigur
Allan Skaalum.
Viku fyri viku
Sum nevnt á síðuni framm-
anfyri og f bladnum Skyråk
hjá ALS, so verður spurn-
artekin sett við hvussu
fiskavirkisskipanin virkar, tí
fólk, sum hava eina høga
inntøku eisini fáa stuðul frá
ALS. Hetta t. d. av tí, at tey
arbeiða aðru hvørja viku og
hava frí aðru hvørja viku.
— Tað kunnu vit ikki gera
nakað við. Tá skipanin varð
gjørd, var avgjørt, at tað
skuldi gerast upp viku fyri
viku, og tad hevur vid sær
at fólk, sum ikki hava ar-
beiði eina viku fáa stuðul
fyri tað vikuna, sigur stjórin
og leggur afturat, at tað ikki
er ólógligt at gera á tann
hátt. Tað er heilt í samsvar
við lógina, men spurning-
urin er bara, um tað var ætl-
anin tá skipanin varð gjørd.
Tað er m. a. tí tey hava
eftirlýst eini kunngerð, sum
ásetur hetta.
— ALS hevur ongar trup-
ulleikar yvirhøvur av at um-
sita skipanina å tann hått,
um nidurstødan verður at
tað er soleiðis tað skal
verða, men vit biðja um at
fáa tað ásett í eini kunngerð,
sum sigur at soleiðis verður
farið fram, sigur stjórin á
ALS.
Tí er tað at spurningurin
um broytingar í fiskavirk-
isskipanini er til viðgerðar.
Allan Skaalum vísir eisini
á, at tað í grundini ikki er
ein spurningur um inntøku,
hvussu stór ella lítil hon er,
tí tá ein sjómaður sum legst
uppi ikki fær arbeiði, so fær
hann útgoldið frá ALS fyri
tað tíðarskeiði tå hann ikki
hevur arbeiði.
— Men á fiskavirkjunum
er tað so, at tú kanst hava
arbeiði eina viku og vera
heima eina viku. Tað vikuna
tú ert heima, ert tú skrá-
settur sum arbeiðsleysur,
hóast tú í grundini hevur eitt
rættiliga fast tilknýti til ar-
beiðsmarknaðin. Við reglu-
ligum arbeiði, aðru hverja
viku, t. d. hjá sama arbeiðs-
gevara. Men skipanin loyvir
hasum, ti hon tekur stødi i
A
5
—
Fólk hava møguleika at standa skrásett sum arbeiðsleys í eina viku og so arbeiða
eina aðra viku, og tann møguleikan brúka tey. Spurningurin er so bara, um tað er
ætlanin við skipanini. Er tað ætlanin, so vilja vit hava at vita, hvussu vit skulu umsita
tað, og tað er í grundini ætlanin við kunngerðini, sigur Allan Skaalum,stjóri á ALS
vikuavrokning, sigur Allan
Skaalum.
Mugu ansa væl eftir
Tí heldur stjórin, at tað er
neyðugt at ansa ótrúliga væl
eftir um ein velur at broyta
fiskavirkisskipanina.
Hann heldur, at tað altíð
er ein vandi fyri at skipanin
kann toyggjast, uttan tó at
verða brotin, og tí skal tað
sum møguliga verður sett í
staðin vera púra greitt.
— ALS hevur bara ein part
av umsitingini av fiskavirk-
isskipanini, sum hon er i
dag, ti ein ståru partur av
umsitingini er lagdur út á
virkini, sigur stjórin.
Hann leggur kortini aft-
urat, at skulu >holini< dekk-
ast, so er neyðugt t. d. at
tryggja at tað verður eitt ella
annað slag av fráboðanar-
skyldu, sum kann fylgjast
frá tí arbeiðsleysa til ALS,
tí so er einki at kjakast um.
Arbeiðsloysi
minkað nógv
Tað er í hvussu er ein veru-
leiki, at tað er ein »løgin«
gongd tá tosað verður um
arbeiðsloysi innan fiska
virkisskipanina.
Vanliga arbeiðsloysi er,
sambært tølum frá ALS
lækkað við umleið 70 pro-
sentum. Í 1993 vórðu út-
goldnar um 250 mió. krónur
úr ALS. Í 1998 var hetta
talið komið niður á 75 mió.
krónur.
I sama tíðarskeiði er út-
gjaldið i fiskavirkisskipan-
ini fallid vid umleid 30 pro-
sentum. Okkurt åri hevur
utgjaldid verid uppi å 30
mió krónum i fiskavirkis-
skipanini. I år væntar stjór-
in, at tað fer at liggja á uml.
