Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-10-07, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. oktober 1999síða 5

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 190 - 6. oktober 1999 tíðindablaðið Rokið á Atlantic Radio heldur fram JOHN JOHANNESSEN Rokið á Atlantic Radio tyk- ist halda fram. Fyrrakvøldid vóru aftur nógv av starvs- fólkunum savnaði bæði uttanfyri og inni í bygning- inum, har útvarpsstøðin heldur til. Tey eru har fyri at forða fyri, at eigararnir sleppa at flyta sendiútgerð út úr bygninginum áðrenn tey hava fingið ta løn, eigar- arnir skylda teimum. Hjá summum er talan um fleiri månadarlønir, meðan tað hjá øðrum er talan um upp- hæddir millum 10 og 20 tús- und krónur. Upp á takið Fyrrkvøldid gjørdist rokið uttanfyri = Utvarpsstødini einaferð so mikið hart, at løgreglan mátti koma upp í leikin. Onkur, ið als ikki hevur samband við Atlantic Radio, var farin upp á takið á utvarpsstødini fyri at fáa meira rok í, men hetta eydn- aðist ikki hesum báðum kúllunum. Løgreglan kom á staðið, og eru menninir skuldsettir fyri brot á politi- vidtøkurnar. Nidursligin Sosialurin frættir eisini, at ein av myndamonnum sjón- varpsins varð niðursligin, tå hann royndi at taka myndir av eigarunum av útvarps- stødini og mótmælisfólkun- um. Tað frættist, at annar av eigarunum sló myndamann- in beint í andlitið umframt, at eigararnir eisini royndu at koyra á myndamannin við einum bili. Løgreglan sigur seg tó einki vita um málið Í løtuni er einasta starvs- fólkið á Atlantic Radio ein telda, ið sendir tónleik út í luftina. Einsamøll á »brinni« å Atlantic Radio er hendan teld an, sum enn sendir tónleik 24 tímar um samdøgrid… Mynd: Alvur Haraldsen Norrøna tveir túrar til Danmarkar Vegna tess, at Norrøna bert við einari rundferð um vikuna ikki nøktar tørvin á farmaflutningi millum Danmarkar og Føroya, fer Smyril Line sum eina roynd at sigla eina rundferð afturat um vikuna. Ferðaætlanin verður henda: Fráferð Hanstholm Leygardag Koma Tórshavn Mánadag Fráferð Tórshavn Mánadag Koma Hanstholm Mikudag Fráferð Hanstholm Mikudag Koma Tórshavn Hósdag Fráferð Tórshavn Fríggjadag Koma Hanstholm Leygardag Brennievni alt samdøgrid Tað hevur altíð verið tørvur á at kunna fáa brennievni í urtid til akførini, ið koyra á føroysku vegunum. Hetta hava vit á P/F Føroya Shell nú gjørt nakað við, við tað at nú ber til at fylla á ak- førini = alt samdýgrið. Nýggja skipanin hevur fing- ið heitið >Shell-tókan<, og í fyrsta umfari eru >Shell- tøkur« settar upp á hesum Shell Stødum. ? Shell Stødin við Ring- vegin, Torshavn ? Shell Stødin i Vestmanna * Shell Stødin við Streymin ” Shell Støðin í Gøtudali ? Shell Quick Service í Klaksvik »Shell-tøkan«, 10 er ein kortautomat, tekur øll van- lig gjaldskort, og å yvirliti- num å »Shell-tøkuni« sæst, hvørji hesi kortini eru. Eis- ini eru »Shell-tøkurnar« opnar at nyta um dagin, so allar avgreiðslur kunnu nú avgreiðast nógv skjótari. Vit hava til kunningar lagt við hesum brævi eitt ark, sum er ein vegleiðing í nýtsluni av »Shell-tøkuni«, og vit síggja fegin, at tygum, ella fyritøka tygara nýta henda givna møguleika í framtíð- ini. Hava tykum ikki >Shell- Viðskiftakortið<, sum er eitt kundakort við fyrimunum, so ber til at seta seg í sam- band við høvudsskrivstovu okkara og fåa tilsent um- sóknarblað, har vit eisini fegin svara spurningum tyg- ara. Vit eru til tygara tæn- astu, sigur Føroya Shell í tíðindaskrivi. SøluRåsin '99 Aftur i ár verður skipað fyri sølustevnu i ítróttarhóllini á Skála vikuskiftið 6. og 7. november, undir heitinum SóluRásin 99 Aftur í ár skipa ítróttarfel- øgini á vestara armi á Skála- fjørðinum fyri sølustevnu við heitinum SøluRåsin '99. „ Sølustevnan