Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-10-07, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. oktober 1999síða 11

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 190 - 6. oktober. 1999 tíðindablaðið So byrjaði hondbólturin aftur ... Um vikuskiftið byrjar hondbóltskappingin av álvara. Hetta er seinasta hondbóltskappingin í hesari øldini, og tí fara liðini nokk at leggja doyðin á fyri at vinna. Spurningurin er so um meistaraliðini frá í fjór fara at megna at endurvinna heitið, ella um vit skulu finna nýggjar meistarar. Livst so spyrst men eingin ivi er um, at tað verður spennandi JÁKUP MORK OG SVEINUR TRÓNDARSON Fyri seinastu ferð í hesari øldini verður farið undir eina nýggja landskapping í hondbólti, og fleiri ábend- ingar eru um, at kappingin í ár fer at gerast ein hin mest spennandi nakrantíð, bæði á mann- og konufólkasíð- uni. Fleiri feløg hava av álvara brynjað seg út, til tess at verða við í fremstu rød, men tá gullkrónurnar skulu lat- ast. Undanfarna ár vóru tað sum kunnugt menninir hjá StiF og kvinnurnar hjá Kyndli, sum fingu henda heiður, og lítið er at ivast í, at hesi fara at gera tað tey eru ment at verja sína stóðu. Hinvegin eru sjálvsagt fleiri onnur feløg, sum hava vónir og ætlanir um at taka henda heiður í ár, og so leingi sum allir dystirnir ikki eru leiktir, er eingin avgerð fallin í hes- um máli. Komandi mánað- irnir at visa, hvørji liðini verða, sum eina ferð út á vári kunnu kalla seg fyrstu føroyameistarnar í 21. old. Hóast tað enn er langt eft- ir mál hjá einum komandi føroyameistara, so ætla vit á Ítróttarsosialinum at fylgja við frá fyrsta bríksli, soleið- is at lesarar okkara hava møguleika at fylgja við gongdini í kappingini allan veturin á tamb. A komandi síðunum hava roynt at greitt frá, hvussu stødan er hjá ymsu liðunum kring landið. Sjálvandi er stórur munur á, hvussu met- anir, vónir og vánir eru hjá ymsu leikarunum og venj- arunum, men vón okkara er í øllum fórum, at lesarin við hesum fær eitt betri innlit í, hvussu stendur til hjá ein- støku liðunum. Við hesum vilja vit bjóða øllum hondbóltsáhugaðum at verða vælkomin til nýggja kappingarárið. Vón- andi verður talan um eitt kappingarár, sum verður orsøk til nógvan spenning og frálíkt undirhald!