hósdagur 7. oktober 1999síða 12
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Jónleif Sólsker, leikandi venjari h
tíðindablaðið
strandingum, væntar at VIF, Neistin og Kyndil fara at vera teirra harð-
astu kappingarnevtarnir til meistaraheitið, sum StIF vann í fjør, í sera spennandi kapping við Kyndil
Mynd: Alvur Haraldsen
Stridast fyri at halda
um meistaraheitið
Fyri fyrstu ferð í meiri enn fimti ára oyðimarkargongd skulu strandingar út
at verja meistaraheitið. Teir eru greiðir yvir, at tað verður torført, tí fleiri av
hinum liðunum eru styrkt munandi. Kortini fara teir at leggja doyðin á at
endurtaka bragdið frå í fjør
SVEINUR TRÓNDARSON
Eftir eitt tað mest spennandi
kappingarárið nakrantíð
lógu strandingar ovast í
fyrstu deild hjá monnum, og
gjørdust tískil meistarar fyri
fyrstu ferð í meiri enn fimti
ar
Hjá leikarum, venjara og
sjálvsagt eisini hjá ollum
armi á Skålafjørd-
inum var tað ein stór fragd
kunna staðfesta, at
tú vóru hondbóltsmenninir
StIF teir í landin-
vestara
bestu
rå gjørt uttan ein
nasta útlendskan spælara
At tað va
I sjalvsagt
við, og sam-
stundis er tað ein veruleiki,
at strandingar vóru nokk tað
liðið í fjør, sum spældu tann
mest áskoðaravinarliga
hondbóltin - til tíðir
Halda somu kós
trandingar hava valt at
halda somu kós í ár og teir
gjørdu í fjør
Utlendingar eru framveg-
is eingir á liðnum og av ti
at bert ein leikari er givin
og ein annar komin í hans-
ara stað, skuldi ikki verið
trupult at fingið gongd á
spælið, sum var eyðkenni
strandinga í fjør.
Elias Hansen er givin,
men Jónleif Sólsker, venjari
metir, at liðið í Hannisi
Wardum hevur fingið full-
góðan styrk.
Kortini er venjarin eitt
sindur varin tá hann verður
biðin at meta um kapping-
arárið, sum stendur fyri dur-
um
Tað verður í hvussu er
ótrúliga trupult at endur-
vinna meistaraheitið, sigur
Jónleif Sólsker sum vísir á,
at fleiri av hinum liðunum
eru væl fyri
Neistin hevur fingið fatur
á trimum i tí betra endanum,
og tað ger Neistan til eitt
seriøst boð upp á ein kom-
andi meistara
VIF hevur eisini fingið
styrk við tað at Ingi Olsen
er komin aftur, og tað hevur
eisini styrkt um vestmann-
aliðið, sigur Jónleif Sólsker,
sum kortini åsannar, at VIF
eisini hevur mist ein heilan
hóp við tað at Aki Olsen er
farin til Neistan.
Venjingarlegan
av ongum
Fyri einum góðum mánaði
síðan spældi StlF sín fyrsta
dyst i millumtjóða kapping
yvirhøvur. Urslitid kenna
vit, men hóast teir taptu, so
heldur venjarin ikki at tað
fer at hava negativa ávirkan
á leikararnar.
— Vit vistu, at mótstøðulið
okkara var øgiliga sterkt, og
ti høvdu vit vænta at tapt,
sigur Jónleif Sólsker, sum
kortini ásannar, at tað hevur
verið trupult at motiverað
menninar til venjing aftaná
evropeisku dystirnar.
Men hóast tað, so metir
hann kortini ikki, at tað fer
at síggjast á spælinum tá
kappingin byrjar.
- Konditiónin verður sett
eitt sindur aftur, men tekn-
ikkurin fer neyvan nakran
veg, tá vit hava vant so
leingi sum vit hava, sigur
Jónleif, sum tí roknar við,
at StIF verður væl og virði-
liga til reiðar, tá fyrsti dyst-
urin stendur á skránni.
Tungir í byrjanini
Tað hevur annars verið eitt
sermerki - av teimum minni
góðu - fyri StÍF.. at teir hava
verið tungir í byrjanini av
kappingini.
Hyggja vit at seinasta
kappingarári, so var í
byrjanini av árinum einki,
sum bendi á, at strandingar
skuldu enda sum meistarar
tá avtornaði.
