leygardagur 2. oktober 1999síða 13
‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 187 = 2: oktober 1999
tíðindablaðið S08ÍZlurin
13
Jenis av Rana, lækni og løgtingsmadur:
Vandin fyri ferðslu-
deyða ov stórur
Kanningar í sambandi vid svensku O-loysnina staðfesta, at ferðin er størsta
álvarsmál í ferðsluni. Jenis av Rana heldur spurningin um ferðavmarking í
sjálvum bilinum vera kærkomnan
HOGNI MOHR
— Eitt mistak eigur ikki at
at verða revsad við deyða-
num.
Soleiðis ljóðar ein av
trimum aðalhugsjónum í
sonevndu 0-loysnini í Svør-
íki, ið hevur til endamáls at
sleppa undan deyða og álv-
arsligum løsti í ferðsluni.
Ein av mest umráðandi
atgerðunum, ið skulu stuðla
upp undir at nåa endamåli-
num er, at hámarksferðin
verður lækkað. Staðfest
verður, at verður hámarks-
ferðin lækkað, minkar hetta
um styrkina í einum saman-
bresti, eins og betri stundir
vera til at stýra seg úr einum
vanda.
Hámarksferð kann vera
ymisk. Løgfrødiligu há-
marksferðini ber ikki til at
ivast í. Hon er púra greitt
skilgreinað, og fólk vita, at
í Føroyum er hægst loyvda
ferð 50 km/t í bygdum øki,
og 80 km/t millum bygda.
Men veruleikin er ødrvisi
enn løgfrødin í hesum føri,
tí hóast hámarkið, bróta
flestu bilførarar hesa lóg so
at siga dagliga. Hetta vísa
kanningar hjá landsverk-
fróðinginum í 90-árunum.
Verða t. d. nøkur berghol
pilkað burtúr heildini, eru
úrslitini ansvekjandi. I Koll-
afjarðartunlinum, Norðskál-
atunlinum og Leirvíkstunl-
inum koyra meira enn
helvtin av bilunum skjótari
enn loyvt.
Bilførarin ræður
Sambært svensku 0-hug-
sjónini er ferðin tann ferðsl-
utåttur, sum í størsta mun
er tengdur at deyða og
mansskaða í ferðsluni. Stað-
fest verður somuleiðis, at
týdningarmesta atgerðin til
tess at náa málinum, at ong-
in skal lata lív ella verða
álvarsliga skaddur, er at
lækka hámarksferðina.
Ferðkanningar hjá lands-
verkfrødinginum og løg-
regluni stadfesta, at hå-
marksferð valdast. Sanna og
óbrótiliga hámarksferðin er
hægsta ferðin, ið til ber at
koyra við bilinum sjálvum.
Og her ræður bilførarin.
Trýstir hann á spidaran, so
økist ferðin og vandin, sam-
bært kanningum.
I hesum sambandi hevur
plombering verid nevnd
sum ein møguleiki til tess
at gera tað Omøguligt at
ferðast ov skjótt í bili. Stað-
fest varð í fríggjadagsblað-
num, at ongar tekniskar
forðingar eru fyri at fremja
hesar avmarkingar, ið sam-
bært lógini ikki eru avmark-
ingar; koyrir tú skjótari enn
110, so missir tú jú koyri-
kortið, verður tú tikin.
Jenis spyr Finnboga
Læknin og løgtingsmaður-
in, Jenis av Rana, heldur tað
vera sjálvsagt, at málið skal
kannast.
— Eg arbeiði í løtuni við
einum fyrispurningi til
landsstýrismannin í Vinnu-
málum, ið umsitur ferðslu-
mál. Spurningurin snýr seg
um plombering av motor-
súklum, og eg fari sjálvandi
eisini at knýta spurningin
um bilarnar upp í, sigur
hann avgjørdur.
Jenis av Rana ger vart
við, at ferðsludeyðin hevur
sera stórar avleiðingar fyri
nógv fólk.
— Teir mongu sorgarleik-
irnir í Føroyum eru so ógv-
usligir, at umframt deyða,
hava teir mangan við sær,
at beinini snøgt sagt verða
tikin undan t.d. mammu-
num, ið vara av, sigur Jenis
av Rana.
Hann heldur tað hava sera
stóran týdning at staðfest
verður, at bilurin er eitt am-
boð, og ikki til ítriv. Somu-
leiðis ger hann vart við,
hvussu stórur vandin er fyri
at doyggja, ella verða
skaddur í ferðsluni í mun
til t. d. flogferðsluna.
