Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-10-06, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 6. oktober 1999síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

10 tíðindablaðið Jóhannus Egholm Hansen, advokatur: Marknasemjan eitt klokt stig -Sæð frá einum politiskum sjónarmiði tykist tann gjórda semjan um markið so at verða eitt klókt stig heldur fór- oyski advokaturin, Jóhannus Egholm Hansen, sum starv- ast í Danmark. Sosialurin hevur hitt hann og sett honum ymsar spurningar, Jan MULLER Ein av teimum føroyingum, sum er busitandi og starvast i Danmark og sum fylgir væl vid gongdini i Føroyum er Jóhannus Egholm Hans- en. Hann starvast og er medeigari í stóru donsku advokatfyritøkuni DANIA Advokater, 10 hevur skriv- stovur i Keypmannahavn, Svendborg og i Nook. Hann er eisimt lektari á Universi- num i Keypmannahavn, an evni „Keyp og sela av vinnufyritókum“. Seinni hann at geva út bók na evni. Hann hevur s saman við Kára á i Olsen givið út bók heitinum Business Law“ „Faroese Eisini hev- i undir ur Jóhannus Egholm Hans- en skrivað greinar í før- oyskum bløðum um ymisk samfelagsmál, eitt nú eina komandi oljuvinnu um okk- ara leiðir At Jóhannus Eg- holm Hansen hevur búð í Danmark í so nógv ár ger kanska eisini, at hann líka- sum sær útviklingin á olju- økinum við øðrum brillum enn tey herbúgvandi. I hvussu er heldur hann, at tað er stórur saknur í einum orðaskifti í Føroyum um oljumál. Tá vit spyrja hann, hvor hending í stuttu „olju- søgu“ okkara hevur havt ein tann størsta tydningin er hann skjótur at svara: Marknasemjan við Bret- land. sum hava tilknýti til stóra oljumálið Marknasemjan -I nærum 25 år hava før- oyingar bíðað eftir, at semja kundi fáast í lag við bretar um bæði fiski- og land- grunnsmarkið millum For- oyar og Hetland. Semja er nú gjørd um markið. Um úrslitið sæð frá einum geo- grafiskum og/ella logfroði- ligum sjónarmiði er gott ella ringt eri eg ikki førur fyri at meta um. I veruleikanum hugsi eg, at heldur ikki teir føroysku politikarar, sum hava studlad ella funnist at urslitinum, eru førir fyri - út frá einum løgfrødisligum sjónarmiði - at meta um, hvort urslitid er gott ella ringt. Sjálvur metir Jóhannus Stór hol í kol- vetnisskattalog Tað eru framvegis stór hol i kolvetnisskattalógini, sum ein má rokna við, at oljufeløgini vilja krevja latin aftur, áðrenn tey vilja geva tilboð um at seta verkætlanir fyri milliardir av krónum í gongd á fóroyska landgrunninum heldur Jóhannus Egholm Hansen, advokatur Jan MULLER I 1992 før tann fyrsta olju- ráðleggingarneyndin i gongd vid at gera fyrireik- andi arbeidi til eina før- oyska oljuvinnu. Síðani hava vit havt bæði ta aðru oljuráðleggingarneyndina og ein hóp av arbeiðsbólk- um til at gera fyrireikandi arbeiði ti eina føroyska oljuvinnu -Urslitid higartil er ein Kolvetnislåg, sum ásetir rammurnar fyri veitingum av leiti- og troytanarloyv- um, og ein føroysk Kolvetn- isskattalóg, sum eisini er ein rammulóg, sum åsetir høv- uðsmiðini í eini kolvetnis- skatting sigur Jóhannus Eg- holm Hansen og vísir á, at serliga í teirri seinnu lógini eru tó framvegis stór hol, sum ein má rokna við, at oljufeløgini vilja krevja lat- in aftur, áðrenn tey vilja geva tilboð um at seta verk- ætlanir fyri milliardir av krónum í gongd á føroyska landgrunninum. -Eitt nú kann nevnast, at Kolvetnisskattalógin ikki á nakran hátt viðger, hvussu útreiðslurnar í samband við avtøku av risastóru og dýru installatiónunum til havs skulu viðgerast i skattligum høpi. Tá ið havt verður í huga, at talan er um hundr- aðtals milliónir av krónum kann ein undrast eitt sindur yvir, at hesin spurningur ikki er vidgjørdur í samband við Kolvetnisskattalógina, tá ið ein í Kolvetnisskatta- lógini harafturímóti hevur tikið støðu til spurningin um t.d. tær loypandi skattligu avskrivingarnar av somu installatiónum. Sostatt bíða vit framvegis eftir, at hesin spurningur og hópin av spurningum um nágreini- ligu kolvetnisskattingina verða åsettir við lóg ella kunngerð, umframt at ein fyrisiting av kolvetnis- skattalóggávumi skal setast á stovn og lógarkarmarnir fyri hesum gerast. Jóhannus Egholm Hans- en vísir víðari á, at eisini ein annar fyri oljufeløgini sera týdningarmikil skatta- spurningur er enn opin, nevniliga um ein serligur oljuskattur skal áleggjast oljufeløgunum, og hvussu treytirnar verða, um ein so- vorðin skattur verður álagd- ur. -Tað, sum higartil hevur verið at hoyrt um slíkan ser- skatt, er, at um hann kemur, verður væntandi talan um ein skatt, sum verður álagd- ur feløgunum av yvirskoti