Hetta vónar Jónleif kann
gerast ødrvisid í ár, og hann
metir eisini, at venjingar-
stóðan skuldi givið grundir
til góðar vónir.
— Vit skulu koma væl
ígongd, og enda millum tey
trý fremstu liðini. Tað er
okkara málsetningur. Liðið
náddi málinum í fjør, tá vit
gjørdust meistarar, og nú
skulu vit visa, at tað ikki var
av tilvild, at vit endaðu ov-
ast, sigur Jónleif Sólsker.
Hann leggur afturat, at tað
eru nógvir góðir ungir leik-
arar at byggja framtíðina á
inni á Strondum og tí eigur
liðið at kunna halda sær har
uppi sum tað er stuttligt at
spæla.
— Eg haldi, at strandingar
eiga kunna vera millum tey
trý fremstu liðini, sigur
Jónleif, sum júst er farin
undir triðja árið sum venjari
hjá strandingum.
Felagið hevur givið leik-
arum og venjara góðan upp-
bakning, og tað er ikki at
forsmáa. Samstundis hevur
uppbakningurin millum á-
skoðararnar verið eina-
standandi góður, og tað hev-
ur eisini týdning
Nr. 190 - 6. oktober 1999
Torført at
endurvinna FM
Tað sigur liðskiparin hjá StÍF, tå
hann verður biðin um at meta um
útlitini til kapping
stendur fyri stavn
SVEINUR TRÓNDARSON
Í fjór kundi Artur Johan-
sen, sum fyrsti liðform-
aður hjá mansliðnum á
Strondum í meiri enn
fimti ár, lyfta FM-steypið.
At strandingar endaðu
ovastir, var tá samanum-
kom ikki so logið, tí tað
var í grundini liðið, sum
spældi tann mest fjøl-
broytta hondbóltin.
Vit hava tí sett Artur
Johansen spurningin um
hverjar vónir hann hevur
til kappingarárið, sum
byrjar um vikuskiftinum.
— Eg rokni við, at tað
verður ótrúliga torført at
endurvinna FM-heitið, tí
kappingin í ár verður sera
hørð, sigur Artur Johan-
sen.
Men hvat ella hvørji lið
metir tú sum tann stórsta
kappingarneytan?
— Tað er torført at siga
nakað um, tí tað eru fleiri
lið, sum kunnu vera gott
boð upp á ein FM-vinn-
ara, sigur Artur, sum kort-
ini leggur dent á, at
strandingar fara at leggja
doyðin á, at endurtaka
bragdið frå í fjør
Neistin eitt
spennandi lið
Kortini sigur Artur at
Neistin nokk fer at vera
eitt spennandi lið at fylgja
við í ár.
— Teir hava fingið fleiri
Liðskiparin hjá strandingum heldur at liðið er
arárið, sum nú
nýggjar leikarar, og teir
hava eitt ótrúliga sterkt
liðvið bæði ungum og
eldri leikarum. Spurning-
urin er kortini bara
hvussu langa tíð teir skulu
brúka til at spæla nýggju
leikararnar inn á liðið,
sigur Artur Johansen.
Annars heyði Artur ser-
liga mett, at VIF fór at
vera torførasta nótin at
knúsa, men nú Aki hevur
stungið í sekkin og er far-
in til Neistan, heldur Art-
ur, at eitt sindur av gassi
er farið av vestmannaball-
ónini.
Niðurtúr aftaná
Evropa Cup
Annars sigur Artur, at
teirra lið hevur havt ein
ordans niðurtúr aftaná
Evropa Cup luttøkuna í-
móti slovakisku meistar-
unum, ið sum kunnugt
vunnu stórt á stranding-
um.
— Menn vóru troyttir av
hondbólti, tí vit høvdu
brúkt sera nógva tíð upp
á spæli, og tað er skilligt.
Nú er vend komin í, og
menn eru av álvara farnir
undir venjingina aftur,
sigur Artur Johansen, sum
kortini gleðir seg yvir, at
teir hava frí fyrsta viku-
skiftið.
— So fáa vit slaktið frá
hondini, leggur hann
afturat
líka væl fyri í ár sum í fjør. Elias Hansen er givin
men í hansara stað er Hannis Wardum komin úr
Kyndli