mikudagur 6. oktober 1999síða 11
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 189 - 6. oktober 1999
Ber ótta fyri
rossahandlum
- Tíverri fóli eg meg ikki sannfórdan um, at fóroysku
politikararnir kunnu lata vera við at royna at ávirka veit-
ingarnar av leitingarloyvum - fortíðin gevur undir øllum
um-stóðum orsók at verða mistrúgvin hvat politiskum
rossahandlum viðvíkir sigur Jóhannus Egholm Hansen,
ið eisini heldur vit mugu taka stóðu til alment oljufelag
JAN MÚLLER
Fyrrverandi løgmaður, Ed-
mund Joensen, setti fyri
umleið tveimum árum síð-
ani eina nevnd, sum fekk til
uppgávu at kanna undir
hvørjum treytum Føroyar
skuldu hava eitt alment før-
oyskt oljufelag. Jóhannus
Egholm Hansen åsannar út
frå hesum, at uppgåvan so-
statt ikki var at finna útav,
um Føroyar yvirhøvur skulu
hava eitt alment føroyskt
oljufelag, hóast hesin
spurningur ikki hevur verið
viðgjørdur av løgtinginum.
Jóhannus Egholm Hans-
en hevur fyri eini tíð síðani
í eini grein í bløðunum við-
gjørt júst hendan spurning
saman við spurninginum
um, hvat tey bæði privatu
føroysku oljufeløgini hava
at bjóða stóru útlendsku
oljufeløgunum, annað enn
nakrar føroyskar sersømdir
til tann oljubólk tey fara
uppí, einans við teirri
grundgeving, at talan er um
føroyskar luttakarar.
Jóhannus Egholm Hans-
en ávaraði tá ímóti, at før-
oyska Kolvetnislógin verð-
ur fyrisitin soleiðis, at olju-
bólkar við føroyskum pri-
vatum luttakarum, sum á
ongan hátt hvør sær upp-
fylla treytirnar í Kolvetnis-
lógini fyri at fáa leitingar-
loyvi, fáa sersømdir, við tað
at hetta m.a. kemur at oyði-
leggja trúvirði hjá føroysku
oljufyrisitingini millum hini
oljufeløgini, sum ikki hava
føroyskar luttakarar í bólki
teirra.
-Tiverri føli eg meg ikki
sannførdan um, at føroysku
politikararnir kunnu lata
vera við at royna at ávirka
veitingarnar av leitingar-
loyvum - fortíðin gevur
tíðindablaðið SOS'Ð/UM?
undir øllum umstødum or-
søk til at verða mistrúgvin
hvat politiskum rossahandl-
um viðvíkir.
Sosialurin hevur skilt, at
setti arbeiðsbólkurin antin
hevur gjørt sína niðurstøðu,
sum latin er avvarandi
landsstýrismanninum, ella
at hetta hendir skjótt, men
enn bíðar almenningurin
eftir at fáa at vita, hvat
tilmæli frá arbeiðsbólkinum
er. Jóhannus Egholm Hans-
en sigur, at ein kann verða
eitt sindur bangin fyri, at
talan í veruleikanum ikki
verður um nakað tilmæli,
men harafturmímóti at ym-
isk sjónarmið fyri og móti
verða vidgjørd, men eingin
greið nidurstøda.
-Sostatt skulu vit fram-
vegis bíða eftir, at politik-
ararnir taka teirra avgerð
uttan at vita, hvat tænastu-
menn ella ráðgevar teirra,
sum ein má ganga út frá
hava eina meira holla fak-
liga vitan um spurningin,
meta er tað rættasta.
Optión
Nevnt er, at ein møguleiki
kundi verið ikki at seta á
stovn alment føroyskt olju-
felag í samband við fyrsta
útbjóðingarumfar, men í-
staðin áseta í leitingarloyv-
unum, at Føroyar skulu
hava ein rætt til eina hvørja
tíð at krevja, at eitt føroyskt
alment felag kemur uppí
part í hvørjum einstøkum
oljubólki, sum hevur fingið
leitingarloyvi - ein sonevnd
optión.
