hósdagur 7. oktober 1999síða 26
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
6. VB
tíðindablaðið
Royna at gera tað betri
Undanfarna kappingarár vóru VB-kvinnurin ofta væl við í dystinum, men alt
ov ofta kláraðu tær ikki at fylgja við móti endanum
JÁKUP MØRK
Seinastu árini hevur tað ver-
ið upp og niður við hond-
bóltinum suðuri í Vági
Onkuntíð hava tær verið
heilt frammi í toppinum, og
tað einu ferðina skuldi
brotskastskapping til, áðr-
enn neistakvinnurnar fóru
avstað við gullinum
Seinasta ár var tó ongan-
tíð talan um nøkur heiðurs-
merki til vågskvinnurnar,
g komst hetta aloftast av,
hópurin var ov tunnur
Onkuntið var so illa statt við
ki. at bert ein skiftisleik
beinkinum, og
tta sjálvandi við
instoku leikararnir
nóg mikið av
um dystin, og so
ra orku høvdu eft
; urin for at halla
Heilt eidasørt er tó ikki
við fólki, men fyri at manna
bæði liðini, sum felagið
hevur, í teimum báðu bestu
deildunum, er neyðugt við
nógvum fólki
jøn
tå dyst
Nyggjur venjari
Vágbingar hava í år leita
sær uttanlanda eftir venjara,
og hevur hetta givið tað
úrslit, at Regina Rado, sum
av hondbóltinum í Vági
einans er 23 ára gomul, er
sett til at taka sær venjingini
hjá liðum felagins.
Regina er sum nevnt 23
ára gomul, og kemur úr
Ungarn, har hon áður hevur
leikt við unglingaliðnum
hjá stórfelagnum Ferencv-
aros, áðrenn hon seinastu
árini hevur roynt seg sum
ungdómsvenjara í Dan-
mark
Í Vági eru tey sera spent
upp á, hvussu nýggi venj-
arin fer at standa seg, men
samstundis gera tey tó vart
vid, at ikki vilja krevja ov
nógv av venjarunum. Onnur
lið eru, sum eisini eru styrkt
rættuliga nógv, og vit fara
ikki á nakran hátt at krevja,
at Regina skal geva okkum
nakað meistaraheitið, sigur
Bogi Mortensen, sum er
formaður í hondbóltsdeild-
ini hjá VB.
Meira fólk
Annars heldur Bogi, at tað
bara hevur staðið heilt væl
til við fólkið til tær venj-
ingar, sum higartil hava ver-
ið. Trupulleikin alt seinasta
ár tóktist at vera, at breiddin
í hópinum var alt ov lítil,
og at liðið tískil ikki megn-
aði at spæla ein heilan dyst
mr
£
við fullari ferð.
Higartil í ár hava verið
hampuliga nógv fólk til
venjingarnar, og tá núi
landskappingin í fótbólti
endar, er ivaleyst væntandi,
at nakrar fara at leggjast aft-
urat, soleiðis at nóg mikið
av fólki verður at manna tey
bæði ovastu liðini.
Harumframt verður sjálv-
sagt altíð vónað, at nakrar
av ungu leikarunum fara at
bíta seg fastan í hópin, so-
leiðis at útskiftingin, sum
altíð vil verða á einum liði,
hendir sumein náttúrlig
gongd.
Gott ungdómslið
Júst ungdómurin er nakað,
sum tey har suduri eru sera
spent uppá. VB átti seinasta
ár føroyameistarnar í gentur
16 ár, og vónar Bogi, at
nakrar av hesum kunnu
spæla seg upp á besta liðið
longu í ár. Onkur teirra hev-
ur longu leikt við bæði U-
16 ig U-18 landsliðnum, so
at talan er um evnarikar
leikarar er einki at ivast í.
Hinvegin skulu vit vera
varin, soleiðis at vit ikki
leggja ov tungar byrðar á
tær yngru beinanvegin, tí
tað er jú ikki ætlanin, at tað
eru hesar, sum skulu bera
liðið gjøgnum kappingina,
leggur Bogi afturat.
Tað átti heldur ikki at ver-
ið neyðugt, tí tosar tú um
VB í hondbóltshopi, so tos-
ar tú samstundis um eina
rúgvu av gentum, sum bera
eftirnavnið Krosslá, og tær
eru sanniliga ikki hvør sum
helst í føroyskum hondbólti.
