Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-10-07, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. oktober 1999síða 14

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

14 Hjalmar fer í ár at royna seg sum hjálparvenjari hjá Daniel Råpa, og verður tí ikki so nógv á liðn- um í ár sum hann var í fjør Minni sjónligur Líkt er til at liðskiparin hjá VIF seinastu árini, Hjalmar Klein Ol- sen, verður minni at síggja á vøll- inum í mun til undanfarin kapping- arár JÁKUP MORK Orsøkin til hetta er, at Hjalmar í ár skal vera hjálparvenjari hjá Daniel Rapa, sum eins og sein- asta ár skal taka sær av besta liðnum hjá vest- menningum. Hjalmar sigur sjålvur, at hann heldur at tað nú er tíð til at trappa nakað niður í leiklutinum sum spælari, og at hann tiskil sær hetta sum eitt gott høvi. Gera sitt besta Um vónirnar fyri kapp- ingarárið sigur Hjalmar, at teir sjálvandi fara at royna at gera sítt ítarsta fyri at tryggja, at gullið aftur kann enda í Vest- manna. Hinvegin er liðið ikki heilt tað sama sum undanfarin ár, men ikki er víst, at hetta hevur gjørt liðið veikari heldur Hjalmar. Burtur eru tvær ferðir Aki, við tað at Aki Olsen er farin til Neistan, ímeð- an Aki G. Olsen er farin til Danmarkar. Harafturat hevur Rógvi Nielsen slitið sær hælsinuna, og verður helst ikki at síggja á vøll- inum aftur í ár. Hinvegin hevur liðið havt tilgongd av einum somikid sterkum leikara sum Inga Olsen, umframt at Daniel Rapa helst ætlar sær at spæla meira enn teir 3 dystirnar, sum tað bleiv til alt seinasta ár, við tað at skaðar forðaðu fyri, at hetta tal gjørdist stórri. EC-dystirnir kosta Annars heldur Hjalmar, at teir helst ikki verða so sterkir í byrjanini av kappingini. Longu i. juli byrjadu vestmenningarnir at venja av ålvara, og eftir at teir fingu eitt heldur skuffandi úrslit móti finn- lendingum í europa-cup, er tað eins og nakað av gassinum er farið av ball- énini, og venjingin hevur ikki gingið við heilt somu ferð síðani hetta. Hann heldur tó ikki, at nakar stórur vandi er í hesum, tí tað hevði kortini verið Ogjørligt at hildið seg toppinum alt árið. Jevn kapping Harumframt verður tað helst seinna helvt av kappingarárinum, sum verður avgerandi fyri, hvar gullkrónurnar fara at enda, so um onkur stig verða mist í fyrru helvt, hevur hetta ikki alt at siga. At enda sigur Hjalmar, at hann væntar at kappingin í ár fer at standa ímillum Neistan, Kyndil, StlF og VIF. Hann ivast heldur ikki í, at kappingin í ár fer at gerast sera spenn- andi, við tað at hann rokn- ar við, at hesi 4 fara øll at taka stig frå hvørjum gðr- um, umframt at hann eis- ini roknar við, at lið sum eitt nú H71 fara at gera onkran vørr av og á. tíðindablaðið 3. VÍF Ungu leikararnir eru Nr. 190 - 6. oktober 1999 meira búnir nú Daniel Rápa. venjari hjá VIF, heldur at tað er alt ov tidliga at úttala seg um hvat ella hvørji lið koma at liggja í oddinum av kappingini í ár, men hann er samdur við teimum, sum halda, at tað eru útlit til eina javna kapping, tí fleiri lið hava fingið styrk SVEINUR TRÓNDARSON Í Vestmanna eru so at siga bara tvær ítróttargreinir Fær hava so aftur býtt árið sínámillum soleiðis at kapp róðurin tekur sær av sumir inum. meðan hondbólturin hevur lagt sína tungu hond á teir longu vetrartímarnar Og hvor minnist ikki tær ferðirnar tá VIF og Kyndil brustu Havn, á Skála og so til seinast eisini í Vestmanna Ella, hvor hevur gloymt ta ferðina, tá vestmenningar