Jóhannus Egholm Hans-
en heldur ikki hetta verða
nakra veruliga loysn, tí tað
er bláoygt at ímynda sær, at
oljufeløgini, sum tá ið tey
avgera sínar íløgur, hyggja
at samlaða gjaldinum til tað
landið, sum letur leitingar-
loyvini, (Hetta verður ofta
nevnt "Government Take”,
og umfatar øll sløg av av-
gjøldum, skattum, royalty
o.s.fr.) vilja velja at meta
eina slíka loysn sum ábend-
ing um, at einki alment olju-
felag kemur. Tvørturim6ti
vilja oljufelggini síggja so-
leiðis uppá tað, at tey siga,
at tá ið Føroyar ynskja eina
optión til eitt alment olju-
felag, so er tað tí, at Føroyar
vilja gera brúk av optiónini
so skjótt leitingin er komin
somikið áleiðis, at møgu-
leikarnir fyri at finna olju
eru stórir ella kanska bein-
leiðis eru staðfestir. Ein opt-
ión vil tí frá oljufelaganna
11
sidu bliva mett sum tad
sama, sum at eitt alment
oljufelag vid vissu gerst
partur i oljusamtakinum
-Sostatt vilja oljufeløgini
eisini taka fulla hædd fyri
teimum fíggjarligu avleið-
ingunum av hesum, tá ið tey
bjóða uppá teir ymsu teig-
arnar, hetta uttan mun til um
Føroyar seinni gera brúk av
optiónini ella ikki. Millum
annað av teirri orsøk áttu
føroysku politikararnir tí at
tikið greiða støðu til, um eitt
alment føroyskt oljufelag
skal við í fyrsta útbjóðing-
arumfari ella ikki, ístaðin
fyri at vit eisini á hesum
økinum skulu bíða
farið í gongd fyri langari tíð
síðani, soleiðis at vit og
oljufeløgini framvegis bíða
eftir bara nøkunlunda vitan
um, hvórjar høvudstreytir
føroysku myndugleikarnir
vilja áseta í leitiloyvunum.
Jóhannus Egholm Hans-
en vísir annars á, at tað enn
eru mong onnur viðurskifti,
sum ikki eru komin uppá
pláss. Vit mangla í dag í
stóran mun dupultskatta-
avtalur, eitt nú við tey lond
oljufeløgini koma frá.
Onnur øki, sum ikki eru
komin uppá pláss, eru: Ut-
greining av ógreiðum ella
ótíðarhóskandi reglum í før-
oysku skattalóggávuni um
t.d. — vinnisbytisskatting,
skatting í samband við sølu
av partabrøvum, MVG-å-
byrgd fyri føroysk umbod
hjá útlendskum fyritøkum,
toll- og skattafrí havnagki,
stødutakan til hvussu góðs
til oljuvinnuna, sum fer um
føroyskan kaikant, áðrenn
tað fer til oljuboripallarnar,
skal tollvidgerast i Føroy-
um.
Haraftrat kemur útgrein-
ing av ótíðarhóskandi regl-
um í vinnuléggåvuni, eitt nú
krøvini fyri at fáa loyvis-
bræv krøv um bústað hjá
nevndarlimum og stjórn í
feløgum í Føroyum, hvar
partaeigarin er útlendskur
osfr. (I skrivandi løtu verður
tó arbeitt við at fáa mong
av hesum vidurskiftum upp-
á pláss, blaðm.)
Jóhannus Egholm Hans-
en sigur, at man kundi hild-
ið áfram við at nevnt dómi
uppá manglandi stødutakan
til spurningar, sum krevja at
blíva svaraðir í góðari tíð,
áðrenn oljufeløgini fara at
bjóða uppá leiting fyri mill-
iardir av krónum á føroyska
landgrunninum. -Sjálvur eri
eg ikki í iva um, at teir ein-
staklingar, sum hava arbeitt
við fyrireikingunum av eitt
nú løgfrødisliga, jarðfrøð-
isliga og umhvørvisliga
grundarlagnum fyri oljuleit-
ing við Føroyar, hava gjørt
alt tað tey kunnu til tess at
fremja málið, og at tað so-
statt ikki er teirra ábyrgd, at
vit framvegis bíða eftir
svarinum uppá fleiri avger-
andi spurningar, áðrenn
oljufeløgini yvirhøvur hava
fingið neyðugu fortreytirnar
fyri at bjóða uppá oljuleit-
ing vid Føroyar.
