mikudagur 6. oktober 1999síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 189 - 6. oktober 1999
tíðindablaðið
Spælimenninir 25 ár
I ár eru 25 ár síðani, at Spælimenninir funnu saman. Ella Spælimenninir í
Hoydólum, sum teir eisini hava verið róptir, tí tað var í Hoydólum, at bólk-
urin fann saman og ein kann siga, at leiðin gekk langt út um dalin í Hoydøl-
um, tí bólkurin hevur ferðast sera víða hesi árini
Við á ferðini í Hetlandi vóru Erling Olsen, Angelika Nielsen (violin), Ívar Bærentsen (man-
dolin, guitar), Sharon Weiss (blokkflovta), Kristian Blak (klaver) og Mikael Blak (bass)
DAGFINN OLSEN
Í august í år vóru 25 år síð-
ani, at Spælimenninir funnu
saman i Hoydølum. Hetta
var í 1974 og bólkurin
gjørdist beinanvegin savn
ingsstað hjá teimum, ið
høvdu áhuga fyri spæli-
manstonleiki, bæði hjá før
oyingum og hjá fólki, ið eru
flutt hendaveg. Bólkurin
hevur eisini havt nógvar
limir millum ár og dag.
Seinastu = árini hevur
manningin tó verið støðug
við violin, mandolin, blokk-
floytu, klaveri og bassi. Tó
hava fleiri gestatónleikarar
verið eisini.
Skráin hevur altíð verið
merkt av teimum, ið hava
verið við. Traditiónellir
norðurlendskir, bretskir og
amerikanskir tónar. Ívar
Bærentsen hevur ríkað við
fleiri av sínum egnu instru-
mentalu og vokalu løgum.
Síðani 1977 hava Spæli-
menninir f-rðast í Norður-
londum, Bretsku Oyggj-
unum, Amerika og Europa
Mynd: Edvard N. Debess
og er tann bólkur í Føroy-
um, ið hevur ferðast mest
og er komin sera víða. Einar
50 konsertir vóru á skránni
árliga í åttatiårunum. 7
fløgur/plåtur hava Spæli-
menninir givið út, ið eru
seldar í 12000 eintókum
I juli - august í ár voru
teir á ferð í samband við tey
25 árini. Hetta var í Føroy
um og í Hetlandi, har spælt
varð fyri 3000 áhoyrarum á
6 konsertum. Við á ferðini
vóru Erling Olsen, Angelika
Nielsen (violin), Ivar Bær-
entsen (mandolin, guitar),
Sharon Weiss (blokkfloyta),
Kristian Blak (klaver) og
Mikael Blak (bass)
Langur listi
Ferðalistin hjá Spæli
monnunum er langur. At
nevna øll stødini, ið hava
fingið vitjan av Spælimonn-
unum hevði verið vónleyst
Men um vit til stuttleika
nevna londini, so kann les-
arin hava í bakhøvdinum, at
í USA til dømis eru eini 50-
60 stød, har teir hava spælt
Aðrastaðni eru kanska eini
0 - 15. Londini eru Kanada
979-97, USA, 1978-96,
rakland 1981, Slovakia
992, Finnland 1987, Svør
ki 1994-98, Danmark
978-98, Ísland 1979-87,
rrønland 1987, Føroyar
974-99, Hetland 1977-
999, Orknoyggjar 1977-
94, Skotland 1977-94 og
Ongland 1978.
Spælimenninir hava eis
ini verið í útvarpi og sjón-
varpi. Beinleiðis i BBC, DR
og í USA m.a. A Prairie
Home Companion fleiri
ferðir - 11.000.000 lurtarar.
og CBC í Kanada, ið er
landsdekkandi. Spælimenn
inir hava hesi árini eisini
verið í sjónvarpi. Í BBC og
í grønlendskum sjónvarpi
=
Karel Appel til Foroya
Tann 9. oktober letur upp framsýning við standmyndum og málningum eftir
hállendska listamannin Karel Appel. Hann verður sjálvur hjástaddur og nið-
DAGFINN OLSEN
Karel Appel er óivað kend-
asti listamaður, ið hevur
sýnt fram í Føroyum. Hann
er borin í heim í Amsterdam
í 192 1og er búsitandi í New
York.
Karel Appel var millum
teirra, sum í 1948 stovnaði
tann kenda Cobra bólkin.
Heitið er sett saman av stav-
unum CO (Copenhagen),
BR (Brussel) og A (Amst-
erdam). Listamenninir vóru
Dotremont og Noiret úr
Belgía, Asger Jorn úr Dan-
mark og Appel, Constant og
Corneille úr Niðurlondum
Í langa listarlivi sínum
hevur Appel verið sera virk-
in. Hann hevur roynt at flutt
mørk, sett spurningar við
sjålvsagdar sidbundnar og
søguligar loysnir.
