týsdagur 5. oktober 1999síða 13
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Fimm føroyameistarar
e-mail: eydunØsosialurin.fo
Sosialurin - Box 76 - 110 Torshavn - Tlf. 31 18 20 - Fax 31 47 20
Lesið eisini
ítróttin
internetinum
www.sosialurin.fo
skulu royna seg uttanlands
Fótbóltur: KÍ hevur skrivað sáttmála vid
flestu spælararnar, sum leygardagin vóru við
til at vinna meistaraskapin
Ahugin fyri fóroyskum fótbólti er
stórri nú, enn hann nakrantíð áður
hevur verið. Hetta er ikki bara
galdandi heima á landi, men eisini
í útlandinum. Tá síðsta umfarið í
1. deild varð spælt leygardagin
vildi altjóða tíðindastovan Reuter,
sum hevur høvudsstød i London,
hava úrslitini og endaligu støðuna
at vita, og tað var orsøkin til, at
tað longu leygarkvøldid bar til á
fremmandum heimasíðum á al-
nótini at lesa, at Klaksvík hevði
vunnið føroyska meistaraskapin
fyri 17. ferð.
Tað er einki at ivast i, at orsøkin
til alt vaksandi altjóða áhugan fyri
føroyskum fótbólti kemst av, at
landsliðið hevur verið við í undan-
kappingum seinastu tíggju árini,
og av at føroysk lið síðani 1992
hava tikið lut í Europa Cup kapp-
ingunum.
Nógvir av landinum
At áhugin at fylgja við uttanlands
økist hevur eisini við sær, at tíð-
indini um føroyskar spælarar ferð-
ast skjótari út í heim, og tað er
einki at ivast í, at tað fer at vinda
alt meiri uppá seg, at føroyskir
spælarar fara úr føroyskum feløg-
um og í útlendsk at spæla fótbólt.
Utlendsku feløgini skulu gjalda
eitt sindur til feløgini, sum hava
sáttmála við spælararnar, men tá
sammett verður við tað, sum skal
gjaldast fyri spælarar aðra staðni
frá, so er hetta fyri lítið og einki
at rokna.
KI vann meistaraskapin leygar-
dagin, og f hesi vikuni fara ikki
færri enn fimm av teimum, sum
vóru fastir fúsir á meistaraliðnum,
av landinum at royna fótbólts-
evnini. Felags fyri allar hesar er,
at teir fara til feløg, sum hava
persónligt samband við Klaks-
víkar Ítróttarfelag.
John Ryan og Arnold Joensen
fara hósdagin til Sogndal í Noregi,
sum er felagið hjá Kurt Mørkøre
og Juliani Johnsson. Í fyrstu at-
løgu skulu teir venja við í nakrar
vikur, og so verður stóða tikin til,
um sáttmáli skal undirskrivast ella
ikki.
Heðin á Lakjuni og Rógvi Jac-
obsen fara í annadkvøld vid lands-
liðnum til Kekkia. Teir koma heim
aftur sunnunåttina, og tå er ætlan-
in, at teir skulu til Svendborg at
royna fótbóltsevnini. Vit hava ikki
fingið tað váttað, men tað ljóðar
úr Klaksvík, at Stephen Boyle,
amerikanski málverjin hjá KÍ, eis-
ini skal til Svendborg at royna seg.
Sambandið millum klaksvík-
ingarnar og Svendborg kom í lag,
tá umboð fyri fjónska felagið vitj-
aðu í Klaksvík, eftir at Jan Allan
Miiller var komin til KÍ. At spæl-
arar á føroyska meistaraliðnum
fara at royna seg á einum illa
støddum donskum 1. deildarliðið
kann kortini ikki roknast sum
nakað stig fram á fótbóltsleiðini,
og tað er bara tí, at føroyska kapp-
ingin er liðug, at tað ber til hjá
nýklæktu meistarunum at fara til
Svendborg.
álarnir
KÍ hevði undan vikuskiftinum
John Ryan, sum bjóðaði IF-verjuni avi illveiðrínnum ley gardagin, fer hósdagin saman við Arnold
Joensen til Noregs at royna seg í Sogndal. Mynd: Jan Miller
tryggjað sær, at nógvir av spæl-
arunum, sum í ár hava verið fastir
fúsir á liðnum, eisini vera í KÍ í
nýggja kappingarárinum.