Spurningurin um plom-
bering er kærkomin. Og eg
haldi hesa avmarkjing vera
verda at royna, um bilurin
enn kann vaksa um ferðina
eins skjótt og hámarksferð-
in verður sett við lógar-
mørkini, ið eru galdandi i
Norðanlondum. Ongin or-
søk tykist vera fyri at lata
vera við at fremja málið í
Føroyum, sigur Jenis at
enda.
Jenis Av Rana heldur spurningin um ferðaavmarking í
sjálvum bilinum vera kærkomnan
Fyrispurningurin frá Jen-
isi av Rana til Landsstýris-
mannin í vinnumálum verð-
ur væntandi settir um tríggj-
ar vikur.
ersonliga frælsið í fyrstu rød
Landsstýrismaðurin við ferðslumálum, heldur plombering av bilum vera burturvið
HOGNI MOHR
— Tað ber ikki til at bróta
persónliga frælsið við at
fara at plombera bilarnar,
sigur Finnbogi Arge, lands-
stýrismaður við ferðslu-
málum, ið als ikki heldur
hugskotið vera gott.
Landsstýrismaðurin í
ferðslumálum ger vart við
trupulleikar, ið standast av
ætlanini, um farið verður til
Týsklands. Somuleiðis tek-
ur hann eitt dómi, tá hann
sjálvur var Niðri og ferð-
aðist í summar.
— Ferðin á bilunum á
donsku motorvegunum var
í heilum 130 - 140 km/t,
sigur hann, og leggur aftur
at, at vandi kann standast
av, at tað ikki ber so væl til
at økja um ferðina knapp-
liga, kemur tú í vanda, sigur
landsstýrismaðurin, ið held-
ur, at tað ístaðin átti at verð-
ið hugt at teimum ferðslu-
bólkum, ið eru uppi í ferðsl-
uvanlukkunum í Føroyum
Bilurin hevur sera stór-
an týdning fyri nógv fólk.
T. d. njóta fólk at fara suður
eftir at ferðast í bili. Har-
umframt eru nógvir ósvar-
aðir spurningar í hesum
máli; t.d. hvussu kostnað-
armikil ein plombering er,
sigur Finnbogi Arge.
Hann ivast í, um verk-
smiðjurnar vilja plombera
bilarnar, áðrenn teir verða
fluttir til Føroya.
— Tískil verður tað óivað
sera kostnaðarmikið, heldur
hann.
Form ag
Eina tíð hevur verið arbeitt
við broytingum í ferðslu-
lógini, og væntandi verða
uppskotini latin løgtingi-
num til viðgerðar áðrenn
árslok. Lagt verður t.d. upp
til harðari revsing fyri at
koyra ov skjótt.
— Hesa leið halda vit vera
frægari, enn at fara og gera
eitt formyndara-samfelag
við lógum, ið neyvan fara
at verið hildnar, sigur Finn-
bogi Arge, og nevnir prutl
og skutarar, ið sum kunnugt
javnan verða útboraði við
tí fyri eyga at økja um ferð-
ina.
Nidurstødan hjå Finn-
boga er púra greið. Sambært
honum ber ikki til at plom-
bera bilarnar, tí persónliga
frælsið verður skert, og før-
oyingar ikki skulu vera verri
fyri enn onnur lond í Evropa
tá talan er um flytføri.
Landsstýrismaðurin í ferðslumálum heldur persónliga
frælsi koma í fyrstu rød
Skeltaskrivari
Lon sambært avtalu.
Hjálparfólk
Lon sambært avtalu.
við Oddbjorg.
Dekostovan sekir eftir
tveimum fólkum
at byrja sum skjótast
Hevur tú eina góða hondskrift og dugir tú væl
foroyskt, so ert tú helst tann, vit leita eftir. Fyrst og
fremst til at skriva skeltir og plakatir, men eisini til
ymiskt annað fyrifallandi.
Eisini sóknast vit eftir einum fólki m.a. til at hjálpa
til við at seta skeltir upp og tílíkt. Tað er ein stórur
fyrimunur um tú hevur góð praktisk evnir, t.d.
dugir at brúka hamara, sag, borimaskinu o.t.
Hevur hetta tín áhuga, so send okkum eina
skrivliga umsókn - ella ring tel 31 99 90 og tosa
KO
DEKOSTONYAN
Hoydalsvegur 8 - Tel 31 99 90