Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-10-06, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 6. oktober 1999síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 189 - 6. oktober 1999 tíðindablaðið S0312 Ur Lesa og klippa Hárfríðkanarlærlingar, sum í løtuni ganga á Tekniska Skúla, høvdu í farnu viku framsýning, sum liður í teirra útbú Fyri hálvari aðru viku síðani var framsýning innan hárlist og móta hildin á Torginum í SMS. har tað bar til hjá áskoðarunum at síggja, hvussu ymsu hármót- arnir taka seg úr. Tað vóru næmingar á hár- fríðkanardeildini hjá Tekniska Skúla, sum á henda hátt sýndu fram, tað tær hava lært tey árini tær higartil hava staðið í læru. Harum- framt var framsýningin eisini ætlað sum ein re- klama fyri hárfríðkan- aryrkið, og vóna tær at hetta kann vera við til at økja áhugan fyri yrkinum. Til hetta hava tær lagt lærubøkur og annað fram, og fram- gongur av hesum. at tað er nógv annað enn bara tað at klippa, sum verður lært í skúlatíð- ini. Bøkur um húðrókt. enska mållæru, rokni- skap og mangt annað verða nýttar í undirvís- ingini, og skulu tær til provtøku í øllum hes- um lærugreinum, áðr- enn tær kunnu fáa sveinaprógv. Annars viðmerkja tær, at hár- fríðkanardeildin helst er tann deildin, sum hevur flestar læru- greinar í Tekniska Skúla, og kemst hetta í stóran mun av, at tær nú ganga eftir einari nýggjari skipan, sum fylgir teirri donsku. Til- samans eru tær í skúla í 60 vikur tey 4 árini tær standa í læru. Projekt um móta Talan er um eitt pro- jekt, sum næmingarnir skulu gera í samband við skúlagongdina. Tað er í stóran mun upp til næmingarnar sjálvar, hvussu tær skipað fyri hesum projektinum. Eitt nú hava tær áður havt mótashow. Pro- jektid fevnir um læru- greinina Stíl, form og litir, og eru í alt 10 tím- ar avsettir til ger av hesum. Tað ljóðar ikki av so nógvum, og er tað fyri so vítt heldur ikki ætlanin, at nýta ov nógvar tímar til upp- gávuna, tí tá tær seinni skulu til at gera eina veruliga framsyning, sleppa tær heldur íkki at nýta nógvar tímar til arbeiðið. Eitt ár eftir Næmingarnir, sum høvdu gjørt framsyn- ingina véru Annika Vidtfeldt, Asla Jacob- sen, Joan V. Baldvins- son, Irena Bech, Kåra Gudjonsson og Vanja Hansen. Tær 6 ganga allar i LS flokkinum å hárfríðkanardeildini. Hetta merkir at talan er um næst seinastu skúlagongdina hjá teimum, áðrenn tær vónandi fáa handa læruprógv. Tær læru- greinar, sum tær við hesum hava tikist við. eru allar greinar, sum á einhvønn hátt ganga aftur í sveinaroynd teirra, sum tær skulu Snotuligi básurin, sum lærlingar høvdu sett upp á torginum í SMS. Sum tað sæst á høvd- unum, so er talan um hårsnid av ymsum slag. Q pr! = > Q 9 royna at standa í kom- andi ári. Harumframt eru tær til provtøkui alla hesa vikuna, eins og tær vóru i síðstu viku, við tað at hvort av teimum 3 skúla skeiðunum endar við próvtókum í øllum lærugreinum. Harum framt eru til sveina- royndina 2 royndir, har tær í ein dag skulu standa åstødiliga partin av útbúgvingini, ímeð- an 2 dagar eru settir av til tann handaliga part- in. Tær 6 komandi hárfríðkurnar, sum nú bert hava umleið I ár eftir av lærutíðini: Kára Guðjonsson, Joan V. Baldvinsson, Irena Bech, Ásla Jacobsen, Vanja Hansen og Annika Vidtfeldt Mynd Jens Kr. Vang Framtíðin? Spurdar um framtíðar ætlanir eru tær 6 ymiskar á máli. Onkur teirra ætlar at opna egna salon, ímeðan aðrar ætla sær uttan landa at arbeiða. I elags fyri tær er to, at tær allar ætla sær at halda á innan sama yrkisøki, tí sum tær siga. so er sera skjótt at tú verður afturúrsigld í yrkinum. um valt verður at fáa sær okkurt heilt annað at gera í eitt tíðarskeið.