fríggjadagur 8. oktober 1999síða 3
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 191 - 8. oktober 1999
tíðindablaðið
Orimiliga høgir
telefontakstir
Føroyskir sjómenn í uttanlandssigling eru vid sviðusoð, tå teir í útlendskari
havn skulu ringja heim til Føroya. Taksturin er heilt upp í átta ferðir hægri til
Føroya enn til onnur lond
JOHN JOHANNESSEN
10 dollarar, er prisurin, før-
oyskir sjómenn eru noyddir
at gjalda, skulu teir tosa
heim til konuna í eitt korter
úr amerikanskari havn.
Meinhard Jacobsen er ein
av teimum mongu føroy-
ingunum, ið siglir farma-
sigling úti í heimi. Hann er
við einum donskum farma-
skipi, har tríggjar tjóðir eru
umboðaðar umborð. Mann-
ingin telur 8 filipinar, 4 dan-
ir og ein føroying.
Skipið, Meinard er við, er
ofta í amerikanskari havn,
og tá er vanligt, at mann-
ingin keypir sær telefonkort
frá einum sjómanspresti. Til
ber at keypa kort fyri 5, 10
ella 20 amerikanskar doll-
arar. Tá tú ringir upp við
hesum kortum, fært tú at
vita, hvussu nógvar minuttir
tú kanst tosa til tað landið,
tú hevur valt, fyri tað, kortið
kostar
Manningin á skipinum
ringir heim. Allir hava
keypt telefonkort fyri 10
dollarar. Danskararnir fáa at
vita, at teir kunnu tosa heim
í 125 minuttir. Prísurin er
nevniliga 56 oyru fyri min-
uttin. Filipinararnir fåa at
vita, at teir kunnu tosa heim
í 112 minuttir. Prisurin til
Filipinurnar er 62 oyru fyri
minuttin. Síðani fer føroy-
ingurin at ringja heim. Men
hjá honum ber ikki til at tosa
leingi. Prísurin til Føroya er
nevniliga 4 krónur og 67
oyru fyri minuttin, og so-
statt kann føroyingurin bert
tosa heim í eitt korter. Hann
má gjalda góðar átta ferðir
so nógv sum danin fyri
hvønn minutt.
Kunnu einki gera
Andras Róin, stjóri á Før
oya Tele, sigur seg skilja,
at føroyingar eru misnøgdir
við høgu prísirnar, men sig-
ur seg einki kunna gera við
málið.
Føroya Tele hevur onga
ávirkan á, hvat tað kostar at
ringja til Føroya. Hetta er
nakað, útlendsku veitararnir
sjálvir avgera. Í hesum ført
er talan um teir amerikon
sku veitararnar.
Stjórin á Foroya Tele vísir
á, at veitarin, Meinhard
ringir gjøgnum, tå hann er í
amerikanskari havn, helst
hevur góðar avtalur við
Danmark og Filipinurnar,
og tískil er tað so bíligt at
ringja hagar
Tá tað ber til hjá ameri
konskum veitarum at hava
góðar avtalur við veitarar í
Danmark og Filipinunum,
ið gera tað bíligt at ringja
hagar, kundi kanska verið
hugsandi, at Føroya Tele
kundi bjóðað sær til at gjørt
avtalu við amerikanskar
veitarar um bíligt minutt-
gjald á linjuni til Foroya.
Men so einfalt er tað ikki
sambært stjóranum á Før-
oya Tele.