Afturat teimum eru sjálv-
sagt eisini fleiri aðrir dugna-
ligir leikarar, sum so sam-
anumtikid má sigast, at VB
liðið í hvussu so er hevur
hornasteinarnar í lagi, tá lið-
ið skal setast. Hvussu langt
hetta kann bera, ber illa til
at siga nú, áðrenn nakar
dystur er leiktur, men iva-
leyst kunnu VB-kvinnurnar
geva fleiri av hinum liðnum
ein skarpan gang.
Í hvussu so er á heima-
volli, har tær altíð verða væl
stuðlaðar av øðrum vágb-
ingum, og har útiliðini ver-
uliga merkja, at her er tað
eingin, sum kann taka 2 stig
fyri givið, áðrenn farið
verður á vøllin. Spennandi
verður undir øllum umstød-
um at fylgja við, um vágs-
kvinnurnar megna at betra
um úrtókuna í mun til sein-
asta ár.
Okkurt árið hevur tað verið um reppið, at vágskvinnur hava vunnið meistaraheitið, men í fjør gekst illa í hond
sunnanfjørds. Hetta hava tær roynt at bóta upp á í ár, ti nå hava tær fingið sær ungverskan venjara at taka sær
Nr. 190 - 6. október 1999
Sólrun Krosslá í >ballet< á veg gjøgnum vest-
mannaverjuna. Hon væntar, at VB fer at klára
seg væl í kappingarárinum, sum stendur fyri
durum
Vit gera tað
vit kunnu
Sólrun Krosslá væntar at VB fer
at standa seg væl í komandi kapp-
ingarári
JÁKUP MORK
Stórskjúttin hjá VB sein-
asta ár, Sólrun Krosslá,
metir at VB liðið í ár er
nógv betri fyri, enn tað
hevur verið undanfarin
ár. Í hvussu so er hava
ongantíð vant somikið
nógv áðrenn kappingin
byrjar, og hetta væntar
hon eisini fer at geva
úrslit, nú kappingarárið
skal byrja.
Nýggi venjarin tykist
at vera stak dugnalig, og
hóast hon sjálvandi skal
venja seg við tey før-
oysku viðurskiftini, so
lata tær har suðuri sera
væl at. Við tað at
Vant nógv
Síðani 1. august hava
kvinnurnar, sum manna
syðsta hondbóltslið okk-
ara, vant við fullari ferð.
At byrja við stóð Dennis
Holm fyri hesari venjing-
ini, men tá nýggi venjarin
kom til landið, legði hon
beinanvegin til brots.
Sólrun sigur, at um-
framt at Regina er ein
góður venjari, er hon so
avgjørt eisini ein styrkur
fyri liðið sum leikari.
Harumframt er vert at
leggja til merkis, at nakr-
ar av ungu leikarunum
ivaleyst vilja vísa nakað
í ár. Serliga sipar hon her
til Guðrið Mortensen,
sum hon metir vera eina
sera evnarika gentu, sum
avgjørt kann hava eina
stóra framtíð í føroysk-
um hondbólti.
Meira skipað spæl
Annars sigur Sólrun frá,
at nýggi venjarin hevur
gjørt sera nógv við, at
venja ymsar álopsvariat-
ionir. Um hesar so fara
at rigga er ein heilt onnur
søk, men Sólrun heldur
at tað avgjørt kann vera
ein styrkur fyri liðið, um
tær klára at variera spæl-
ið nakað.
Tá vit at enda spyrja
hana, um hon væntar at
liðið verður við í stríðn-
um um heiðursmerki sig-
ur hon, at verður tað ikki
í ár, er ringt at síggja nær
tað skal vera.
Í øllum fórum skulu
m6tstødulidini ikki
vænta sær nakra lætta
uppgåvu, tå tad eru VB-
kvinnurnar, sum standa
hinumegin midlinjuna.
Hetta skal tó ikki skilj-
ast soleiðis at hon metir
VB vera favorittar í
kappingini um meistar-
heitið, men hon roknar
við eini javnari kapping,
har tað verða fleiri lið um
boðið.