Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-10-02, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 2. oktober 1999síða 9

‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 187 - 2. oktober 1999 Hvivltenni seldur til Tallin Rækjutrolarin Hvivltenni verdur i næstu viku seldur til Estlands fyri umleið 50 milliónir krónur JOHN JOHANNESSEN Gongst alt sum ætlað, fær ståsiligi føroyski rækjutrol- arin, Hvivltenni, í komandi viku heimstað í Tallin i Est- landi. Skipið verður nevni- liga selt til eitt reiðari við íslendskum og estlendskum partapeningi fyri 50 milli- ónir. Kjartan Joensen, reiðari, sigur orsøkina til søluna vera, at ætlanin er at byggja nýtt og betri skip. Tó vísir hann á, at Hvivltenni er eitt tað besta av brúktu skip- unum í Føroyum, men nýggir veiðuhættir gera, at neyðugt er við einum skipi við stórri masinorku. Tískil loysir tað seg ikki at keypa eitt annað brúkt skip, men neyðugt er heldur at byggja nýtt. Fiska við trimum trolum | Tad gerst alsamt meira van- ligt hjå nyggjaru rækjutrol- arunum at fiska vid trimum trolum í senn. Hvivltenni varð fyri knøppum 15 árum síðani bygdur at fiska við einum troli, og tískil er ma- skinorkan eisini hareftir. Tó eru fimm ár liðin síðani skipið legði um til at fiska við tveimum trolum. Hetta hevur virkað væl, men ikki fer at bera til hjá Hvivltenni at fiska við trimum trolum. Hetta verður rætt og slætt ov tungt. Tiskil hevur Kjartan Jo- ensen avgjørt at selja skip- ið og byggja nýtt. Men ar- beiðið at projektera nýtt skip er tó ikki byrjað enn. Vantandi politiskur vilji — Tað er eitt ógvuliga tungt tak í Føroyum at fara undir at byggja nýtt skip. Før- oyski fiskiflotin er, sum vit vita, niðurslitin, men tó sær ikki út til, at politiskur vilji er til staðar at stuðla einari endurnýggjan av fiskiflot- anum. Kjartan Joensen vísir á, at hann í trý ár hevur spurt seg fyri hjá Fiskimálastýrinum, um tað fer at bera til at fáa stuðul til bygging av nýggj- um skipi, men haðani hevur hann hvørja ferð fingið sama svar. — Svarið úr Fiskimálastýr- inum hevur hverja ferð ver- ið, at arbeitt verður við at leggja fram eitt uppskot um endurnýggjan av fiskiflot- anum, men enn er einki hent, sigur Kjartan Joensen, ið fýlist á, at myndugleik- arnir leggja so lítið í tíðindablaðið S Hvivltenni, sum í næstu viku fær navnið Taurus, er bygur í 1985 á Langsten skipasmiðjuni í Noregi. Hann hevur 3 500 Bhk Mercedes Benz Maskinur og siglir 14,8 míl høvudsvinnu okkara, fiski- vinnuna. Kjartan Joensen er argur inn å, at ein partur av full- veldisætlanini snýr seg um at avhøvda fiskivinnuna. Hann heldur tad beinleidis vera at vanvirða fiskivinn- una, tå tað alla tíðina verður tosað um at finna aðrar vinnur, meðan primervinn- an verður gloymd. - Eg má siga, at eg eri argur inn á Høgna Hoydal, men tó skilji eg hann, um hann er úr tí flokkinum í Hoydølum, ið kom til ta niðurstøðu, at fiskivinnan er ein trupulleiki fyri føroyska samfelagið, sigur ein speiskur Kjartan Joensen, ið Jørdin risti telduheimin Tøkni: Jarðskjálvtin, sum skakaði Taiwan fyri viku síðani, hevur sett síni týðiligu spor gjógnum telduheimin. Eisini í Fóroyum merkist jarð- skjálvtin, men tað er tí, at prísirnir á RAM eru næstan fýrafaldaðir upp á stutta tíð, og teir hækkað meira enn Sveinur Tróndarson Hóast jarðskjálvtin, sum var máldur til 7,6 á