-Abyrgdin er politikar-
anna - bæði teimum núver-
andi og serliga teimum
frammanundan seinasta val
- sum av taktiskum orsøk-
um - eftir mini meting
skeivt - til tíðir hava valt
meira ella minni at stedga
fyrireikandi arbeidinum og
sum eisini nokk hava undir-
mett tørvin å arbeidsmegi i
teimum tíðarskeiðum, hvar
nógv var at gera fyri tey fáu
fólkini, sum hava staðið fyri
fyrireikandi = arbeiðinum.
Hetta kundi lutvíst verið
sloppið undan, um politik-
ararnir í stórri mun høvdu
valt at gera brúk av út-
lendskari sakkønari hjálp
innan hetta øki sigur Jó-
hannus Egholm Hansen.
Politikarar ábyrgd av
tørvandi orðaskifti
um oljupolitikkin
- Tað er merkisvert, hvussu lítið alment orðaskifti hevur verið
um spurningin um frálandavinnuna á fóroyskum øki sigur Jó-
hannus Egholm Hansen
JAN MÚLLER
Nú, hvar markið millum
Føroyar og Hetland er
komið uppá pláss, og á-
herðsla aftur er løgd á at fáa
fyrireikandi arbeiði til fyrsta
útbjóðingarumfar liðugt,
sigur Jóhannus Egholm
Hansen seg vóna, at før-
oysku politikararnir ásanna,
at føroyska oljufyrisitingin
framvegis er lítil í mun til
ta fyrisiting oljufeløgini
hava aftanfyri seg, og tí ikki
kann megna at loysa allar
spurningar á fullgóðan hátt
innan fyri ein heilt stuttan
tíðarkarm.
-Tað er tí at vóna, at før-
oysku politikararnir bæði av
hesi orsøk og orsakað av, at
talan hóast alt er um eitt fyri
Føroyar tydningarmikid
mål í nógv år fram i tíðina,
geva spurninginum um
oljulóggávuna stórri gætur
enn higartil. Tað er merkis-
vert, hvussu lítið alment
orðaskifti hevur verið um
spurningin um frálanda-
vinnuna á føroyskum øki.
Ein av orsøkunum til
manglandi ordaskifti er utt-
an iva, at politikararnir, sum
áttu at verið teir, ið settu
almenna orðaskiftið í
gongd, einki sum helst gera
fyri at fáa eitt alment orða-
skifti í gongd.
Jóhannus Egholm Hans-
en sigur, at tað er ein sann-
roynd, at um ikki politik-
ararnir birta uppundir al-
ment orðaskifti, so kemur
tað ikki. T.d. sást, at hvort
mannsbarn í Føroyum hevði
eina hugsan um sonevnda
bankamálið og um Den
Danske Bank sum tann
stóra fíggindan. Hetta hevur
uttan iva millum annað ver-
ið so orsakað av, at føroysku
politikararnir neyvan for-
sømdu nakran møguleika
fyri at nevna málið - møgu-
liga millum annad vid ti
endamåli at sleppa undan at
hyggja alt ov gjølla eftir
teimum feilum, sum gjørdir
vórðu í Føroyum, bæði und-
an bankakreppuni og í sam-
band við royndina at loysa
hesa.
-Ilt at siga, hví føroysku
politikararnir gera so lítið
fyri at birta uppundir eitt
alment = orðaskifti um
frålandavinnuna. Ein møgu-
leiki er sjålvandi, at talan
er um eitt øki, sum politik-
ararnir hava litla fakliga
vitan um, og at teir ti Óttast
fyri at bliva hildnir fyri
gjøldur, um teir koma til at
siga nakad, sum er skeivt
Ein slíkur ótti heldur før-
oyski advokaturin - um
hann er orsøkin - er óneyð-
ugur, við tað at politikar-
arnir ikki nýtast at fyrihalda
seg til serfakligar oljuspurn-
ingar, men harafturímóti
eiga at taka politisku um-
røduna av, hvat ein ynskir
upp, eitt nú viðvíkjandi
spurninginum um foroyskt
alment oljufelag, um polit-
ikararnir ynskja at ávirka,
hvar = oljuútgerðarhavnin
ella - havnirnar skulu liggja,
um útvunnin olju og/ella
gass skal uppskipast í Før-
oyum osfr.
ag