mikudagur 6. oktober 1999síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
8
Eingin soga er
skrivað um
bróstsjúkrahúsið
í Hoydølum, sum
heyði so stóran
tydning fyri so
nógv ættarlið í
hálva old.
Mánadagin kom
út skaldsøgan
„Dalurin fagri“
eftir Gunnar
Hoydal, sum lýsir
uppvoksturin hjá
dronginum Páll
millum tey sjúku
á bróst-
sjúkrahúsinum
tíðindablaðið
Nr. 189 - 6. oktober 1999
Gunnar Hoydal er
útbúgvin arkitektur, og
starvaðist í 25 ár sum
býararkitektur í Havn.
Sum rithøvundur hevur
hann verið virkin á
nógvum ymiskum økjum
og skrivað stuttsøgur,
skaldsøgur, tíðargreinir,
yrkingar og sangir, seinast
til sangleikin Skevk. Hann
eigur eisini meistaraligu
týðingarnar an
klassikaranum Palla
Pumm, sum Bókadeild
Førova Lærarafelags
hevur givið út.
Mynd: Jens Kristian Vang
Gunnar givið teim gloymdu
og burturtagdu liv og mál
grundini var tað høvuds
1 sjálvur. Karsten
Hoydal. sum í bókini eitur
Páll. sum skuldi havt skriv-
að hesa bókina. So varð
sonurin Gunnar
at tað var ti, at
lá afturat tíðini á
bróstsjúkrahúsinum
Pína. sorg. og ein
ófrættadámur, sum hevur
sett spor á fleiri ættarlið í
Fóroyum. hevur gjørt, at
eingin hevur hættað sær
undir at skriva um tuberkla-
tíðina. Eg ivadist leingi, áðr-
enn eg fór í holt við at
skriva, og tað var ein ring
stóða at koma í. Pápi ætlaði
í nógv ár at fara undir at
skriva eina bók. men hann
g, tí tað
kendist so sárt. Hetta sárið
hevur gjørt. at eingin sega
er skrivað um bróstsjúkra-
húsið. og skal søgan skriv-
ast er tað í tókum tíma. tí
følkini, sum starvaðust har
og vóru har sum sjúklingar.
fækkast í tali í hvørjum. Hjá
mær hevur tað verið umráð-
andi at geva teim gloymdu
liv og burturtagdu mål, sig-
ur Gunnar Hoydal
Eingin ivi skal kortini
vera um. at „Dalurin fagri“
fyrst og fremst er ein skald
sega. Ein skaldsøga, har
høvundurin hevur funnið
persónuri
IKKI, Og
IVAst IKKI |,
so nog
fekk tað ikki i lag.
upp á persónar og hending-
ar
Onkrar persónar havi eg
hoyrt um, men ikki kent. Eg
brúki navnið Páll, sum pápi
sjálvur hevur brúkt í stutt
søgunum. hann hevur skriv
að grundað á barnaárini. Og
Sigrið. gentan í bókini. ið
á bróstsjúkrahúsið.
hevur pápi einari
stuttsøgu
kemur
eisini I
Vánalig útlit
Hóast eingin sega er skrivað
um bróstsjúkrahúsið. eru
nógvar keldur um húsið og
tíðina, tá ið tuberklarnir
herjaðu landið. Høvundurin
hevur fyrst og fremst lurtað
eftir frásagnum frá pápan-
um. leitað í zoymslum, tos-
að við fólk. sum vórðu á
sjúkrahúsinum sum sjúk-
lingar, lisið løgtingsfrå-
greiðingar og ársfrágreið-
ingar fyri sjúkrahúsið, og
ritgerðina hjá Hanusi Debes
Joensen. gamla landslækn-
anum. um tuberklarnar.
- I eini ársfrágreiðing fyri
sjúkrahúsið stendur, at 44
vórðu innløgd eitt árið, 11
doyðu, men eingin varð út-
skrivaður frískur. Tað fræg-
asta skoðsmálið, nakar
kundi fáa, var: tilsyneladen-
de rask. greiður Gunnar
Hoydal frá.
