leygardagur 2. oktober 1999síða 15
‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Leygardagur 2. oktober 1999
At fletta seyð
Avgjørt altíð
ein von um
dagin í morgin
síða 6 og 7
tað so stuttligt er......
Aki Bertholdsen
At fletta seyð. tað so stuttligt er.…
Mikkjalsmessa var mikudagin. Og
hon er líkasum startskotið til
ársins hugnaligastu dagar - í
hvussu so er úti á bygd. Tí nú
kemur raksturin og slaktið fyri og
tað er altíð nakað heilt fyri seg.
Ikki minst eru menn spentir uppá,
hvussu veðrarnir fara at roynast.
Tí eitt er at fletta lomb og ær, men
tað eru altíð veðrarnir, sum stjala
myndina....
Tað var serliga í Suðuroynni, at
veðrahaldið tók seg upp, soleiðis
sum vit kenna tað nú á døgum.
Síðani hevur tað bara vundið uppá
seg, og veðrahaldið er nú ein høv-
uðstátturin í seyðahaldinum í Suð-
uroynni.
Men so líðandi eru tey eisini
farin at taka hendan táttin í seyð-
ahaldinum upp aðrastaðni, og nú
er tað als ikki óvanligt at hava
veðrar nordanfjørds.
Stór kapping
Men nú slepst ikki uttanum, at hjá
summum er kapping komin í tað
at hava veðr, og tað eru nú nógvir,
sum gera heilt nógv burturúr fyri
at fáa teir so stórar sum gjørligt.
Teir, sum leggja dent á at hava
stórar veðrar, seta góð lomb við
og føda tey av einslystum. Tey fáa
so nógv, báði av hoyggi og av
kraftfóðuri, sum tey orka
At fita teir eru eini vísindi heilt
fyri seg, og nógv hava sína ávísu
uppskrift uppá, hvussu mann tær
tað at eydnast. Kraftfóðurið verð-
ur blandað í heilt ávísum bland-
ingum.
Og tað eru eisini teir, sum ganga
so høgt upp í hetta, at teir halda
tætt við, hvussu teir fóðra seyðin.
Men ein hevur tó latið lekað út, at
skalt tú hava feitan veðr, er tað alt
um at gera, at geva honum frans-
breyð, ikki rugbreyð.....
Annars ganga sýgur um at teir
allar ivrigastu geva veðrunum
bæði putursukur fyri at fáa teir at
fitna og nervatablettir fyri at halda
teir róligar, so teir ikki skulu renna
holdið av sær aftur. Ein bóndi, vit
hava tosað við, heldur, at kraft-
fóður. sum verður givið í ským-
ingini, tá ið seyðurin er liðugur at
eta fyri dagin, og
hildnast betur enn tað, sum verður
givið aðrar tíðir á degnum
leggur seg,
Heldur gott kjøt
Men tað eru verri enn so øll, sum
taka lut í kappingini um at hava
hesar ovurhonds stóru og feitu
veðrarnar. Tey flestu halda, at tey
krovini eru ov feit. Tey vilja held-
ur hava gott kjøt, tó at tað vigar
eitt sindur minni og tí halda aftur
við kraftfóðrinum.
Ofta kann tað eisini knípa at fáa
tey heilt stóru veðrakrovini turr.
Tey torna uttaná, men inni við
bein verða tey ofta røst og herskin.
Summir skera skurðar í tjógv-
ini, fyri at tey skulu torna betur,
men tað aðrir lítið um. Summir
lima krovið sundur, beint tá ið tað
er skránað.
Gev veðrinum akvavitt
Gamalt er fletta veðrar á mikkj-
alsmessu, sum er 29. September.
Men tað skal takast við fyrivarni,
tí tað er eisini neyðugt at passa
sær løgir til terra.
Tó ber heldur ikki til at bíða ov
leingi, tí so fara teir at gima, tað
er at teir eru klárir at brunda. Tá
gongur herviligur roykur at term-
um, serliga ímillum hornini. Tað
setir eisini í kjøtið. so tað verður
herskið og smakkar illa
Gomul heimaráð eru at stoyta
brennivín í vedrin, beint áðrenn
hann verður flettur og so bíða eina
løtu, til tað er komið runt við blóð
inum. Tað skal taka gimamakkin
úr kjøtinum, sigst
Aðrir siga, at er veðrurin farin
at gima, er bara at bíða til lágætt
verður aftur, tí so fer tað av teim-
um aftur, og so er ongin vandi fyri
kjøtinum. Uppaftur aðrir siga, at
líður út, er tað betri at taka veðrin
upp ímóti fullmåna, tí tá er vandin
fyri giming minni.