Andras Róin greiðir frá,
at linjurnar úr útlondum til
Føroya ganga gjøgnum
Danmark, og sostatt er tað
Tele Danmark, útlendsku
veitararnir skulu samráðast
við, ynskja teir at lækka
prísirnir fyri samrødum til
Føroya
Lítil ferðsla
Orsaka av, at Føroyar eru
eitt so lítið land, er ferðslan
á telefonkervinum úr út-
londum til Føroya ikki ser
liga stór. Tískil hava útlend
skir televeitarar ikki serliga
stóran áhuga í sambandi-
num til Føroya. Tað er jú
bara ein evarska lítil partur
av samlaða samskiftinum
hjá veitarunum, og tí vinna
teir heldur nakað serligt av
peningi burturúr sambandi
num til Føroya
Hetta ger, at veitarar ikki
eru åhugadir i at gera avtal
ur um biligt telefonsamband
vid Føroyar
Men er so einki at gera
fyri at tað skal gerast bíligar
hjá føroyskum sjómonnum
uttanlands at ringja til Før
oya? I fyrtsu atløgu er svar
ið nei. Andras Róin sigur,
at Føroya Tele kanska kundi
havt eitt sindur av ávirkan
á prísirnar, men sum er, hev
ur felagið ikki orku til tess.
Stjórin á Føroya Tele vísir
tó á, at í einum so stórum
landi, sum USA, eru nógvir
televeitarar, og tí ber væl til
at ringja bíligari til Føroya.
Tú skalt bert ringja gjøgn-
um rætta veitaran, sigur
hann og vísir á, at hann veit,
at tað ber til at ringja úr New
York til Føroya fyri eina
krónu um minuttin.
Nyggj linja til Islands
Andras Róin sigur, at fyrsta
dagin verður ein nýggj bein-
leiðis linja til Íslands latin
upp. og vísir hann á, at
hendan linjan møguliga fer
at gera tað bíligari at ringja
úr USA til Føroya.
Tað kostar umleið 30 til
50 oyru fyri útlendskar sam
róður at koma í land í For
oyum, og hetta heldur Adras
Róin ikki vera dýrt. Hann
vísir á, at sjálvt um hetta
gjaldið verður lækkað,
munar tað lítið, tá minutt
taksturin úr t.d. USA er
næstan fimm krónur
Hjá einum dana ber til at
ringja heim til familjuna
úr USA fyri 56 oyru um
minuttin. Hjá einum
førovingi er prísurin átta
ferðir so hógur, neyniliga
4 krónur og 67 oyru
Avgerðin í kirkjustriðnum aftur útsett
Hóast kærurnar móti Føroya bispi skuldu verið avgreiddar hesa vikuna, er málið enn einaferð drikgið út, og eingin
avgerð kann væntast fyrr enn um nakrar vikur
Enn er orrustan millum Olofson og bisp ikki loyst
JOHN JOHANNESSEN
Fyri viku síðani vissaði Jens
Ulf Jørgensen úr danska
Kirkjumálaráðnum um, at
kærurnar, fimm føroyskir
prestar hava sent Kirkju-
málaráðnum um Hans Jac-
ob Joensen, bisp, skuldu
verða liðugt vidgjørdar fyrst
í hesi vikuni, og tískil skuldi
bera til at fáa málið avgreitt
hesa vikuna. Men enn er
eingin avgerð fallin. Jens
Ulf Jørgensen sigur seg vera
lidnan at vidgera målid, og
er hann farin i feriu.
Kontórstjórin í Kirkju-
málaráðnum, Marjun Eg-
7
holm, sigur t6, at målid ikki
er avgreitt enn. Hon sigur,
at tað fara at ganga fleiri
vikur, áðrenn til ber at koma
við eini niðurstøðu í mál-
inum.
Spurd, um hon kann siga,
hvønn veg avgerðin fer at
fella, svarar Mejun Egholm,
Opið er:
Mån-hés 9-18
9-19
Fri
Ley
9-14
at tad kann hon als ikki, og
biður hon føroyingar bíða í
tolni. Hon vissar um, at
málið ikki er súltað, hóast
nógvar ábendingar eru um
hetta. Tá fyrstu kærurnar
komu inn, gjørdi Kirkju-
málaráðið greitt, at svar
skuldi koma 1. juni. Tá
segði Peter O. K. Olofson,
at um hann ikki fekk við-
hald í kæruni, fór hann at
siga seg úr starvi Nú eru
fýra mánaðar gingnir, og
enn er einki nýtt hent í mál-
inum, uttan tað, at fleiri
kærur eru komnar Kirkju-
málaráðnum í hendi.
í Tondargøtu
tlf. 318200