hósdagur 7. oktober 1999síða 13
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 190 - 6. oktober 1999
tíðindablaðið SOK
13
Rúni Poulsen er ikki í iva um at Kyndil skal koma
ígongd, áðrenn ov langt er fráliðið
Vit skulu nokk
koma igongd
Rúni Poulsen, sum seinasta ár var
liðskipari á kyndlaliðnum, væntar
ikki, at Kyndil fer at leggja hart í
kappingini, men at teir ivaleyst
koma at hava framgongd, sum árið
líður
JÁKUP MØRK
Vit eru komnir ov seint
ígongd, umframt at venj-
araspurningurin eisini
hevur órógvað nakað,
heldur Rúni Poulsen fyri,
tá vit spyrja hann um,
hverjar vónir hann hevur
fyri komandi kappingar-
ár.
Við hesum sipar hann
til, at leingi gekk, áðrenn
leikararnir fingu staðfest,
hvør skuldi vera venjari
teirra í ár, og at hetta hev-
ur vidført, at teir helst eru
i aftanfyri hini lið-
tá hugt verður eftir
A kjagasipðnn.
Rúni skundar sær tó at
leggja afturat, at allir leik-
ararnir eru fegnir um, at
hesin spurningur nú er av-
greiddur, eins og teir allir
eru samdir við leiðslu fel-
agsins í valinum av venj-
ara.
Vit vita allir, hvat Soph-
us stendur fyri, og hóast
hann ikki hevur vant nak-
að 1. deildarlid í mans-
hondbólti, so er hann iva-
leyst madur fyri at langa
nevan í borðið, um hetta
gerast neyðugt. Tað fer
helst eisini at verða neyð-
ugt í byrjanini, við tað at
vit helst mugu geva nakað
eyka, tá havt verður huga
at hini liðini hava vant í
upp til ein mánað longri
enn vit hava gjørt.
Hann leggur eisini aft-
urat, at hóast onkur
kanska vil gera nógv burt-
urúr at Jacob Jónsson var
nær við at skifta til Neist-
an, men nú kortini verður
verandi sum leikari, so er
hetta nakað sum leikar-
arnir langt síðani hava av-
greitt, og metir hann ikki,
at hetta er nakað sum
skapar innanhýsis óróð í
hópinum.
Skipanin
ein fordeilur
Rúni dylur heldur íkki
fyri, at hann metir núver-
andi skipanina, har liðini
missa helmingin av stig-
unum í vetrarsteðginum,
verða til fyrimuns fyri
Kyndil, í hvussu so er í
hesum kappingarárinum.
Ein kann siga, at tað við
verandi skipan ger minni,
at vit ikki eru í toppformi,
nú farið verður undir
fyrra helming av árinum,
við tað at dystirnir í
seinnu helvt telja meira,
og við tað at eg rokni við
at fleiri av oddaliðunum
koma at taka stig frá
hvørjum øðrum fgjøgnum
veturin.
Verdur spennandi
Riini vil ikki peika å nak-
að lið sum greiðan fav-
oritt til FM-heitið, men
vísur tó á, at hann roknar
við at grannarnir úr Neist-
anum fara at gerast
drúgvari enn vant í vetur.
Sjálvur heldur hann ikki,
at Kyndil kann teljast
millum favorittarnar, men
eins og venjarin, so er
hann vísur í, at teir ætla
sær at taka av teimum
møguleikum teir fáa, fyri
at blanda seg í stríðið um
heiðursmerki.
2. Kyndil
| Risin um at fara i dvala
jåldsama stór frágongd hevur verið á kyndlaliðnum í mun til seinasta kapp-
SR og tilgongdin uttanífrá hevur ikki verið hin stóra. Spurningurin verð-
ur tí helst í stóran mun, hvussu teir ungu kyndlaleikararnir fara at standa seg í
kappingini komandi ár
JÁKUP MORK
Kyndil hevur í heilt nógv
ár verið eitt av stóru feløg-
unum í føroyskum mans-
hondbólti. Saman við vest-
menningunum hava teir so
at siga átt patent upp før-
oyameistaraheitið tey sein-
astu mongu árini, og burtur
sæð frá Neistanum fyri 21
árum síðani og STIF sein
asta ár, hevur einki føroyskt
felag kunna hótt hesa du-
ettina.
Í ár kann talan tó gerast
um aðrar tónar frá teimum
grønklæddu havnarmonn-
unum. Nógv fólk er farið úr
felagnum, og hevur felagið
mist leikarar til onnur før-
oysk feløg, ímeðan aðrir
hava valt at satsa meira upp
á fótbóltin enn hondbóltin.
Egið fólk
Ein kundi kanska hildið, at
mest nærliggjandi loysnin
vildi verið at farið eftir leik-
arum úr øðrum føroyskum
feløgum ella møguliga at
leita sær styrk uttanlanda,
men hetta hava teir sum so
ongar ætlanir um í Kyndli.
