leygardagur 2. oktober 1999síða 10
‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
10
tíðindablaðið
Nr. 187 - 2. oktober 1999
Viðmerking:
Sátt og semja, meðan ákærurnar okkum lemja í
Øsing í fólkinum
Eg spurdi einaferð eldri
mann, hvussu stødan var i
hansara bygd undan fólka-
atkvødun: 14. sept. 1946.
Hann svaraði, at tað av gjørt
var ein tíð, hann seint fór at
gloyma og sanniliga ikki
ynskti at uppliva aftur. Fyri
tað fyrsta, so var hond ikki
tíkin í nakað, eingin fór til
arbeiðis, eingin fór til út-
róðurs ella til annað arbeiði.
A hvørjum húsahorni stóðu
menn og umrøddu hesa
góðu folkaatkvødu, verða
skuldi. Men tað mest 6-
hugnaliga, segði hann, var,
at menn, sum frá barnsbeini
høvdu verið vinmenn nú
knappliga gjørdist arvafígg-
indar. Politikkurin og teirra
støda til loysingina skilti teir
at fyri lívið. Eitt annað, sami
maður hevði bitið merkið i,
var, at menn, sum annars
vóru hampamenn, knapp-
liga skiftu ham og gjørdist
sum vargar.
Hóast vit enn ikki hava
tikið nøkur nevnuverd pol-
tisk stig mótvegis einari
loysing ella fullveldi, ella
hvat teir velja at kalla barn-
ið, so síggja vit longu eina
atferð, sum minnir ikki heilt
einki um tað, sum heimild-
armaður mín greiddi frá.
Hetta er sum beint áðrenn
kórið fer at syngja. Kórleið-
arin skal finna rætta tónan
og geva kórinum hann.
Tónin er sligin ann. Men
hóast kórið enn bíðar eftir
kórleiðaranum, so hoyra vit
nakrar djúpar og dekkar
bassrøddir. Ein av Sandi og
flein år Havn
Landasvikjarar, quis-
lingar og blóðpengar
Tj6dveldisflokkurin hevur
seinastu tíðina rættiliga vist
Føroya fólki á hverjum
stødi, vit skulu rokna vid,
at ordaskiftid hereftir skal
verða. ”Landasvikjarar”,
"qusilingar" og javnaðar-
menn og "blóðpengar" hetta
er nakað av tí orðavali, sum
Tjóðveldisflokkurin hevur
lagt til brots við, nú nakrar
fáar dagar fyri aðalorða-
skiftið.
Eg havi neyvan nakrantíð
lisið greinar, sum hevur ver-
ið so gjøgnumsurgadar av
hatri, sum tær, sum ting-
menn hjá Tjóðveldisflokki-
num hava skrivað seinastu
dagarnar. Eitt er, at vit ting-
menn verða ákærdir fyri
bæði líkt og ólíkt, tí vit
kunnu hóast alt royna at
verja okkum, men verri er,
at politikkarar, sum eru
farnir frá hesum heimi fyri
meira enn 30 árum síðani,
kanska áðrenn greinskriv-
arin var føddur, verða lagdir
undir tær mest alvorssomu
ákærur, hugsast kunnu.
Tað kann eg siga tær, Páll
á Reynatúgvu, at tað er sera
ivasamt, um tú hevði verið
verdur at bundið tveingjur-
nar hjá honum, sum tú nú
ikki vil lata hvíla í friði
undir grónum flagi. Hann
kom forrestin eisini úr
Sandoynni. Men gamalt er
at siga, at munur er á monn-
um.
Eru tit tingmenn úr Tjóð-
veldisflokkinum greiðir
yvir, hvussu tungar ákærur
um landasvik eru? Eru tit
greiðir yvir, at eitt samfelag,
har aðrar hugsanir enn hjá
teimum ráðandi ikki verða
góðtiknar, er eitt vandamik-
ið samfelag?
Kenna tit samfeløg aftur,
har oll tey, sum ikki vóru
samd við teimum ráðandi,
vórðu skírd fyri svíkjarar og
skaðilig?
Annars hevði tað einasta
rætta verið, at Javnaðar-
flokkurin stevndi tykkum
fyri ærumeiding, men tad er
fyri tað fyrsta at tilleggja
tykkum ov nógvan týdning,
og harnæst hava vit stórar
politiskar uppgåvur, vit
skulu bæði brúka tíð og
kreftir uppá.
Vit leggja teimum
orðini í munnin
Javnaðarflokkurin innflytur
danskar poltikkarar fyri at
forða fullveldistilgongdina,
siga teir, og so leggur Javn-
aðarflokkurin og kanska
serliga formaðurin teimum
orðini í munnin. Hann for-
telur teimum, hvat teir skulu
siga.
