hósdagur 7. oktober 1999síða 25
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 190 - 6. oktober 1999
tíðindablaðið
25
Nógv gott fólk
er á veg
Fleiri evnarikir leikarar eru á veg í
kvinnuhondbóltinum hjá VÍF, sum
vónandi gongur einari góðari fram-
tíð í móti
JÁKUP MORK
Jacklyn Djurhuus er ein
av teimum leikarum, sum
ivaleyst fer at gera nógv
um seg í framtíðini.
Hon hevur longu spælt
í bestu kvinnudeildini í 2
ár, og man ivaleyst teljast
millum evnaríkastu leik-
ararnar, sum í løtuni eru á
veg upp í kvinnuhond-
bóltinum.
Sjálv heldur hon fyri, at
vónirnar til árið í ár eru
eitt sindur blandaðar.
Sjálvar hava tær gott tilfar
at byggja á, men við tað
at fleiri av hinum liðunum
hava styrkt seg, fer tað
ivaleyst at gerast truplari
hjá VIF at gera um seg.
Hetta fær hana tó ikki
til at falla í fátt, og sigur
hon at tær í øllum fórum
ætla sær at betra um 5.
plássið, sum tær fingu í
kappingini seinasta ár.
Ein trupulleiki kann tó
verða, at vit eins og sein-
asta ár ikki verða nóg
støðugar í okkara spælið,
heldur hon, men hetta er í
hvussu so er nakað, sum
tað ber til at betra um, og
kanska kemur hetta longu
Jacklyn Durhuus heldur ikki at steypafinalan í
—
þa
Ungt fólk á veg
Jacklyn sigur harumframt,
at tær ikki hava tað stóru
tilgongdina av leikarum í
ár, men væntar hon, at
góða ungdómsarbeiði í
felagnum fer at kasta av
sær um stutta tíð.
Í løtuni er onkur heilt
góður árgangur á veg, og
spennandi verður at
síggja, um hetta kann
verða við til at styrkja lið-
ið eina ferð í framtíðini.
Sum er eru vit tó kortini
noyddar til at halda fast
um okkara stóðu, soleiðis
at nýggju leikararnir hava
eitt gott lið at koma á, tá
tað einaferð gerst teirra
túrur.
Sjálv man Jacklyn tó
fara at teljast millum
stuðlarnar í VIF liðnum
væl inn í komandi øld, so
tær ungu vestmannagent-
urnar, sum komandi árini
fara at koma upp til
vaksnamannadeildirnar
kunnu ivaleyst rokna við,
at talan framvegis verður
um fyrstadeildarhondbólt
til ta tíð.
fjør verður einasta steypið, sum fyrsta kvinnulið
fer at vinna. Nógv gott ungt fólk er á veg, og tað
merkir, at framtíðin er tryggjað
5. VÍF
Hava steypið at verja
Vestmannakvinnurnar, sum fjór vunnu steypakappingina, skulu í ár royna at
halda fast um framgongdina, sum var at síggja seinasta ár
c
C
Endiliga fingu kvinnurnar i Vestmanna okkurt at fegnast um. Tær vunnu steypafinaluna í móti StÍF í fjør og
tað var ikki minst loanu Rápa fyri at takka, at so var. Men tað er ikki bara venjarin, sum er undangongufólk
á vellinum, tí á liðnum sum vann steypakappingina vóru fleiri ungir leikarar, sum eru sera knáir
JÁKUP MORK
Tá tosað hevur verið um
Vestmanna í hondbóltshopi,
hevur tosið aloftast verið
um, hvussu menninir í
hondbóltsbygdini hava
staðið seg í oddastríðnum.
Seinasta ár kundu kvinn-
urnar tó eisini vera við í
reypinum, við tað at tær
gjørdu ikki minni enn at
vinna steypakappingina, tá
tær akkurát megnaðu at
knúgva StIF.
