Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-10-07, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. oktober 1999síða 7

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 190 - 6. oktober 1999 tíðindablaðið Fyra ára gamal fann fløskupost | Í vikuni før 4 ára gamli Heri Kjærbo í Vági vestur á Eiðið við abba sínum at taka ímóti pápanum, sum var í feitilendi eftir veðrum. Heri kom hann heim við forvitnis- ligum fongi, nevniliga einum fløskuposti DAGFINN OLSEN 4 åra gamli Heri Kjærbo i Vági er åhugadur í seyði. Tí fór hann spentur við abba sínum vestur á Eiðið at taka ímóti pápa sínum, sum hevði verið í feitilendi. Men Heri og abbi hansara funnu í Kleivini ein gest, ið hevði ferðast langa leið og sum við briminum var end- aður í Kleivini. Teir funnu ein fløskupost. I eini plastikkfløsku lå postur frå einum skúla í Skotlandi. Kirkriggs Pri- mary School, Forfar, An- Scotland. Í einum brævi skrivar Robbie Smith. at hann hevur lisið um eina gentu, nevnd Pam, ið sendi eitt bræv í eini fløsku. Hann hevur sent fløskupostin fyri SUS, at finna útav, hvat hendir við postinum og hann heitir á finnaran um at svara á spurnarblaðið, ið er hjålagt, og senda tað aftur til hans- ara. Ensk frímerki Tað stuttliga er, at ensk frí- merki er løgd við, so finn- arin sleppur undan at gjalda. Tey ið hava sent fløskupost- in, hava ikki roknað við, at hann fór so langt, sum til Føroya. Og tad er eisini ilt at skilja, at fløskan er komin hesa longu leið. Forfar ligg- ur á eystursíðuni og tískil er fløskan komin framvið Orknoyggjunum og Het landi, men er ikki farin á land. Einki dato Umframt brævið og spurn- arblaðið. er eisini ein tekn- ing við. Einki dato er á. so tískil er ilt at siga, hvussu longi fløskan hevur havt um ferðina ur Forfar til Vágs. Men i hesum døgum sita Heri og familja hansara og fylla ut teir 7 spurningarnar, ið eru settir á spurnarblaðið. Tað snýr seg um navn og aldur á finnaranum, hvar fløskan er funnin og nær, hvat finnarin gjørdi, tå hann fann fløskupostin og at enda verður biðið um at fáa eitt sindur at vita um finnaran. Í Vági hava tey á einum korti sett av, hvar fløsku- posturin kom á land. Ahugavert verður at frætta, hvat Robbie og hini í skúla hansara svara. Uttan mun til, hvussu leingi fløskan hevur verið á veg, áðrenn Heri og abbi hansara funnu hana, so verður óivað ein bilsin sendari, ið fær svar úr Vági ein av komandi døgunum. 4 ára gamli Heri Kjærbo úr Vági var við abba sínum vesturi á Eiðinum, í Kleivini, har teir vóru farnir at taka ímóti pápa Hera, ið hevði verið í feitilendi. Í Kleivini funnu teir ein floskupost, ið er komin úr Skotlandi, framvið Orknoyggjunum og Hetlandi og allan vegin til Vágs. Mynd: Dagfinn Olsen É Big Fat Snake vid fløgu Bólkurin Big Fat Snake hugtók mangan lurtara á Jazz- festivalinum í år. Nú hava teir givið út fløgu við bestu lógunum DAGFINN OLSEN Danski bólkurin Big Fat Snake hugtók mangan lurt- ara á Jazzfestivalinum í Norðurlandahúsinum í ár. Tók kanska enntá onkran á bóli. Bólkurin hevur nøkur år á baki og nú er ein nýggj fløga komin á marknaðin við 28 av teirra bestu logum. 3 nýggj løg eru á fløguni. Millum gomlu og kendu lógini eru bæði Female Voice og Bonsoir Madame. Fløgan nevnist Recycled, ið merkir endurnytsla. Hós- kandi fyri eina savnsfløgu. aði Big Fat Snake avmyndaðir á takinum á Hotel Hafnia tá teir vitjaðu her í sambandi við Jazz festivalin í summar. Mynd: Álvur Haraldsen Á kortinum sæst hvar Forfar liggur og møguliga leiðin, ið fløskuposturin hevur ferðast