Eg havi verið á lands-
fundi hjá Javnaðarflokki-
num seinastu 20 árini. Tað
hevur aloftast verið soleiðis,
at gestir frá hinum norður-
lensku javnaðarflokkunum
hava verið við. Javnaðar-
hugsjónin er ikki ein dunn-
uhyljahugsjón. Hon livir á
altjóðastøði, og ti er tað fyri
okkum púra náttúrligt eisini
at samskifta við aðrar um
okkara og teirra hugsjónir.
Hetta hevur verið ein fastur
táttur á okkara landsfund-
um. Av gestum úr Danmark
seinastu árini kann eg nevna
Poul Nyrup Rasmussen,
Svend Auken, Ole Stavad
(hevur verið fleiri ferðir),
Sonja Mikkelsen og Hans
Jørgen Jensen. Men vit hava
eisini av og á havt gestir úr
Svøriki, Noregi og úr Is-
landi. Fyri okkum er hetta
púra náttúrligt. Men fyri
paranoidar tjóðveldismenn
við skýklappum er her bein-
avegin talan um trojanskar
hestar.
Sambandsflokkurin hev-
ur eisini altid gestir ur
Vinstra, tå teir halda lands-
fund, og hvat skeivt er i ti?
Vit ætla okkum at halda
fram vid hesum uttan mun
til, hvat dunnuhyljapolitikk-
urin hjá Tjóveldisflokkinum
annars sigur.
Og meina tit veruliga, at
danskir politikkarar, sum
hava vunnið sær ráðharra-
sess ella framstandandi
leiklut í flokkinum, lata sær
siga, hvat teir skulu siga?
Hvussu leingi yvirlivir tú,
um tú bert tekur uppaftur
tað, sum aðrir siga. Tað
kunnu tit kanska best greiða
frá.
Hví ræðast
sannleikan?
Er tað at skaða fullveldi-
verkætlanina, at nøkur facts
koma á borðið. Høgni Hoy-
dal vildi vera við á fundi á
Læraraskúlanum, at hetta
var at leggja seg út í før-
oyskan politikk. Vit aðrir og
eisini buskaparfrødingar
skuldu ikki siga tingini við
teirra rætta navni, tí tað vildi
eisini skaða møguleikarnar.
Tað er eins og vit skulu lata
fólkið liva í eini trúgv. Vit
skulu fyrigikla teimum eitt
"Shangrila".
Tað er ein ótrúligur veik-
leiki at renna undan sann-
leikanum.
Eg havi stóra virðing fyri
teimum tjóðveldismonnum,
sum vilja hava loysing og
samstundis gjalda tann
neyðuga prísin. Tað er ein
erlig søk. Men eg kann ikki
foreina meg við teir, sum
vilja hava loysing og sam-
stundis royna at billa ollum
øðrum inn, at tað ongan prís
hevur.
Skiftistíðin
Hví skulu danskir politikk-
arar ikki úttala seg um skift-
istíðina? Hon er væl saktans
minst líka viðkomandi fyri
teir sum fyri okkum. Teir
koma jú at gjalda blokkin í
skiftistíðini. Tí dugi eg ikki
at síggja nakað forgjørt i, at
teir hava eina meining um
hetta. Og hana duga teir at
hava, uttan at eg skal siga
teimum tað.
Hvat skuldi annars mítt
motiv verið fyri, at skiftis-
tíðin gjørdist so stutt sum
gjørligt? Og er tað ikki at
tilleggja mær evnir, sum eg
ikki havi?
Skuldi eg møguliga havt
ávirkan á danskar javnað-
armenn (kanska sum takk
fyri valið av Bithe Weiss í
fjør), hví skuldi eg so eisini
havt ávirkan á aðrar danskar
politikkarar. Stavad er sann-
iliga ikki tann einasti, sum
hevur givið til kennar, at
talan ikki verður um eina
skiftistíð upp á 15 til 20 ár.
Tað hava aðrir eisini nevnt
m. a. Poul Nyrup Rasmus-
sen (S), Anders Fog Ras-
mussen (V), Poul Nødgård
(DF), Peter Skårup (DF),
Margrethe Auken (SF),
Henning Grove (KF).
Landsstyrismadurin — i
sjålvstyrismålum hevur nú
lagt taktikkin um. Nú sigur
hann, at hann ætlar ikki at
loysa, og tað hevur hann
ongantíð ætlað. Í einari
samrødu við Sosialurin
ljóðar hann næstan sum um,
at hann ætlar at søkja lima-
skap í Sambandsflokkinum.