verður i Itréttarhøllini á Skála leyg- ardagin og sunnudagin 6. og 7. november. Umframt søluframsyn- ing, verður eisini skipa fyri mótasýning og øðrum spennandi undirhaldi. Sølustevnan SøluRåsin "98, sum var fyriskipað fyri einum ári síðani, eydnaðist sera væl. Fyrireikarnir fingu tá nógv rós fyri at stevnan var so væl fyrireika, eisini var hon sera fjølbroytt og undir- haldið var gott. Tað eru tey somu fólkini, sum fyriskipa sølustevnuna aftur í ár. Yvir 30 framsýnarar lut- tóku á SøluRåsini í fjør og yvir 2.800 atgongumerki vóru seld tá. Hugurin at luttaka á Sølu- Råsini '99, hevur verið sera stórur, higartil havan æstan allir framsýnararnir, sum vóru við í fjør, boðað frá, at teir ynskja at verða við aftur í ár. Prísurin fyri at luttaka er kr. 250 fyri fermeturin, mvg frítt. Og tá fáa allir fram- sýnararnir frían mat undir stevnuni. L Fyrireikarnir siga, at tað er næstan fult teknað, og at bert nakrir fáir fermetrar eru tøkir afturat inni í høllini. Tey, sum enn ikkki hava boða frá luttøku, men kundu hugsa sær at luttikid á sølu- rásini 99, eru vælkomin at ringja til telefon nr. 284340 ella 283182, og hoyra nærri um møguleikarnar fyri at luttaka. kl. 18.00 kl. 06.00 kl. 18.00 kl. 06.00 kl. 10.00 kl. 18.00 kl. 00.01 kl. 14.00 KPMG Nu vil sambandsflokkur- in hava, at vit skulu hava eina nýggja vegleiðandi folkaatkvødu um, hvort vit skulu vera saman við Danmark ella ikki. Sagt verður, at talan er um eitt demokratiskt krav. Men sambandsflokk- urin hevur havt sína fólk- aatkvødu. Tann 10. mai 1946 samtyktu allir sam- bandsmenn á løgtingi at haldast skuldi ein fólka- atkvøda, har Føroya fólk frítt kundi velja millum heimastýrisskipanina og loysing. Hevdi bert ein av sambandsmonnunum Sambands- folkaatkvødan ikki greitt atkvødu fyri, so var uppskotið fallið á tingi. Urslitið av hesi fólkaat- kvødu var, at tað var meir- iluti fyri loysing. Tað er tí sambandsflokk- urin, sum hevur samtykt, at Føroyar skulu loysast frå Danmark og gerast eitt sjålvstødugt land. Um so er, at flokkurin er em demokratiskur flokkur, so má hann boyggja seg fyri úrslitinum av ti følkaatkvødu, sum hann sjålvur setti i verk. Zakarias Wang 5/10 1999 og hvørvisjonin Komandi fíggjarlóg fyri árið 2000 skal ikki av- speglað nakað sum helst. Vit liva framvegis undir heimastýrislógini og koma at liva við henni, bæði áðrenn samráðingar við danir og nakað eftir folkaatkvøduna og skift- istidina. So fullveldis- fíggjarlógin er ikki klár fyrr enn alt hetta er av- klárað, so einkult er tað. Her nytta ongar hvørvi- sjónir. Tí er ein varin fíggjarlóg uppá sítt pláss. Takk fyri eitt gott ar- beiði. Karsten Hansen, eitt avlop er altíð kærkomið. Ein hvorvisjón hjá Bjarna kann ikki brúkast til nakað sum helst, uttan rumbul, og tá er alt sagt. Dia Ellindsson tjóðveldismaður Runavík Skrivstovufólk Fyri Maskinmeistarafelagið verður sekt eftir skrivstovufólki m/k, til at taka sær av arbeiðinum á skrivstovuni. Starvið Tann, ið settur verður, skal m.a. taka sær av: e Samskifti millum limir og nevnd * Upplýsandi arbeiðinum e Kanningum e Skråseting av hagtølum eOø. Umsøkjarin Umsøkjarin skal: e Kunna arbeiða sjålvstødugt og miðvíst e Hava góð samstarvsevni e Hava hollan telduførleika e Kunnleiki til bókhald og fakfelagsarbeiði er ein fyrimunur, men ikki krav Lenin verður ásett eftir nærri avtalu Umsóknin Umsókn við upplýsingum um royndir og útbúgving verður at senda til KPMG statsaut. revisorar Sp/f. Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 15. oktober 1 999. Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Árna Ellefsen ella Eiviru Poulsen á telefon 34 34 34. KPMG statsaut. revisorar Sp/f Postsmoga 3258, FO-110 Tórshavn, Tel 34 34 34, Fax 34 34 35