týsdagur 5. oktober 1999síða 4
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
4
tíðindablaðið 5082
NR. 188 - 5. OKTOBER 1999
Als frætti um kanning í sjónvarpinum:
- Í lagi at vit
verða kannað
út í æsir
Ak! BERTHOLDSEN
Vit hava onki ímóti, at
vinnumálastýrið er farið at
kanna ALS út í æsi
Karin Kjølbro, formaður
i stýrinum fyri ALS sipar
til orðini hjá Finnboga Arge,
vinnumálaráðharra, í fimm
aranum mikukvøldid um. at
hann heyði biðið umsiting
ina kanna ALS „úr erva”,
sum hann tók til
Karin Kjølbro, formaður
í stýrinum fyri ALS, sigur,
at stovuurin veit onki um
eima slíka kanning.
Men hon leggur afturat,
at vinnumálastýrið er væl
komið at kanna stovnin, all-
an sum hann er
Hon heldur tvørturim6ti,
at tað hevði verið gagnligt,
um øll aðalstýrini i lands-
stýrinum støðugt settu ljós-
kastaran á almennu umsit-
ingina og kanska komu við
uppskotum um åbøtur.
Vit tola væl, at verða
tikin fram í dagsins ljós.
Men eg vil tó skoyta upp
í, at tað heyði verið ein fyri-
munur um vit vitstu av, at
vit verða kannað
—Vit eftirmeta okkum
sjålvi alla tíðina. Tað eru Ld.
ikki nógvir almennir stovn-
ar, sum geva eitt blað ut,
sum viðgerð og ummælir
stovnin, og har vit gera vart
við trupulleikar. Men tað
ger ALS
Hon vísir eisini á, at í fjør
bleiv tað 2,6 milliónir bíl-
igari at umsita ALS, enn tað
var frammanundan.
Eitt amboð
Annars fýlist styrisformad-
urin á, at ætlanin at gera
eina kunngerð fyri fiska-
virkisskipanina, má vera
fullkomiliga misskilt.
Sjónvarpið var m.a. á
Toftum og bað um viðmerk-
ing til ætlanina at avtaka
fiskavirkisskipanina
- Men tað hevur ongantíð
verið upp á tal.
- Ætlanin er tvørturim6ti
at fåa fiskavirkisskipanina
i eina fasta legu og at geva
starvsfólkunum á ALS eitt
amboð at umsita hana við,
og til at hava eftirlit við
henni við.
Arbeiðsmarknaðurin
eigur ALS
I fimmaranum nevndi
landsstýrismaðurin eisini, at
hann ætlaði at taka lógina
fyri ALS upp til viðgerðar
og kanna eftir, um nakrar
broytingar skuldu gerast.
Tað helt hann var neyð-
ugt, tá ið sjálvt tey, sum
arbeiddu í ALS, ivadust í,
hvat ALS var, um tað var
ein trygging, ein økismenn-
ingarskipan ella ein sosial
skipan, og um tað var ein
almenn skipan, ella ikki.
Sjálvur ivadist hann ikki
í, at ALS er ein almenn
skipan.
Men har er Karin Kjølbro
ósamd.
- Tað er ongin ivi um, at
at partarnir á arbeiðsmarkn-
aðinum eiga ALS og ognir-
nar hjá skipanini.
Hon vísir m.a. á, at tá ið
botnurin fór undan bæði
landinum og ALS, var tað
ógvuliga umráðandi, bæði
hjá landsstýrinum, ráðgev-
andi nevndini og IMF, at
skott var ímillum ALS og
tað almenna. Tí mátti ALS
Tað er ongin ivi um, at tað eru partarnir á arbeiðsmarknaðinum, sum eiga ALS sigur
Karin Kjølbro, nú landsstýrismaðurin í vinnumálum sigur, at ivi hevur tikið seg upp um,
hvat ALS er fyri ein skipan
sjálvt læna pening fyri at
fíggja útgjaldini.
Men stýrisformaðurin
sigur, at hon skilur, at tað er
nú, ímeðan ALS eigur pen-
ing, at politiski áhugin fyri
skipanini er kyknaður aftur.
Hon leggur tó afturat, at
tað, sum hon skilur við ætl-
anini hjá Finnboga Arge, er,
at tað er ein roynd at de-
finera ALS.
Men tad er ongin ivi um,
at tad eru partarnir å ar-
beidsmarknadinum, sum
eiga ALS.
— ALS var eitt sveina-
stykkið hjá pørtunum á ar-
beiðsmarknaðinum. Tí tað
er ikki ofta, at arbeiðs-
marknaðinum megna eitt so
munagott tiltak sum hetta
Tosa um inngjald og
útgjald
Stýrisformaðurin sigur, at
nú komandi fíggjarætlan
skal leggjast, fer ALS sjálv-
andi eisini at viðgera spurn-
ingin um at hækka inngjald-
ið og at lækka útgjaldið.
Røddir hava verið frammi
um at hækka útgjaldið upp
í 90% av eini arbeidaraløn.
Karin Kjølbro sigur, at
verður útgjaldið' hækkað,
má ALS gera sær greitt, at
kravið um konsolidering
verdur munandi hardari enn
tað verður vid 70% útgjald-
ið.
— Harafturat kemur, at frá
fyrstan tíð hevur tað verið
eitt aðalmál, at stuðulin úr
ALS má ikki verða so
høgur, at tað tekur hugan at
finna sær arbeiði, frá fólki.
— Somuleiðis skal tað eis-
ini viðgerast um inngjaldið
til ALS skal lækkast.