eftir, at allar íløgur eru for- rentaðar og afturgoldnar. T.v.s. ein skattur, sum kem- ur at verða lagdur á positiva peningarenslið. Havandi í huga tann dent ojufeløgini hava lagt á hendan spurning heldur Jóhannus Egholm Hansen, at tað ikki er heppið fyri ætlaninar um í kapping við onnur oljugki at tekkjast oljufeløgunum, at vit fram- vegis, kanska einans stutta tíð, áðrenn fyrsta útbjóð- ingin fer av bakkastokki, bíða eftir, at hesin spurn- ingur verður svaraður. Egholm Hansen tó, at størsti vinningurin vid teirri loysn- ini, sum er gjørd, er, at før- oyingar og bretar nu sjålvir hava tikið støðu og avgjørt málið. -Tað er ein sann- roynd innan mítt yrki, at ein eigur at strekkja seg langt - og oftani eisini longur enn ein kanska frá byrjan følir, at ein átti - fyri at royna at røkka eina semingsloysn á eini Osemju. Gera partarnir ikki hetta, ja so verður úrs- litið tað ringasta, ið hugsast Umhvervisgkið Eisini á umhvørvisøkinum hava vit bíðað leingi eftir, at nágreiniligar reglugerðir fóru at verða gjørdar. Løg- tingid hevur samtykt, at Føroyar skulu gerast partur í teirri sonevndu OSPAR- Konventiónini, sum er ein millumtjóða sáttmáli, ið m.a. Viðger spurningin um útleiðing í havið frá havin- stallatiónunum. Enn restar tó framvegis at fáa eina føroyska havumhvørvislog, sum regulerar dålking innan egið hav- og landøki. Jóhannus Egholm Hans- en: -Løgtingid hevur, eftir at landstyrismadurin i um- hvørvismålum - aftanå at hava uppgivid ella útsett eitt projekt um eina samlaða føroyska umhvørvislg fyri bæði land- og sj6øki - sam- tykt at heita á donsku stjórn- ina um at seta donsku hav- umhvervislógina í gildi í Føroyum, tó við teimum broytingum, ið serligu før- oysku viðurskiftini krevja. Danska lógin er síðani við kongaligari fyriskipan frá 12. august 1999 sett í gildi í Føroyum, men enn resta reglugerðir, sum meira ná- greiniliga áseta umhvørvis- reglurnar og hvussu hesar skulu umsitast, sigur Jó- hannus Egholm Hansen, ið vísir á, at vit sostatt fram- vegis bíða eftir teirri enda- ligu reglugerðini á havum- hvørvisøkinum, og at hend- an má verða uppá pláss, áðrenn altjóða oljuvinnan yvirhøvur vil so mikið sum hugsa um at seta stórar og kostnadarkrevjandi verk- ætlanir í gongd á føroyskum oki. Nr. 189 - 6. oktober 1999 kann, nevniliga at tað verða onnur, oftast dómstólarnir, ið skulu taka støðu fyri ein, og so er endaliga úrslitið eitt, sum ein sjáldan hevur nakra munandi ávirkan á og sjáldan hevur eina kvalifi- ceraða meting um sigur Jó- hannus Egholm Hansen og heldur fram: -Tað er uttan iva rætt, sum ført fram av onkrum, at før- oyingar kundu vunnið meira við at latið dómarar- nar í Altjóða Dómstólinum í Haag avgjørt trætuna við Stóra Bretland. Men ein má samstundis gera sær greitt, at tað eins væl kundi endað við, at føroyingar fingu munandi minni enn tað, sum úrslitið nú er blivið. At føra fram sum ein fullborn- an sannleika, at føroyingar vildu havt fingið meira burtur úr at fara til Haag er sostatt ilt at taka fyri fult, tí tað kann eingin við vissu siga nakað um. Um úrslitið Var so greitt, so nýtist ong- um at ivast í, at málið fyri langt síðani varð lagt fyri Altjóða Dómstólin í Haag. Harumframt eigur ein eisini at leggja munandi dent á, at ein avgerð hjá Altjóða Dómstólinum í Haag hevði longt bíðitíð føroyinga eftir eini endaligari loysn við kanska 4 - 6 árum afturat. Um oljufeløgini, sum hig- artil leysliga mett tilsamans tykjast hava brúkt oman fyri eina milliard krónur uppá kanningar og annað í Før- oyum, framvegis vildu havt áhuga fyri føroyska økinum til ta tíð heldur Jóhannus Egholm Hansen vera óvist, og er hetta sostatt enn ein góð grund til at taka undir við, at ein loysn varð gjørd. Sæð frá einum politiskum sjónarmiði = tykist tann gjørda semjan um markið sostatt at verða eitt klókt stig heldur føroyski advo- katurin. Mong viður- skifti eru enn ikki komin uppá pláss Tað var skeivt at undanfarnu sam- gongu at steðga fyrireikingunum til oljuvinnu orsakað av marknaósemju JAN MULLER Sambært Kolvetnislógini skulu bæði spurningurin um, hvørji oki skulu bjóðast út til leitingar og megin- parturin av treytunum í sjálvum leitiloyvunum áset- ast við løgtingslóg. At enda- lig stødutakan til hvørji oki Skulu bjóðast út ikki er tíkin enn - og neyvan verður tað fyrr enn stutt fyri fyrsta út- bjóðingarumfar - heldur Jóhannus Egholm Hansen er væl skiljandi. -Tað er harafturímóti minni lætt at skilja, at man frá føroyskari politiskari síðu hevur valt í longri tíð meira ella minni at steðga fyrireikandi arbeiðinum av loyvistreytunum, sum var