Sama venjara
Venjari hjá vestmannagent-
unum verður eins og sein-
asta ár loana Rapa, sum
seinasta ár vísti seg at vera
ein rættuligur fongur hjá
vestmannakvinnunum.
Eftir at tær árið fyri vóru
komnar upp úr 2. deild, vísti
tað seg brådliga, at VIF var
eitt lið, sum avgjørt skuldi
roknast við, tá farið varð
undir kappingina, og eitt
skifti vóru tær væl við í odd-
astríðnum.
Eftir at stigini eftir fyrra
helming av kappingarárin-
um vórðu býtt í tvey, gekk
tó ikki so væl hjá VIF, og
endin gjørdist, at tær máttu
taka til takkar við einum
fimtaplássi, men samanum
tikid má sigast, at vest-
mannakvinnurnar so av-
gjørt høvdu sin lut í kapp-
ingini seinasta år.
Ikki nógv broytt
Vestmannaliðið er ikki so
nógv broytt í mun til und-
anfarna ár. Onkur er dottin
burturfrá, men hinvegin er
onkur eisini løgst afturat, so
samanumtikid man styrkin
á liðnum verða á leið tann
sama, sum undanfarna ár.
loana heldur tó, at við tað
at fleiri onnur lid hava
brynjað seg út til kapping-
ina í ár, verður sera trupult
hjá teimum, at gera tað heilt
stóra við tey ovastu liðini,
men hinvegin ætla tær at
gera tað tær eru mentar, fyri
at árið í ár ikki skal hylnast
verri enn seinasta ár.
Harafturat hava teir eisini
heitið sum steypavinnarar at
verja, og tær hava ongar
ætlanir um at geva hetta frá
sær uttan mótstøðu.
loana sjálv hevur eisini
støðuna á málslúkaralistan-
um at verja. Seinasta ár var
hon toppskjútti í kvinnu-
deildini, og hetta gevur
henni í øllum førum nakað
at livað upp til
Spurningurin verður so,
um mótstøðuliðini fara at
gera meira fyri at steðga
henni hesu ferðina.
Hetta kann tó eisini opnað
meira fyri spælinum hjá
hennara viðleikarum, og tað
man ivaleyst vera ein sann-
roynd, at hóast Iona er topp-
skjútti, so eru eisini aðrir
góðir leikarar á VIF liðnum.
Byrjað spakuligt
Venjingin hevur nú undan
kappingini ikki verið so
hørð hjá VIF, sum hjá fleiri
av mótstøðuliðunum, so Io-
ana væntar ikki, at tær fara
at byrja við tí heilt stóru
ferðini.
Vant hevur verið 2 ferðir
um vikuna, og hevur venj-
ingin heldur ikki verið hin
harðasta. Um hetta er gjørt
tilvitað skal ikki vera sagt,
men verður hugt eftir
gongdini hjá vestmanna-
kvinnunum seinasta ár, er
væl hugsandi at lona við
hesum ætlar, at tær skulu
hava meira eftir í sær, tá
farið verður undir seinnu
helvt, har stigini av álvara
fara at telja
Ræður um at
seta sær mál
lona sigur víðari, at í hond-
bólti ert tú altíð noyddur til
at seta tær nýggj mál, um
so er at tú skalt gera tær
vónir um at gerast betri. Tí-
skil ætla tær sær at gera sítt
besta í hvørjum dysti, og so
vóna at hetta fer at røkka til
at betra um samlaðu úrtok-
una seinasta ár. Um hetta so
er nóg mikið, tað vil so tíðin
vísa.
I øllum førum tykist tað
verða vist, at vestmanna-
kvinnurnar eiga at verða
tiknar í álvara, og alla ta tíð
tær hava sterka rumenska
leikaran við á liðnum, hava
mótsteðuliðini eisini allar
orsøkir til at vera varnar, tá
tær taka ímóti VIF
Kunnu tær framhaldandi
halda fast í positivu gongd-
ini, kann tað væl fara at
verða at hondbóltstosið í
Vestmanna framyvir verður
meira í tråd við javnstødu-
lógina.