20 mió. krónum
Sama tíðarskeið er tað
»vanliga« arbeiðsloysi fall-
ið so nógv, at tað nú er upp
á 4 prosent (bara ALS-tøl
I fiskavirkisskipanini er tal-
ið av teimum arbeiðsleysu
farið eitt kvinki uppeftir.
Og tað er ein trupul-
leiki, tá summi virkir als
ikki fáa folk, staðfestir stjór-
in á ALS
Tað gongur stúkandi hjá F 'øroya Tele:
Inntøkurnar øktar
við 25 prosentum
Vit tosa í telefon sum ongantíð fyrr, og tað sæst aftur á
roknskapinum hjá Føroya Tele, sum fyrra hálvár 1999
hevði eitt avlop upp á 10,8 mió. krónur aftan á at sett
var av til skatt og konsessiónsgjald
SVEINUR TRÓNDARSON
Ikki kann sigast annað enn
at Føroya Tele hevur fingið
eina sera góða byrjan.
Roknskapurin fyri fyrra
hálvár 1999 vísti eitt avlop
upp á knappar 11 mió. krón-
ur aftaná at góðar 6 mió.
krónur vórðu settar av til
konsessiónsgjald og til
skatt.
Sammett við árið fyri er
hetta ein rættiliga stór fram-
gongd, tí úrslitið fyrstu seks
mánaðirnar í ár er heili 16
prosent betri enn úrslitið
fyri sama tíðarskeið í fjør.
Tað, sum mest av øllum
er vert at leggja sær í geyma
er, at inntøkurnar hjá Før-
oya Tele eru vaksnar vid
heili 25 prosentum.
Fyrra hålvår i fjør hevði
Føroya Tele umleid 85 mi6.
krénur, men i år er hetta
talid økt vid ikki minni enn
21 mi6. krénum.
Hetta er ein rættiliga 6gv-
uslig hækking, sum gevur
greidar åbendingar um, at
føroyingar brúka telefonina
rættiliga nógv.
Sambært tíðindasrkivi frá
Føroya Tele, so skal orsøkin
til hækkingina finnast å fyra
konti - fartelefoni, internet,
fastnetstelefoni og vøru-
sølu.
Tað er vert at bíta merki
í, at tað er innan fartelefoni,
at stóri vøksturin m. a. er.
Tað er minni enn eitt ár
síðani at vit fingu GSM far-
telefonskipanina setta til her
á landi, og sambært upplýs-
ingum frá Føroya Tele, so
verða einir 20 nýggir brúk-
arar settir til hesa skipan
hvønn dag.
Kostnaðurin fyri hesa
skipan var, eisini sambært
upplýsingum frá Føroya
Tele, væl minni enn upp-
runaliga vænta, men hóat
tað, so er eindarprísurin fyri
nýtslu av GSM fartelefon
væl hægri í Føroyum enn
hann er í okkara granna-
londum.
Tí er tað kanska ikki so
løgid, at inntøkurnar hjá
Føroya Tele hækka.
Internetið veksur enn
Eitt annað øki, sum bæði
gevur Foroya Tele gleðir og
sorgir er internetið.
Síðani føroyingar av
fyrstan tíð vóru knýttir upp
í hetta heimsumfatandi net
eru alsamt fleiri brúkarar
lagstir afturat.
Tað er tí heldur ikki uttan
trupulleikar, og einu tíðina
gekk heilt av skriðuni, tí
Føroya Tele hevði mett
skeivt tá mett varð um
vøksturin í tali av brúkarum
av internettænastu felags-
ins.
Hetta royndu teir at bøta
uppá, og tað skal sigast til
teirra verju, at sambandið
við internetið og >nýtslu-
fridurin« - um vit kunnu
kalla tað so, tá vit sleppa at
brúka netið uttan at verða
tveittur av - er eisini vorðin
nógv betri.
Sambært hálvársrokn-
skapinum fyri fyrra hálvár
í ár er økist talið av int-
ernetbrúkarum alsamt, tí tað
er eisini har Føroya Tele
hevur skrásett ein vøkstur.
Vit royndu at fáa eina
viðmerking frá leiðsluni á
Foroya Tele, men av tí at
teir vóru upptiknir á fundi
bar tað ikki til. Vit rokna
við at fáa fatur á teimum til
blaðið í morgin.
Tað gongur við tí rúkandi ferð framá hjá Føroya Tele,
sum fyrra hálvár i ár kann staðfesta ein vøkstur í inn-
tókunum upp á ikki minni enn 25 prosent