Hann er millum teir lista-
menn, ið komu fram undir
og eftir seinna veraldarbar-
daga. Teir vóru hugtiknir av
surrealismuni, hennar ide-
ologi og myndamáli. Men
hetta var ikki nógmikið.
Teir vildu víðari við at betra
góðskuna og myndamálið.
Allir vóru upptiknir polit-
iskt og settu spurnartekin
við borgarligu virðini. Teir
vildu skapa „un autre art“,
aðra list.
Teir vendu sær ofta til list,
ið var alternativ, list, ið ikki
var løgd undir trýst av ti
etableraða innan mentan og
estetikk. Hetta var poppu-
lerlist, primitiv list, barna-
tekninghar og tekningar hjá
sálarsjúklingum.
Cobra málararnir skaptu
list, ið var stýrd av kenslum.
Lyklaorðið var broyting.
Málið var at røkka hinu-
megin etableradu mentan-
ina fyri at skapa súmbolskar
figurar á løriftid fyri tær
kenslur, ið menniskju
høvdu trongt burtur. Karel
Appel tók til sín hetta við
urlendski sendiharrin í Danmark, J.H.W. Fietelaars letur framsýningina upp
barnatekningum og primi-
tivari list og arbeiddi við at
lata „handling uttan hugs-
an“ sleppa at taka yvir. Í
meira enn fimti ár hevur
hann arbeitt við at finna
nýggjar leiðir. At bróta nið-
ur tað akademiska í listini
og lata upp fyri tí spontana.
Verk eftir Karel Appel
verða sýnd fram í Listaskál-
anum í Havn og sýningin
byrjar leygardagin, har bæði
Appel og niðurlendski
sendiharrin í Danmark, J. H.
W. Fieldlaars, eru hjástadd-
ir.
Onnu Poulsen
til minnis
Okkara g60i starvsfelagi og vinur, Anna Poulsen er
farin, 46 ára gomul. Tað kennist tómt og tungt at
Vita, at vit ongantíð aftur skulu síggja hana okkara
millum. Hon sum fylti so nógv, bæði á arbeiðsplássi
og í vinaskarða okkara
Anna fekk sær sjúkrasystraútbúgving í Íslandi
Hon byrjaði at starvast á B8 i 1979. Tað sum serliga
eyðkendi Onnu sum sjúkrasystir var, at hon var so
altrá eftir at nema sær nýggja vitan. Hon var errin
av yrki sínum og tað lá henni frammaliga í hu
menna tað. Hon vísti fyrimyndarliga í verk
góð sjukrarøkt hevur at týða. A de
skjalprógvað sjúkrargktaraamboð (standardrø
ætlan), ið hon hevur lagt til rættis
Í síni tíð sum sjúkrasystir heyði Anna ymis
ålitisstørv. Hon var trygdarumboð á B8 í nógv ár
og tá tvey trýstkamarlið vóru sett á stovn av La
sjúkrahúsinum og Vaktar- og Bjargingartæn
var Anna á einum hesum
Anna var positiv og altíð við tí góða orðinum. Tó
ikki so at skilja, at hon lat alt um seg ganga. Tvort
urímóti var hon ikki rædd fyri at siga sína hugsar
um hon helt at tørvur var á ti
Hon var góður fyriskipari. Hetta sást í nógvum
1øpum. Serliga kunnu nevnast B8 útferðirnar sum
10n hvort ár var við til at skipa fyri. Á hesum
útferðum hava vit starvsfelagar saman við maka og
»ørnum vitja flestu oyggjar okkara. Hesar oyggjar
bar Anna serliga stóran alsk til. Hon var náttúru
menniskja sum tey fægstu, hevði eitt vakið eyga
fyri ollum og var ofta at síggja út í náttúruni. annað-
ivørt tl gongu ella á hestbaki
Anna elskaði lívið. og tá hon gjørdist sjúk. góvu
wesir túrar henni linna
Nú Anna er farin, mugu vit aftur onkursvegna
ásanna, at hon, eisini við sjúku síni, lærdi okkum
nogv
Kærleiki hennara til øll síni, Páll, synir, foreldur,
verforeldur og systkin við familju gav henni treysti
og treiskni til at halda áfram við at stríðast langt
eftir at kroppinum barst frá
Stuðulin frá Páll og familju var av ómetaliga
stórum týdningi fyri hana nú hon gjørdist sjúk
Við hesum orðum og samkenslu okkara lýsa vit
frið yvir minnið um okkara góða vin og starvsfelaga
Onnu Poulsen.
Starvsfelagarnir
Lesið eisini Sosialin
á Internetinum
WWW.SOSÍalurin.fo
—