mikudagur 6. oktober 1999síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Internet: www.sosialurin.fo
Jan Múller
Blaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
Marknaðardeild:
Jonhard Hammer
Dagbjørt S. Hansen
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen,
Turið Kjølbro
Dagfinn Olsen
John Johannessen
Sveinur Tróndarson
Eyðun Klakkstein
Hegni Mohr
Niclas Johannesen
Yngd: Jákup Mork
Myndamenn: Postadr: Postsmoga 76, 3
Jens Kristian Vang 110 Tórshavn |
Álvur Haraldsen Telefon: 3 : 2 |
ri, - elefax. |
HE 1 ge e-mail: post Q sosialurin.fo |
Bústaður: Lýsingar: lysing€sosialurin.fo |
Argjavegur 26, Argir Prent: Sosialurin |
Kvettlíknandi
framferð?
Oddagrein
ÓLI Jacobsen og Birgir Danielsen hava
havt greinar í bløðunum um loysingar-
ætlaninar hjá samgonguni. Báðir hava
skýrt ætlanina at vera »kvettliknandi«.
Atli Dam var meira bersøgin í 5-aranum
her í heyst, har hann segði við Hogna
Hoydal, at teir ætladu at lumpa føroy-
ingar til loysing. Politiskt kvett ella kvett-
royndir er ikki nakað vit kenna til á okkara
leiðum. Okkara parlamentariska skipan
og siðvenjur átti at verið so mikið sterk
at slík málnýtsla ikki átti at komið fyri
uttan frá politiskum vargum.
TÁ ið nú tríggir fyrrverandi lóggevarar -
hvor úr sínum heraðshorni - gera vart
við spurningin, er tó neyðugt at varnast
eitt sindur. Taka vit nú foroysku lógar-
skipanina, so er løgtingid lóggevandi.
Landsstýrið er umsitingarvald hjá løg-
tinginum, ger kunngerðir og umsitur
landsins lógir í tráð við tingsins vilja.
Hugtakið >tingsins vilji< hoyrist ofta, tá
ið ivi er um lógartekstir. Vit minnast skipa-
málini og lógargrundarlagið har. Tá var
umrøddi vilji ofta frammi.
LOGTINGSVAL er í minsta lagi 4. hvort
ár. Tá leggja flokkar og valevni tey mál
fram, ið teir/tey vilja virka fyri tað næsta
valskeiðið. Tey, sum koma á ting fara so
til verka við lógararbeiðið og lóggeva um
alt møguligt. Her tykjast ikki vera avmark-
ingar. Men her eru avmarkingar í, hvat
eitt løgting kann gera í einum valskeiði!
LÆRDIR av royndum so hava okkara
forgangarar í lóggávuarbeiði avmarkað
tær heimildir, ið eitt løgting hevur. Hettar
er gjørt í stýrisskipanarlógini. Hon er
samtykt av 2 løgtingum við vali ímillum
og má sostatt vera úrslit av viljanum hjá
2 tingum. Sambært hesi lóg kann einki
einsamalt ting fremja atgerðir hvorki so
ella so, ið ger, at okkara stýrisskipan
broytist. Fullveldisætlanirnar hjá Tjóð-
veldisflokkinum hava við sær, at hendan
lóg verður burtur í meldrinum.
HON kann ikki blíva burtur ella avtakast,
ti ein avtøka av lógini er tann mest um-
fatandi broytingin ið er og ein broyting
skal samtykkjast av tveimum løgtingum.
Tað sigur lógin. Alt annað er lógarbrot.
Um ein roynir at »by-passa« lógina við
nøkrum ekspert uttalilsum, so leypir ein
bukk um demokratiið og tveir løgtings-
viljar. Og tá er orðafellið >kvettlíknandi
framferð< knappliga ógvuliga nærver-
andi og virðingin fyri demokratiskum
spælireglum lítil. Sosialurin
Viðmerking:
Aftursvar til Hera Mohr
og Meinhard Andreasen
Hetta er so annað lesara-
brævið hjá tær til mín. Hví
tey verða skrivað skilji eg
ikki, tá tey ikki viðgera tað,
eg havi skrivað. Eg tími
heldur ikki at fara at illgita
um tað. Eisini gleðir tað
meg, at tílík skriving er við
at fara í søguna.