Marek Wierzbicki og Andrzej
Pacek fóru til Póllands aftur í gjár,
men tað er greitt, at teir koma
báðir aftur til KÍ í nýggja kapp-
ingarárinum. Marek og KÍ hava
sáttmála, sum galt bæði fyri. kapp-
ingarárið 1999 og ár 2000, og Pac-
ek og KÍ skrivaðu undir nýggjan
sáttmála í síðstu viku.
Pacek bleiv fyri einum mánaði
síðani pápi fyri fyrstu ferð, og tað
ljóðar, at tað hann kemur aftur til
Klaksvíkar, skal hann hava fam-
iljuna við. Familjan hjá Marek
hevur longu verið í Klaksvík.
Hinir spælararnir, sum KÍ hevur
gjørt avtalu við fyri komandi
kappingarár, eru sambært for-
manninum Svend Jacobsen,
Rógvi Jacobsen, John Ryan, Heð-
in á Lakjuni, Arnold Joensen, Jan
Andreasen og Gunnar á Steig,
sum fyri tað mesta í ár hevur sitið
á beinkinum og onkuntíð hevur
vart málið í 2. deild.
Harley Bertholdsen segði næst-
síðsta leygardag, at hann av álvara
umhugsaði at steðga við fótbólt-
inum á hægsta stødi. Liðformað-
urin hjá KÍ, Jan Joensen, hevur
ikki havt sáttmála, og sum vit hava
skilt tað, so er ætlanin, at 31 ára
gamli miðvallarin eisini í ár 2000
ætlar sær at spæla og tað við ong-
um sáttmála.
jh
Brasiliumenninir fara til hås
Fótbóltur: Í mesta
lagið koma tveir aftur
til Toftir komandi ár,
og kanska kemur
eingin teirra aftur
Seinni í hesi vikuni fara teir fýra
brasilumenninir, sum síðani mán-
aðarskiftið januar/februar hava
verið á Toftum, til hús aftur.
Lusio, Messias, Marcelo og
Marlon komu til Føroyar bara
nakrar fáar vikur eftir, at aðal-
fundurin hjá Fótbóltssambandi-
num hevði samtykt, at hámarks-
talið á útlendingum í landskapp-
ingini skuldi hækkast úr tveimum
og upp í fýra.
A Toftum vónaðu teir, at
brasiliumenninir skuldu lyfta 1.
deildarliðið hjá teimum upp hagar,
sum teir í B68 vóna, at liðið hjá
teimum skal vera alla tíðina — og
tað vil siga í stríðnum um meist-
araskap, krónusett og harvið pláss
í europeisku kappingunum.
Tá hugt verður aftur á kapping-
arárið kann ikki sigast, at brasiliu-
menninir vóru tann fongurin, sum
teir í B68 høvdu vónað. Lusio
varð skaddur í fyrsta landskapp-
ingardystinum norðuri í Klaksvík,
og hann var ikki førur fyri at spæla
aftur undan summarsteðginum.
Síðani summarsteðgin hevur hann
fyri tað mesta spælt á næstbesta
liðnum.
Hinir tríggir fremmandu menn-
inir hava oftast verið við á besta
liðnum hjá B68, og Marcelo er
toppskjútti hjá B68 í ár. Hann hev-
ur skorað átta av teimum 22 mál-
unum, sum toftamenn hava fingið
í átjan landskappingardystum.
Niclas Davidsen, formaður í
Tofta Ítróttarfelag, sigur, at tað er
ikki avgjørt enn, um tað verða
nakrir brasiliumenn á Toftum
komandi ár, men tað er greitt, at
Alt um endabrestin í fótbóltskappingini
tað verða ikki fýra brasilumenn á
Svangaskarði. Lusio og Messias
hava fingið at vita, at B68 ikki
kann bjóða teimum sáttmála kom-
andi ár. Tað stendur Marcelo og
Marlon í boði at koma aftur til
Toftir, men tá vit frættu, var enda-
lig avgerð ikki tíkin um, hvussu
tað verður við hesum.
jh