leiktu Evropa Cup móti russiska liðnum CSKA Moskva, og i ti seinna dyst- inum mundu koppað russ- isku bjørnini Jú vestmenningar hava sanniliga gjørt vart við seg í hondbólti, og tað hevur verið sera áhugavert at fylgja teimum. Í fjør eydnaðist tað teim- um at koppa strandingum í steypafinaluni, hóast tær stóru vónirnar ikki vóru spáddar teimum. I eini vælspældari finalu - sæð við vestmennaeygum í hvussu er - gjørdu teir kál á strandingum, og høvdu úrslitini lagað seg eitt lítið saman I - Umframt at Ingi er komin aftur til VIF, so verda tad tær yngru kreftirnar, sum skulu visa, at teir nå eru vid at búnast, sigur venjarin hjá VIF, Daniel Rápa sindur ødrvisi til seinast, so kundi væl verði, at teir eisini gjørdust meistarar Upp og niður Í ár er kanska besti hond- bóltsleikari i landinum komin aftur til Føroya at spæla við barndómstfelagn- um eftir at hava verið í Dan- mark í eitt skeið, og tað sig- ur seg næstan sjålvt, at Ingi Olsen verður styrkur fyri vestmenningar Móti endanum av sein- asta kappingaråri var tað nærum longu greitt, at VIF fór at gerast meistari í árin- um sum byrjar nú um viku- skifti, tí við brødrunum Ol- sen á liðnum... Soleiðis varð tað kortini ikki, tí sum kunnugt hevur Aki valt at spæla aðrastaðni í ár. Kortini gleðir venjari vestmenninga seg til hetta kappingarári, tí tað eru útlit til at tað verður spennandi. Daniel Rápa væntar sær ikki so lítið av teimum yngru leikarunum í felag- num, sum nú eru vorðnir eitt ár eldri enn teir vóru í fjør! - Teir eru vorðnir meira búnir, og saman við tí veru- leika, at Ingi er komin aftur, so eru vit styrktir í mun til í fjør, sigur venjarin Men var tað ikki ein smeitur, at tit mistu Aka? Sjálvandi er tað keðiligt at missa ein so góðan leik ara sum Aka, tað sigur seg sjálvt. men hondbólturin í Vestmanna byrjaði ikki við at Aki ko á liðið, og tað endar heldur ikki við at Aki hevur valt at flyta, sigur Daniel Rápa avgjørdur Gott fyri kappingina Hóast tað er hansara egna lið, sum hevur mist, so er Rápa kortini ikki bangin fyri at viðganga, at kapp- ingin er vorðin javnari nú ein av hansara sterkastu spælarum hevur funnið sær annað felag. — StIF er ikki verri fyri í ár enn teir vóru í fjør og Neistin er eisini nógv sterk- ari í ár við tað at teir hava fingið fleiri leikarar uttan- ífrá, sigur Rápa. Tá hann verður biðin um at meta um hvørji lið fara at liggja í oddinum er hann eitt sindur varin, men sigur at enda, at hann kortini væntar, at tað verða somu lið í oddinum í ár, sum tað vóru í fjør. Men følir venjarin eitt trýst frá felagnum um at teir skulu gerast meistarar í ár ? Nei, ikki frá felagnum, men eg haldi, at fólk í Vest manna halda, at nú mugu vit aftur standa fyri tørni, sigur Daniel Rápa, sum stúrsaði eitt sindur við ven] ingarmongdina tá hann kom til landið. Ja, eg eri vanur at venja átta níggju ferðir um vik- una, men her var bara vant tvær ferðir 9 allarhægst tríggjar. Men tað er nakað, sum ein má góðtaka, og samstundis mugu føroying- ar eisini góðtaka, at hond- bólturin sum ítrótt ikki kem- ur serliga langt í altjóða hópi. Tað er annars eitt sindur ivasamt nær Daniel sjálvur fer at spæla í ár, ella um hann fer. Tá VIF var á venj- ingarlegu í Íslandi undan Evropa Cup Kappingini fekk hann ein skaða, sum enn ikki er grøddur. Í vikuni skuldi hann til kanningar hjá serkønum lækna, og ikki fyrr enn tann kanningin var av kann hann svara fyri hvussu hansara kappingarár fer at vera.