Tað er stuttligt og lærurikt,
at kveldið fyri, áðrenn eg
fekk Sosialin, har títt sein-
asta lesarabræv stóð, ringdi
ein vinmaður búsitandi í
Danmark til mín og læs
brævið hjá tær fyri mær av
internetinum. Hann helt mál-
ið verða mikið skemtingar-
samt og læs upp úr bókini
»Bevingede ord«, har eisini
hatta við omelettini stóð.
Hann lovaði at senda mær
eina tílíka bók, so vit vóru
nøkunlunda á sama stødi.
Nå, skemt til viks. Eg
loyvdi mær at siga, at tað var
Franco, hann var jú hin stóri
generallissimus, havi eisini
sæð tað upp á prent, tók tað
eisini eins og vit siga Chur-
chill vann kríggið. Havi
enntá sæð, at onkur hevur
hildið, at tað vóru tíðinda-
fólkini, sum sjálvi komu við
tí. Hetta passaði so frálíka
væl sum felagsnevnari fyri
alla støðuna í Spaniu og fór
um allan heimin. Tú sigur,
at tað var Queipo de Liano y
Serra generalur, sum fyrst
brúkti orðingina fimta kol-
onnaå.
Men nu skalt tu bara
hoyra: Enn ein vinmadur
min ringir og spyr um eg
havi lisið bókina hjá Hugh
Thomas: The Spanish Civil
War. Pelican Books. 1974.
Hesin góði Thomas skal
vera av mætastu søgumonn-
um í Spanska Borgarkrígn-
um, og hvat sigur so hann.
Ja, hann gevur tær ikki rætt,
tí hann sigur á s. 402, at tað
var Emilio Mola Vidal, gene-
ralur, ið fyrst segði tey kendu
orðini. Nú kundi eg eisini
enda við einum kendum la-
tínskum setningi, onkrir vilja
sleppa framat, men tað
sleppa teir ikki. Hetta er
longu meir enn ríkiligt.
Góði Meinhard Andrea-
sen, ættaður úr Fámjun!
Bara nøkur fá orð til títt
bræv vil mín í Dimmalætt-
ing. Nei, kuldi hevur ongan-
tíð plágað meg, og tá ið eg
var ungur dámdi mær væl
kropsligt arbeiði. Ikki eru tað
meir enn gott hálvt ár síðan,
vit báðir tosaðu um, hvussu
gott tað var at vera í Íslandi.
(Vit vóru ikki við sama
skipi). Við trolarunum gingu
vit seks og seks, og har var
eingin pos at vaska sær í,
men eg havi eisini roynt tað
við einum førsoykum skipi.
Ja, tú lærdi til skipara, eg til
lærara. Eg kendi tá, at tað
var ein stór avgerð at taka,
men at hon var røtt. Hevdi
hugsað um, at læra til skipara
eins og tú. Minnist ikki nú
um tú sigldi sum skipari,
men eina tíð koyrdi tú hýru-
vogn. Hatta er lívið. Eisini
segði eg tær tá, at eg vann
so mikið á sjónum, at eg átti
fyri alla læruna. Tá vóru
heldur ikki tær stóru stuð-
ulsskipanirnar. Aja, eg meini
tað, men hetta verður ov
fjákut. Um nakar av teimum
yngru lesur hetta, veit eg
ikki, men soleiðis var ofta
skrivað og tosa, tá ið eg var
ungur, hetta er við at fara í
søguna. So eg takki tykkum
báðum fyri, at tit minna okk-
um á eitt sidsøguligt fyri-
brigdi, sum nú er um sýn.
Fullveldið kann ikki reinska
okkum fyri allar syndir, men
tílíkt prát verður tað tíbetur
ikki stundir til. Enn ein
grund fyri at velja fullveldið.
30.9.99
Steinbjørn B. Jacobsen
Fullveldið — uttan selar og
reim.
Ríkisfelagsskapurin —
við selum og reim — sjálv-
andi!
Nú kom hon, tann nógv
umtalaða og leingi væntaða,
ið skal geva svar uppá allar
spurningar.
Eg má nevna, at ein gerst
meira ríkisfelagsskaps hug-
aður við at lesa bøkurnar.
Tað er galdandi niðanfyri-
nevnda. Og vónandi onnur
eisini.
