leygardagur 2. oktober 1999síða 7
‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 187 - 2. oktober 1999
Deildarleiðarar
vilja hava kanning
tíðindablaðið
Teir sjey deildarleiðararnir hjá Landsverkfróðinginum meta, at uppsøgnin av
landsverkfróðinginum er eitt fyrisitingarligt prinsippmál. Ut frá tí ynskja teir
eisini, at fyrisitingarlig kanning verður sett í verk, sum kann avdúka, hvat fór
fram í sambandi vid uppsøgninga
NICLAS JOHANNESEN
Ein kanning skal avdúka,
hvat veruliga fór fram í
sambandi við uppsøgnina
av landsverkfrødinginum
fyri jól 1998.
Hetta er ein av nidurstød-
unum hjá teimum sjey
deildarleiðarunum á LV, ið
saman við starvsfólkunum
hava skrivað og savnað
skjalatilfar í 166 síðurs
drúgvari frágreiðing, sum
varð handað løgmanni An-
finn Kallsberg hósdagin.
Leiðararnir staðfesta, at
eftir uppsøgnina eru LV
komið úr einari góðari ring-
rás inn í eina ónda ringrás.
Leiðararnir staðfesta, at
„tað er hevur týdning, at
tamarhald fæst á manipul-
erandi kreftum“, sam-
stundis leggja teir dent á, at
málið hjá landsstýrinum um
rationalisering „bert kann
gerast saman við medar-
beiðarunum.“
Stríðið millum Vinnumál-
astýrið og LV verður ikki
beinleiðis nevnt. Men
summir setningar kunnu illa
misskiljast:
„Hóast tíðin síðani jóla-
halguna 1998 á so mangan
hátt hevur verið ødrvisi enn
tíðin beint frammanundan,
so vísir hon, at tað er sann-
líkt, at ein nýggjur og eins
góður landsverkfrødingur
(stjóri) og tann farni vil fáa
somu samstarvstrupulleik-
ar, tí tey fyrisitingarligu po-
litisku virðini á stovninum
eru ikki í samljóði við onnur
virði í pørtum av almennu
fyrisitingini.“
Henda ónavngivna, men
kortini beinleiðis heilsanin
til Vinnumálastýrið, fær
deildarleiðararnar at víðari
at staðfesta, at „tað er heldur
ikki sannlíkt, at ein nýggjur
og eins góður landsverk-
fróðingur (stjóri) undir øðr-
um organisatoriskum skip-
anum, men uttan eina við-
gerð av tí, sum hendi á jól-
um 1998, vil loysa nakran
trupulleika í longdini.“
Stovnsleiðararnir meta
haraftrat eisin, at uppsøgnin
av Henningi Jacobsen fram-
vegis stendur sum ein forð-
ing fyri at koma víðari við
politiska málsetninginum
um at rationalisera LV. Teir
vísa somuleiðis til, at í kjal-
Makstriðið
Skjøl visa, at aftan fyri uppsøgnina av Henning Jacobsen
landsverkfróðingini, valdaði eitt strid um umsitingarligt
territorium, ið byrjaði longu í 1997
NICLAS JOHANNESEN
Skjøl vísa, at tað var tá
Vinnumálastýrið fór at
virka undir nýggju stýris-
skipanarlógini, at togtogan
um umsitingarligt territori-
um byrjaði at vinda upp á
seg. Í hesum føri vóru stríð-
andi partarnir Vinnumála
stýrið og LV.
Hesi skjól eru nú kunn
gjørd í frágreiðingini frá
deildarleiðarunum hjá LV.
Í maí mánað í 1997 skriv-
ar Henning Jacobsen, lands
verkfrødingur, til Arna
Poulsen, vinnumálastjóra,
at hann heldur tad vera
»hvørki sømiligt ella ratio-
nelt soleiðis eina ferð um
árið, tá ið fíggjarætlan verð-
ur løgd, at flyta umsitingina
av einum oljutanga nú og
einum bygnini tá, alt eftir,
hvat onkur kemur í tankar
um.“ Landsverkfrødingurin
sipar eitt nú til oljugoymsl-
urna í Søldarfirøi.
Arne Poulsen vísir í svar-
skrivi sínum 17. juni 1997
til broytingarnar „bæði stýr-
isskipanarliga og umsiting-
arliga síðstu tvey árini“.
Vinnumálastjórin = skýtur
upp, at „At Vinnumálastýrið
og Landsverkfrødingurin i
felag nærri definera upp-
gåvurnar hjå Landsverk-
fróðinginum“.
Hesum er Henning Jac-
7
obsen við upp á. „Roknað
verður við, at tygum kalla
inn til fyrsta fundin“, svarar
landsverkfrødingurin í
skrivi 18. juni.
Ongi skjøl fyriliggja í frå-
greidingini frå deildarleid-
arunum å LV, um hesin
fyrsti fundur nakrantíð varð
hildin.
Stóri = kollveltingarligi
dagurin tykist tó at vera 25.
mars 1997. Tá kunngjørdu
Edmund Joensen, løgmaður
og Arne Poulsen, vinnumál-
astjóri nýtt uppskot um regl-
ugerð fyri Landsverkfrød-
ingin.
Í hesum stóð: „Vinnumál-
astýrið ásetur tær reglur,
sum til eina og hvørja tíð
;
þ
i
4
skulu galda fyri stovnin
(LV)“. I skrivi dagfest 20.
april 1998 sigur Henning
Jacobsen, at verður hetta til-
feldið „so kann alt gera tað
sama, tí eftir hesum kann
vinnumálastýrið til eina og
hvørja tíð gera, sum tí lystir
uttan at spyrja seg fyri —
hvorki hjá landsstýrismanni
og/ella hjá stovnsleiðara.“
Tveir dagar seinni — 22.
apríl 98 — var reglugerð fyri
landsverkfrødingin undir-
skrivad av løgmanni Ed-
mund Joensen og vinnumál-
astjóranum Arna Poulsen —
óbroytt."
Atta mánaðar seinni var
Henning Jacobsen koyrdur
úr starvi.
arvørrinum á jólastríðnum
eru eisini møguleikar skapt-
ir „fyri eini skipaðari rati-
onalisering á stovninum og
í tí almennu fyrisitingini
annars.“
Uppsógnin av Henningi
Jacobsen, fyrrverandi
landsverksfróðingi, hevur
elvt til tvær frágreiðingar.
Erik Biskopstø, virkandi
stjóri á LV hevur skrivað
um funktiónirnar á stovni-
num, meðan deildarleiðar-
arnir viðgera tann meira
hugsjonarliga partin
Fyrsta leygardag í hverjum mánað hava vit opið frá kl 10.00-14.00
Vit hava Ford Ka, Focus og Fiesta á goymslu.
Serútgávur av Ford Ka og Ford Fiesta til serprís.
Kom inn á gólvið og fá eitt sera gott tilboð, sum tú ikki kann siga NEI til.
Vit síggjast hjá Ford
Akranesgøta 5 - FO 100 Tórshavn - Tlf. 313873 - Fax 311173