Gamaní hava teir fingið
ein danskan málmann hend-
avegin, eins og Jacob Jóns-
son framvegis er í felag-
num, men verður sæð burtur
frá hesum, hevur talan ikki
verið um fremmanda til-
gongd. og má sigast at hetta
er ein sera djørv avgerð, tá
hugsað verður um at talan
2
er um eitt felag, sum vit
altíð eru von við at síggja í
fremstu rgð. og sum aloftast
eisini sjálvir vilja vera har.
Tónarnir eru tó eitt sindur
øOrvisi úr kyndlaleguni í ár.
Sophus Dahl Christiansen
er settur at taka sær av
fremsta mansliðnum, og
skulu vit trúgva honum, so
eru krøvini ikki eins stór og
vanligt, tá kyndlaleikararnir
fara á ymsu leikvallirnar
kring landið í ár.
Hugsa um framtíðina
Sum nakað nýtt hevur
Kyndil nevnliga ikki sett
sær sum mál at gerast
nummar 1, men vilja teir
ístaðin arbeiða meira lang-
siktad, soleiðis at fólkið
sum nú er við, kann verða
við til at mynda toppin í
føroyskum hondbólti um
nøkur ár.
Sjálvandi vilja vit gjarna
vera við, har sum tað er
stuttligt at vera, men fyri
okkum er tað eingin kata-
strofa um vit gerast til døm-
is nummar 3, sigur Sophus.
sum tó samstundis sigur, at
sjálvt um meistaraskapurin
ikki er alpha og omega fyri
teir, so ætla teir sær ikki at
lata møguleikan fara fram
við borðinum, um tað skuldi
hent at hann var til staðar.
Stór frágongd
Verður hugt eftir liðnum í
ár, sæð í mun til liðið sein-
asta ár, so sæst eisini at talan
er um eina ógvusliga frá-
gongd. Burtur eru brødurnir
Hannis og Bjarni Wardum.
Harumframt hevur fót-
bóltsmálmaðurin, Bárður
Johannesen valt at satsa alt
upp á fótbóltin, eins og
hondbóltsmálmaðurin,
Hans á Lag. Hetta er eisini
orsøkin til, at Kyndil hevur
leitað sær útlendskan mál-
mann, tí umframt at Hans
er givin, er eisini hin fasti
málmaðurin seinasta ár, Pet-
ur Magnusson, farin yvir til
bláu grannarnar í Neist-
anum.
Sophus heldur tó, at tað
ikki ger nakað, at hópurin
er somikið ungur í ár, tí tað
tekur broddin av tí trýsti,
sum annars hevði ligið á
teimum, tá havt verður í
huga at teir einans vóru
nøkur fá mål frá at verða
meistarar seinasta ár.
Kennir leikararnar
Tá vit tosaðu við Sophus,
var hann júst komin til land-
ið, so hann hevði enn ikki
havt stundir til at tosa við
leikarahópin, men við tað at
hann ikki er nakar ársungi í
Kyndli, so hevur hann tó
sera góðan kunnleika til
flestu leikararnar, so hann
hevur longu nú gjørt sær
eina mynd av, hvussu teir
koma at spæla komandi ár.
Talan verður heldur ikki
um nakrar kollveltandi
broytingar í spælistílinum,
men Sophus metir tó, at
teknikkurin hjá leikarunum
eigur at betrast nakað, so-
leiðis at teir kunnu megna
at spæla skjótari enn sein-
asta kappingarár, og á henda
hátt skapa fleiri trupulleikar
fyri métstødulidini.
Fortreytin fyri hesum er
tó, at menn mugu venja
dúgliga, og sum Sophus sig-
ur, so er eitt hjá teimum at
gera, og er tað at fara í ar-
beiðsklæðini, við tí fyri
eyga at betra seg so nógv
sum gjørligt, bæði sum lið
og sum einstaklingar.
Utbugving
av venjarum
Sophus er í løtuni einasti
einasti føroyski venjarin,
sum hevur tikið elituvenj-
araútbúgvingina hjá DHF.
Hóast nakrir aðrir føroying-
ar í løtuni eru í ferð við at
taka somu útbúgving, so
heldur Sophus, at alt ov lítið
verður gjørt, fyri at eggja
føroyskum venjarum at út-
búgva seg.
Allir teir, sum í løtuni
taka hesa útbúgving. gera
hetta av sínum eintingum,
og Sophus metir hetta við-
føra, at menningin av før-
oyskum hondbólti tískil
gongur nógv seinni, enn
hon annars vildi gjørt.
Verður hugt eftir fótbólt-
inum, sæst at FSF í fleiri ár
hevur gjørt nógv við hetta
oki, og at hetta so sanniliga
eisini hevur givið úrslit
leggur Sophus afturat.
Utlitini fyri at Kyndil verður líka høgtflågv andi og å hesi myndini eru ikki tey bestu