hósdagur 7. oktober 1999síða 8
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
tidindabladid SOSTAWUPI
Nr. 190 - 6. oktober 1999
Studlar venjingarbreyt
Fyrra hálvár í ár øktust
skaðafráboðanirnar hjá
Tryggingarfelagnum við
50 prosentum
Savnsmynd
Hagtøl hjá Tryggingini benda skeiva vegin. Hóast koyringin bert er økt 10%, eru skaðarnir øktir 50% eftir bert ein-
um ári. Jens Petur Arge heldur ikki gongdina vera nóktandi, og sigur m.a., at tryggingin er hugað fyri at veita stuðul
til eina venjingarbreyt, ið koyrilærarar hava eftirlýst
Hugburðsbroyting
t |}!
1 1OIK IK
HOGNI
#1
Tølini fy
MOHR
ry
bilskaðar. hendir
g í góðum tíðum hevur kanska við sær,
i longur vanda sær nóg væl um materiellu virðini,
yggingarfelagnum Føroyum, og gitar, at
av orsøkunum til óhapp og vanlukkur í
i fyrra hålvåri 1999, eru ikki
góð. Sambært skaðaskráset
ing hjá Tryggingarfelagnum
Føroyum vóru fráboðaðu
skaðarnir 1.832 í tali. Fyrra
hálvár 1998 var talið1.280.
Talan er sostatt um eina øk-
ing, ið er útvið 50% eftir
bert einum ári.
Hugsast kundi, at skaða-
økingin hevur samband við
økta koyring. Sagt verður
ferð eftir ferð, at tíðirnar eru
vorðnar betri, og at fólk av
hesi orsøk m.a. hava betri
ráð og stundir at koyra fleiri
kilometrar. Men tað, sum er
serliga ansvekjandi er, at
fyri tey nevndu tíðarskeiðini
er ferðslan bert økt við o.u
10%. Kanningar hjá Lands-
verkfrødinsstovninum stað
festa hetta
Forstjórin í Tryggingar-
felagnum Føroyum, Jens
Petur Arge, er harmur um
gongdina, ið hann sigur seg
kenna aftur. Hann sigur tað
vera hugstoytt at
hyggja at hesum tólum; ser-
liga tá hann veit, at tað í
flestu førum eru ungfólk, ið
eru uppi í álvarsligu tilburð-
unum.
Tað er ómetaliga torført
at siga, hví gongdin er sum
hon er, men talan er kanska
um eina keðiliga hugburðs-
broyting, ið fer fram í góð-
um tíðum, og fólk ikki long-
ur vanda sær nóg væl um
materiellu virðini. Hervið
økist vandin jú fyri 6happ-
um og vanlukkum, heldur
sera
Jens Petur Arge.
Tryggingin gávufús
Koyrilærarin, Bjarki Otto-
sonur Johannesen, gjørdi í
vikuni vart við, at nú má
streingjast á, til tess at fáa
eina venjingarbreyt í Før-
oyum. Hann og Koyrilær-
arafelagið eru fullvís í, at
sleppa tey ungu at royna at
missa tamarhaldið á akfari-
num undir tryggum umstød-
um, áðrenn tey sleppa út á
alfara veg, verður vanlukk-
uvandin minni enn nú. Og
hagtøl benda á, at ferðslan
aftur fer at minna um tíðina
í åttatiårunum, tá nógvir
ungir føroyingar lótu liv í
høpisleysum vanlukkum.
Tryggingarfelagid Føroy-
ar hevur latið nógvar góðar
gávur til eins góð endamál
Hepni mótttakarin hevur al-
oftast verið Landssjúkra-
húsið. Seinast lat Trygging-
arfelagið ein skannara, ið
kostaði omanfyri 7 milliónir
krónur. Men eisini í ferðsl-
uhøpi hevur tryggingin ver-
ið gávufús. Felagið tók á
sinni stig til at stovna Ráðið
fyri Ferðslutrygd, og frá tí
degi hevur felagið latið ráð-
num 1% av biltryggingar-
gjøldunum (millum
500.000 og 700.000 krónur
um árið, bl.m.).
Nú boðar Jens Petur Arge
frá, at Tryggingarfelagið fer
at viðgerða spurningin um
at stuðla einari venjingar-
breyt fíggjarliga, um polit-
iskur áhugi er fyri at lata
hana gera.
— Eg kann ikki nevna nak-
að krónutal, men eg vil feg-
in veita vissu fyri, at vit fara
at hyggja at tiltakinum við
vælvild í huga, sigur stjórin
á Tryggingarfelagnum Før-
oyum.
bred æ
Finnbogi
Høgni Mohr
Blaðið hevur roynt at
fingið landsstýrismannin
við ferðslumálum, Finn-
boga Arge, at úttala seg
um málið við venjingar-
breytini, ið verður hildin
Høgni Mohr
Christian C. Nielsen,
stjóri á Trygd, sigur, at
felagið longu hevur tos-
að við Koyrilærarafelag-
ið um koyribreytina, og
at Trygd í hesum sam-
bandi hevur gjørt vart
við, at ein koyribreyt eis-
ini eigur at vera til teirra,
ið longu hava koyrikort.
— Tað er týdningarmik-
ið, at øll fara á breytina
við jóvnum millumbil-
um, sígur Nielsen, stjóri.
Trygd stuðlar eisini
fundast
at kunna bóta um vandan
fyri ferðsluvanlukkum.
Tað hevur ikki eydnast
enn. Í gjár sat hann á
fundi, men Sosialurin
skilir, at hann væntandi
fer at gera vart við seg
seinni.
Stjórin á Trygd veitir
trygd fyri, at teirra felag
fer at vísa eins stóra
vælvild og kappingar-
neytin. Ætlandi fer
Trygd eisini við jóvnum
millumbilum at bjóða
viðskiftafólki sínum 6-
keypis koyriskeid á
breytini, verður hon ver-
uleiki.
Christian C. Nielsen
ger vart við, at Trygd
stuðlar Ráðum fyri
Ferðalutrygd á sama
hátt sum kappingarneyt-
in.