— Men eitt aðalmál hjá
ALS er at styrkja skipanina
fíggjarliga, so at hon slepp-
ur undan at læna pening til
forbrúk.
—Vit vita av royndum, at
mangla pening, mugu vit
sjålvi útvega hann, ti úr
landskassanum fåa vit onga
hjålp, sigur Karin Kjølbro.
Teir røsku skulu hava
meiri i løn enn hinir
Moguleikin fyri eini nyggjari, slóðbrótandi lønarskipan fyri handverkarar er
nærri nú, enn hann hevur verið fyrr
Aki BERTHOLDSEN
-Teir handverkarar, sum
tíma at arbeiða og sum vilja
eftirútbúgva seg. skulu hava
betri løn, enn teir, sum ikki
tíma so væl
Hetta er kjarnin í eini
nýggjar! lønarskipan, sum
kanska ikki er so langt burt-
ur á føroyska arbeiðsmarkn-
aðinum
Í ollum fórum er størsti
handverksmeistari í landin-
um, Tórshavnar Skipa-
smiðja, og Havnar Hand-
verkarafelag samd um, at
lønarskipanin, sum nú er,
við eini fastari timaløn,
hvussu víkir og vendir, er
óheppin og læsir báðar part-
ar alt ov fastar.
Eftir sáttmálanum hækk-
aði timalønin hjá handverk-
arum 1. oktober.
Samstundis skuldi fyrsti
yvirtidarsatsur lækkað úr
40% niður í 35% afturat
vanligari timaløn.
Men av tí, at arbeiðara-
feløgini gjørdi eitt so gott
Ein nýggj lønarskipan fyri handverkarar er kanska ikki so langt burtur. Tann sum er, er
ov stirvin, halda bæði handverkarafeløg og meistarar
lønarhål í samráðingunum
í vár, hevur meistarafelagið
gjørt av av bjóða handverk -
arum størri lønarhækking
enn såttmålin segði.
Hetta gjørdi meistararnir,
ti annars bleiv munurin å
eini arbeidaraløn og eini
handverkaraløn so lítil, at
stúrt varð fyri, at tað fór at
taka áhugan frá ungum fólki
at fara í læru.
Men samstundis hava
handverkarafeløgini í Havn,
á Tvøroyri og í Vági noktað
limum sínum at arbeiða yvir
fyri minni enn 40% afturat
vanligari timaløn.
Vilja hava avriksløn
Leidslan i Tórshavnar
Skipasmiðju, hevur áður
greitt frá í Sosialinum, at
hon heldur, at tað er skeivt
at trýsta såttmålalønina upp.
— Skipasmiðjan kundi
heldur hugsað sær at havt
eina lægri såttmålaløn og so
ístaðin lønt handverkarum
eftir ti, teir avrikadu.
Og nú, lønirnar fóru upp
1. oktober, hevur samband
verið ímillum Havnar
Handverkarafelag og Tórs-
havnar Skipasmiðja, sum er
størsta arbeidsplåss i land-
inum fyri handverkarar.
Eyðfinn Petersen, for-
maður í Havnar Handverk-
arafelag sigur, at hann er
samdur við leiðsluni í Tórs-
havnar Skipasmiðju í, at
lønarskipanin, sum nú er, ið
eini timaløn, ið virkar sum
ein mestaløn, er sera óhepp-
in. So leingi, vit hava ta
lønarskipan vit hava, við
eini fastari timaløn, ger tað,
at vágin liggur bara hjá ar-
beiðsgevarunum.
Og tað verður hann
noyddur at byrgja rættiliga
nógv uppfyri, tá ið hann
roknar eitt tilboð út. Tí ein
ávís óvissa er altíð, og
gongur tað ikki at halda
tíðina, verður ofta talan um
nógva yvirtíð, og kanska
dagbøtur omaná.
— Men við eini nyggjari
lønarskipan, har handverk-
arar verða løntir eftir avriki
og kvalifikationum o.s.fr.,
fer vágin at liggja hjá báð-
um pørtum.
Tvs, at gongur arbeiðið
illa, fáa handverkarar heldur
ikki so nógv burturúr.
Gongur tað hinvegin væl,
fáa handverkarar tað meiri
í løn.
Eyðfinn Petersen sigur, at
verður vágin lagdur á báðar
partar, verða báðir partar
noyddir at vísa ábyrgd.
— Men tað fer so at bera
til, at lóna dugnaligum og
røskum handverkarum
betri, enn íeir eru løntir nú.
Tó leggur Eyðfinn Peter-
sen dent á, at talan má altíð
verða um eina sámuliga
minstuløn.
— Vit halda, at ístaðin fyri
at trysta minstulønina upp,
eiga vit at finna eina aðra
skipan við eini lægri
minstuløn, men við ymsum
ískoytum ístaðin.
— Tí tað forðar fyri, at
virkið kann betala teimum
handverkarum, sum tíma at
arbeiða beri løn.
Eyðfinn Petersen sigur, at
Havnar Handverkarafelag
tískil ikki er so áhugað í, at
minstulønin hjá handverk-
arum hækkar so nógv.
Og nú størsti meistari í
landinum dregur á sama
borðið, heldur hann, at tað
eru góð útlit fyri, at verulig
gongd kemur á at kollvelta
lønarskipanina hjá hand-
verkarum. Eftir, hvat skilst,
kann tað koma uppá tal, at
byrja við skipsasmiðjuum.
Men ein nýggj lønarskipan
skal sjálvandi gerast í sam-
svari við álitisfólkið, leggur
Eyðfinn Petersen afturat.