Somuleiðis verður við 7
tumma seymi sligið fast, at
teir flokkar, ið hava skýrt
Sambandsflokkin fyri at
koma við ræðumyndum, nú
mugu ásanna — um teir eru
nakað verdir - at tær bert eru
sannar og helst undirmettar.
Tí Hvítabók vísir heilt ná-
greiniliga, at hvert einasta
orð, vit hava ført fram um
fullveldi hevur verið rætt -
tó um ásannast skal, at vit
helst hava verið ov bjart-
skygdir í okkara metingum
um processina, ið samgong-
an enn hevur ætlanir at
fremja.
Dømir úr hvítubók: Um
ríkisveitingin minkar, kann
væntast: minni almennur
sektorur, minni privat tæn-
astuvinna, vaksandi arbeiðs-
loysi, fráflyting; lægri løn.
Hækkandi skattir.
Virðislækking av føstum
ognum.
Samstundis sum húsa-
Skuld o.a. lutfalsliga økjist,
um lónin minkar. T.v.s. fleiri
missa hús og heim. ,
Eisini er komið fram, at
livistødi lækkar 24 % - um
fullveldið verður valt!
Hvussu nógvar føroyingar
ber tilfeingi í Føroyum:
Tað hevði verið ynskiligt,
at Hvítabók vidgjørdi eina
meting hjá framstandandi
buskaparfrødingum um, at
Føroyar bert hava tilfeingi til
20000 føroyingar. Um full-
veldið vil gera at 25000 før-
oyingar ryna av landinum.
Tå hetta tal er nevnt fyri
stuttari tíð síðani, heyði verið
rímiligt at metingar vóru
gjørdar um, hvussu stóra frá-
flyting vit kunnu vænta fer
fram — um fullveldisætlanin
verður framd, sum uppruna-
liga ætlað.
Fullveldið verst:
Tjóðveldið hevur nú í 50
ár tosa um at kvetta. Ein
frymil í Hvítubók sýnir, at
um rikisveitingin verður
burtur eftir einum árið —
fara Føroyar fallit við brest-
in! At tjóðveldisfólk nú ikki
orka at hoyra orðið kvetting,
ið hevur verið teirra horna-
steinur í 50 ár, er væl skilj-
andi.
Ríkisfelagsskapurin —
nógv best:
Um harafturímóti ríkisvei-
tingin verður varðveitt, sam-
stundis sum væl verður stýrt
figgjarliga, so gevur tað Før-
oyum nógv bestar fíggjarlig-
ar karmar at mennast undir.
Tað vísir Hvítabók.
Ríkisfelagsskapurin er so
nógv tann besta loysnin fyri
føroyingin — bæði nú og í
framtíðini .
Tað vísir Hvítabók greitt.
Og Føroyar fáa eisini eitt
reint 11-tal figgjarliga í løt-
uni. Afturímóti hesum mun-
Tríggir fuglar yvir
Tvøråbygd
Tríggir fuglar flúgva yvir heimbygd teirra
og teir síggja syrgjandi, ung og gomul
tey gráta, og ynskja teirra dreingir aftur
men tey vita ikki, at teir enn liva
Teir liva, tí at teir eru í minnum og hjørtum
hjá teim, ið elskaðu teir
Hann kallaði teir heim, og teir máttu fara
men í minnunum eru teir her altíð
Teir tríggir fuglarnir syngja
men eingin hoyrir song teirra
og teir síggja eina bygd, tyngda av sorg
og fridarliga av sakni
Spakuliga byrjar aftur ein dagur
og teir triggir fuglarnir fyrireika seg
teir fyrireika seg til eina langa ferð
til eitt undurfult stað.
Fuglarnir breiða teirra veingir út
og fara á flog, upp í móti einum bláum himli
teir líta niður á heimbygd teirra
og gleða seg til ta stund
tá teir opna eitt portur av perlum
og lova øllum teirra kæru inn.
Henda yrking er ognað avvarðandi hjá teimum
trimum, ið doyðu í ferðsluvanlukkuni.
Durith í Homrum
Hvítabók - eitt vælsignilsi fyri sambandið
ar eitt førkøla fullveldi lítið.
Tað er bara veruleikin!
Men tað er jú tað, ið vit altíð
hava sagt vit í Sambands-
flokkinum!
Við Rikisfelagsskapskvødu
Marjus Dam,
løgtingsmadur