Eingin heilivágur var sum
kundi basa tuberklunum í
1924, tá ið søgugongdin í
bókini fer fram. Einastu
ráðini, læknin hevði til sjúk-
lingarnar var, at eta góðan.
feitan, danskan mat og
Nnogvaå SOS
Læknin hevði bara kur
arnar at dúva uppá. Liggi
kurin, fitikurin og aðrar kur
ar. Tað råddi um at gerast
feitur og stórur, tí so kundi
ein standa seg betur ímóti
sjukuni, sigur Gunnar Hoy-
dal.
Vit kunnu leggja afturat,
at seinni í bókini gera sjúk-
lingarnir uppreistur ímóti
danska matinum.
Bardagi ímóti teim
sjúku
Aðrenn heilivågur kom
ímóti tuberklunum. vórðu
tey sjúku skýggjað og úti-
hýst frá umheiminum. Tey
frísku ræddust tey sjúku.
hesi vórðu hildin til í húsum
fyri seg sjálv. og í grundini
var tað ein verja hjá sam-
felaganum at leggja bróst-
sjúkrahúsið í Hoydølum.
Langt burturi frá øllum.
- Tey sjúku vórðu stíkað
inni og avbyrgd, og tað man
hava pínt nógv meiri enn
sjálv sjúkan. Herup. sum
var lækni á bróstsjúkrahús-
inum. segði, at ansast mátti
eftir, at bardagin ímóti sjúk-
uni, ikki gjørdist ein bardagi
ímóti teim sjúku. sigur
Gunnar Hoydal.
Bróstsjúkrahúsið varð
bygt í 1908, og var ein
ógvuliga snotuligur og vak-
ur bygningur við kjallara,
tveimum hæddum til sjúk-
lingarnar og lofti. Í kjallar
anum vaks Karsten Hoydal
upp saman við systkjunum.
Pápin Dánjal var maskin-
maður og umsjónarmaður í
húsinum. Tað var hansara
uppgåva at føra alla voru til
sjúkrahúsið umframt at føra
lík úr aftur dalinum. Hann
kom á sjúkrahúsið saman
við konuni og børnunum
sama ár, tað varð tikið í
nýtslu.
Siga alt
Í „Leikapettinum“, ið er
stuttsøgusavn eftir Karsten
Hoydal, eru søgur um
barnaárini í Hoydølum. I
vår gav Bókadeild Føroya
Lærarafelags út bókina Liv
heldur á“ eftir Karsten Hoy-
dal, ið er um drongin Páll,
sum býr í kjallaranum á
bróstsjúkrahúsinum.
- Stuttsøgan „Eitt summ-
arkvøld við Rock All” í
„Leikapettinum“ og yrking-
in „Ganga nú á meg minn
ni”, siga í grundini alt, so
mær hevði ikki nýtst at
skriva skaldsøguna, sigur
Gunnar Hoydal.
Døpur tíð
A samkomuni á bróst-
sjúkrahúsinum í sambandi
við útgávuna av „Dalinum
fagra“, greiddi Svenning
Tausen frá tí, hann mintist
um tuberklasjúku og sjúk-
lingar. Familja hansara var
hart rakt av sjúkuni. Báðar
ommurnar doyðu av tub-
erklum frá stórum barna-
flokki.
- Tey sjúku vóru ikki
vælkomin inn alla staðni.
Øll vóru bangin fyri at
verða smittad, og sjúkan
legði ein dapran dám á
bygdalívið. Tá ið onkur, ið
illgruni var um var sjúkur.
fekk at vita. at hann var
friskur, vóru tað gleðiboð
fyri øll. Tey, sum komu frisk
av sjúkrahúsinum. skuldu
kannast aftur eina tíð eftir.
at tey vóru komin heim.
Nógv stóð á teimum, áðrenn
tey fóru, og nógv fóru bara
ta einu ferðina, minnist
Svenning Tausen á.
Tuberklasjúkan mundi
nema við hvort einasta
húski í Fóroyum og setti
sín dapra dám á fleiri
ættarlid í Fóroyum.
Skaldsøgan „Dalurin
fagri“ eftir Gunnar
Hoydal, sum Bókadeild
Føroya Lærarafelags
gevur út, er um drongin
Páll, ið veksur upp millum
tey sjúku á
bróstsjúkrahúsinum.
Søgan tekur við um várið
1924, tå ið gentan Sigrid
kemur i dalin, har
sjúkrahúsið stendur, og
endar summarið eftir, tá
ið hon verður førd úr
aftur dalinum.
Mynd: Jens Kristian Vang