Rictherskal- anum, rakti Taiwan í seinastu viku, so merkjast ristingarnar av jarðskjálvtanum eisini í Føroyum. Tær merkjast ikki við at føroyingar mugu sova á berajólum, men á tann hátt, at prísurin á RAM til teldur er farin "til himmals” um vit kunnu siga tað so. Fyritøkur í Havn, sum Sos- ialurin hevur tosað við, siga, at tað er stórur munur á prís- inum nú, og bara fyri tveim- um vikum síðani. Og prísurin bara hækkar, siga tær báðar fyritøkurnar vit hava tosað við. Føroyski utsøluprisurin á RAM var fyri umleid tveim- um vikum síðani millum 700 og 800 krónur fyri 64 Mb RAM. Tær fáu RAM eindir- nar, sum eru til at fáa hendur á í landinum enn kosta nu nærum 1.400 krónur. Hesin prísurin fer tó ikki at halda siga fyritøkurnar vit hava tosað við, tí skal RAM bíleggjast úr Danmark í dag, so verður utsøluprisurin uml. 2.100 krónur fyri 64 Mb RAM Sama skil er, um tú ætlar tær at keypa 128 Mb RAM. Prisruin var fyri tveimum trimum vikum síðani um 1.500 krónur, men skal hesin luturin keypast úr Danmark í dag, so er søluprisurin heilar 3.800 krónur. Av báðum fyritøkum frætta vit, at hækkingin ikki er steðga enn, og at vit tí kunnu vænta, at sleppa at gjalda upp aftur meir fyri henda teldu lut. At hvor av øðrum liva må, kann staðfestast í hesum før- inum. Danska blaðið Computer worl skrivar um donsku teld- ufyritøkuna Memory Card, sum selur sokalladi DRAM lutirnar. Fyri heilt stuttari tíð síðani keypti fyritøkan fyri ikki minni enn 200 mió. krónur frá taiwanskum fyri- tókum, men eftir jarðskjálvt- an er virðið á gymsluni hækk- að til 280 mió. krónur. Stjórin í fyritøkuni våttar fyri Computerworld, at goymslan er upp á uml. 200 mió. krónur, men hann kann ikki siga, hvussu nógv fyri- tøka hansara hevur forvunnið upp á jarðskjálvtan Veruleiki er tað tó, at eitt standard DRAM-produkt, sum mánadagin fyri góðari viku síðani kostaði 13 doll arar eftir heilt fáum døgum var hækkað til 18 dollarar fyri eintaki. Spurningurin er bara hvussu leingi henda stødan kemur at halda og hvussu leingi pprísurin kemur at halda sær har uppi. Jarð- skjálvtin hevði tíbetur ikki tað við sær, at virkini á Tai- wan vórðu javnaði við jørd- ina, men av tí at talan er um eina sera neyva framleiðslu, skulu øll tól innstillast av nyggjum, og tad tekur tid, verður sagt í Computerworld. Mett verður, at fyritøkurnar í Taiwan — tær eru fleiri — i alt sita á umleið 20 prosent- um av heimsmarknaðinum av RAM. vísir á, at neyðugt er at byggja nýtt skip, um fylgj- ast skal við. Kjartan Joensen heldur orsøkina til politiska viljan vera ósemju millum Tjóð- veldisflokkin og Fólka- flokkin. Hann sigur, at tá Tjóðveldisflokkurin hevur eina ætlan, er Fólkaflokk- urin ímóti, og tá Fólka- flokkurin hevur eina ætlan, er Tjóðveldisflokkurin ímóti. Hetta heldur hann vera orsøkina til, at tað ong- an veg gongur politiskt í føroyska samfelagnum. Tað er eingin trupulleiki at fáa fígging til eitt nýtt skip, men trupult verður at gjalda hana aftur. Tí er neyðugt við fígging, sigur Kjartan Joensen, ið vænt- andi fer at handa estlendska reiðaríðnum Hvivltenni mikudagin. Skipið stendur í løtuni uppi á turrum hjá Tórshavnar Skipasmiðju Kjartan Joensen vil ikki siga, um nøkur skuld var í skipinum Maskinan við óteljandi møguleikunum Kann brúkast bæði sum o.m.a. lessari/krani og gaffiltrukkur 0. K. HEILSØLA & MASKINUR 430 Hvalvik - Tlf. 422394