Tað ber til at bíða við at fletta
veðrarnar til hálvan oktober, men
so mugu teir takast.
Tungir at tumma
Verðar kunnu verða tungir at
tumma, tí skinnið situr so fast.
Summir vita tey ráð, at gera skinn-
ið vátt, so skal tað vera lættari at
tumma. Onkrir vilja eisini vera
við, at tað er verri at tumma, tá ið
tað er kalt í veðrinum, men tað
halda aðrir ikki, í hvussu so er
ikki. tá ið talan er um feitan seyð.
Yvirhøvur verður veðrakjøtið
turkad, í hvussu so er gongulim-
irnir
Ryggjastykkini og hálsurin hava
tey sum oftast ræst. Tær flestu
síðurnar enda ræstar í ovninum.
Men er talan um góðan, kjøtugan
veðr, ella veðr við góðari fitu, tað
er glarfitu og ikki tálgafitu - kunnu
síðurnar eisini verða turkaðar.
Vidhvørt verða tjógvini eisini
stokt røst ella fesk. Ein máti er at
saga tey fesk sundur til kotelettir,
tað er eisini ein góður døgverdi.
Høvdid verður kókað ræst og
avroðini annars tikin upp sum
vanligt.
Sperðilin er nakað fyri seg
Eitt, sum brýtur frá í Suðuroy
afturímóti norðanfjørðs, er, hvat
sperðilin verður brúktur til.
Norðanfyri verður sperilin fylt-
ur við tálg og etin afturvið røstum
fiski. Tað verður at kalla ikki gjørt
í Suðuroy.
Flestu suðuroyingar leggja so
stóran dent á sperðilin, at nógvir
siga, at hann er eitt tað besta við
øllum slaktinum.
Suduroyarsperdilin, sum norð-
oyingar nevna tað. verður gjørdur
á tann hátt. at tá ið hann er vendur.
verður hann fyltur við kjøti, og
kanska onkrum tálgarmola inn
ímillum.
Tað, sum verður fylt í sperð-
ilin, er sum oftast nyruni, lundini,
tindin og annars bitar, sum verða
skornir burturav ymsastaðni á
krovinum fyri at nossla tað. Kjøtið
verður skorið í smáar bitar og
stroyddir við nøkrum tinnum av
salti og so stungið í sperðilin.
Hann verður síðani hongdur
upp at ræsa. Tá ið hann er passa-
ligur, verður hann kókaður við væl
av salti í løginum og etin til døg-
verða.
Summi steikja eisini sperðilin
feskan og hava brúna sós afturvið
Loysir seg best
Vedrakjøt er sterkari enn kjøt
annars, og tað dámar nógvum væl,
og so er tað væl drúgvari.
Men serliga hjá teimum, sum
ikki eiga so nógv, loysir tað seg
væl at hava veðrar, tí tað er minst
tvær ferðir so nógv slakt í einum
veðri sum í einum lambi. Hava
tey veðrar, kunnu tey sostatt minst
tvífalda kjøtvektina.
Úti á bygd hava slaktið
bara týdning fyri hjallin.
Tað hevur sanniliga eisini ein
stóran, sosialan tydning.
Alt heystið er slaktið tað stóra
samtaluevnið ímillum fólk. Veðrar
og lomb,verða eygleidd og mett
verður um stødd og vekt. Og teir
dagarnar, flett verður, eru sannir
veitsludagar ella hátíðardagar.
ikki
På
Fólk ganga kjallara úr kjallara
at forvitnast og pråta, reypa og
fortelja tíðindi, og kjakast verður
aftur og fram um, hví ein veður
ella eitt lamb hilnaðist betur hjá
einum, enn hjá einum ødrum
onkur annar, ella um, hví onkur
annar veðrur ikki mundi blíva so
góður
Jú, um nakað, so er tað hetta.
sum bindur bygdina saman hesar
heystardagarnar.