So nú hevur hann rættiliga
ørkymlad veljaran. Vanliga
hevur annars verið at hoyrt,
at eingin veit, hvat Javnað-
arflokkurin vil, men nú má
sigast, at fáur veit, kanska
ikki teir sjálvir, hvat tað er,
sum Tjóðveldiflokkurin vil?
Man tað veruliga vera
semju, tit vilja hava?
Men lat tað fara fyri fyrst.
Annars leggur Høgni Hoy-
dal nú upp til ta breiðu
semjuna. Skilagott, sjálvt
um hetta átti at verið gjørt
fyri langari tíð síðan. Hann
leggur upp til breiða semju
í Uttanlandnevndini, og tað
er eisini skilagott, hóast vit
av ringum royndum vita,
hvat tað merkir, tá loysing-
amenn leggja ráð saman.
Tað kostaði andstøduni for-
mansskapin í nevndini á
sinni.
Men eg má erliga siga, at
eg haldi íkki, at tingmenn
Tjóðveldisfloksins og aðrir
við hava lagt upp til kon-
struktivt samstarv.
Tit hava lagt grundarlag-
ið. Tit hava sligið tónan ann.
Og skuldsetingar sum
”landasvikjarar” og "quis-
lingar", og at vit hava fingið
”bl6dpengar”, er ikki nakað
serliga gott utgangstødi fyri
hvorki aðalorðaskifti ella
breiðum semjum.
Keypmannahavn 1. okt.
1999
Jóannes Eidesgaard
Høgni er fyrsti KT-vørdurin í ríkinum
KT: A eini lítlari samkomu seinnapartin hósdagin fekk Høgni Hammer handað prøgv sum fyrsti KT-vórður i ríkinum
SVEINUR TRÓNDARSON
Talið og slagið av útbúgv
ing g so hvort sum
tok nennir samfelagið
Og vidhvørt hendir tað seg
k K a 10 5
H Ha € in
KK SÍ et
k | 1
K I hur
g?
i o
( ut tað ikk k;
Kann sonnum sigast at
hann varð fyrstur.
Lært hjá
Formula Xerox
Lærutiðina hevur Høgni
Hammer staðið hjá Formula
Xerox, har Pauli Jacobsen
hevur verið lærumeistari.
Hetta er fyrstu ferð, at For-
mula Xerox hevur havt lær-
ling, og ti var dagurin ser-
ligur fyri fyritøkuna eins
væl og hann var fyri lærl-
ingin
Høgni
progv sitt
Hammer fekk
handað á eini
samkomu seinnapartin hós-
dagin, har nýútnevndi stjór
in Oli Hansen ynskti honum
tillukku við lærubrævinum
Afturvid ynskjunum og
blómum fekk hann boðið
Star hjá FYritókunt
SIN,
Byrjadi sum
datamekanikari
m KT-vørdur hósdagin,
so var tað ikki í hesi út
búgving hann byrjaði fyri
tveimum og einum hálvum
ári síðani
Fá fór hann undir eina
fimm ára útbúgving, sum
verður kallað datamekanik-
ara. Men sum hjá so mong-
um, so helt hann at tað var í
meira lagi at taka í einum,
og tí setti hann seg í sam-
band við Læruráðið, sum tá
enn var til, fyri at fáa loyvi
til at skifta til KT-vorð í-
staðin
Hetta var í lagi, hóast
hann, sum ein av teimum
fáu, fekk settar treytir frá
formanninum. Hann legði
unga manninum eina við, at
halda fram við datamekan
ikarautbugvingini tå hann
var liðugur við KT-vorðin
Hetta játtaði ungi mað
urin, men tað var nokk ikki
tí. at tað var formaðurin í
Læruráðnum segði tað,
nokk heldur tí at formaðurin
táverandi Læruráðnum æt
Jogvan Hammer, og er pápi
Høgna
Fer at halda fram
Sum tann skilagóði ungi
maðurin Høgni er, so hevur
hann longu nú avgjørt, at
hann fer at halda fram við
útbúgvingini til datamekan-
ikara, eins og hann lovaði
pápa sínum.
Hann skal sambært treyt-
unum, sum hann gekk undir
fyri at kunna flyta til KT-
Høgni Hammer gjørdist hósdagin fyrsti KT-vørdurin yvirhøvur í danska kongaríkinum.
Tað var Pauli Jacobsen frá Formula Xerox, sum handaði honum lærubrævi, á eini
samkomu seinnapartin hósdagin
vørð, bíða í eitt håvlt ár,
áðrenn hann fer undir aftur
útbúgvingina, og tað ætlar
hann sær so at gera.
Í fyrsta umfari ætlar
Høgni sær at arbeiða hjá
Formula Xerox, har hann nú
er í fullum føstum starvi, og
tað gleðir hann seg til.