fríggjadagur 8. oktober 1999síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
10
tíðindablaðið
Nr. 191 - 8. oktober 1999
Rabarba, krigskorres-
ondentur og fjakkari
Sosialurin hevur hitt leiktjóran Eyðun Johannessen, ið næsta ár tekur við starvinum sum listarlig-
ur leiðari hjá Leikpalli Føroya. Hetta er liður í arbeiðinum at seta á stovn tjóðleikpall. Lesið um
leikstjóran, fyrsta fóroyska yrkisleikara, ið var næstur í raðnum at taka við familju fyritókuni,
men ikki bleiv businessmaður, men valdi showbusiness
DAGFINN OLSEN
Eyðun Johannesen situr i
hugnaliga køkinum i barna-
heiminum vid Heygsbreyt
Tað sum tey fyrr í hvussu
er róptu „Rabarbukvarter-
ið“. Eyðun er rabarba og
føddur i 1938
Hetta var avbyrgt um-
hvørvi. Kom ein oman i-
móti Tórsgetu, so var ein
Uppi á Heygs-
var eitt stórt runudíki
g so lógu træðirnar uttan-
fyri. Her búði eitt blandað
uttanfyri
breyt
Drykkjumenn
og frelst fólk
Her var ein, ið tey róptu
3 F
Dagblaðið hevði
høvdu tilhald nærhendis.
Har sum Kommunuskúlin
er nú høvdu teir barakkir og
samkomuhús.
- Teir vóru ein partur av
tí at vaksa upp her. Hesi
„kríggini“, ið vóru ímillum
bøfressar og rabarbur . Ofta
vóru avgerandi stríð í
brekkunum her. Eg slapp tó
sjáldan at vera vid, minnist
Eyðun
Tá rabarburnar bardust
við børn úr øðrum býling
um, sat Eyðun í stovuvind-
eyganum og eygleiddi og í
dag plagar hann at siga, at
hann var eitt slag av krigs
korrespondenti, tí hann
skrivaði og teknaði í vind
eyganum
Ensk showbizz
Ensku hermenninir høvdu
yvirtikið Sjónleikar
húsið til undirhald og dans
Ofta komu fólk úr enskum
sjónleikalívi og showbusi-
Tá krupu Eyðun og
onnur ofta niður í kjallaran
har at lurta
Nakað
ersini
ness
v ti eg tå upp
livdi hevur óivað gjørt sítt
til, at áhugin fór tann vegin,
sigur Eyðun.
Men sjónleikur var tó ikki
ókendur í familjuni. Abbi
Eyðun var navnframið
Kristin í Geil, ið var ein av
høvudsmonnunum í sjón-
leikalívinum í Havn.
Business
- Í grundini, so skuldi eg
farið uppí business. Pápi
mín og pápabeiggjarnir og
abbi høvdu virki her í Havn,
sum kallaðist Niels Johann-
essens Efterfølgere. Tad lå
likasum í hesum , efterfølg-
ere”, at tå eg var elsti sonur
elsta sonin, so var tað eisini
eg. Men í kreppuni í fimti
árunum fór virkið á heysin
Eg var longu tá farin at hava
áhuga fyri ymsum ødrum,
enn handli, so eg eri spardur
fyri at koyra nakað á heys-
in, sigur Eyðun Johannes-
sen.
Eyðun var millum yngstu
reftirnar í Sjónleikarhúsi-
num eftir kríggið og har tos-
aðu tey, ið vóru har tá, um
at menna sjónleikin og at
skapa betri umstødur. Hetta
gav Eyðuni íblástur á áræði.
Millum tey vaksnu í Sjón-
leikarhúsinum tá vóru Will-
iam Heinesen, Frazer Eyst-
uroy, Oskar Hermansson,
Knút Vang, Poul Arni Jo-
ensen og G. L Samuelsen.
- Menn úr ógvuliga yms-
um politiskum hornum,
minnist Eyðun, ið sjálvur
fór at lesa til sjónleikara í
1956. Hann fekk ferðalegat
og fjakkaði í Pólandi og
Týsklandi og vitjaði leikhús
har.
At spæla apukattur
Eyðun duldi sum mans-
morð, at hann ætlaði at lesa
til sjónleikara. Tað var ikki
hildið at vera nakað, um ein
ikki las til prest, løgfrøding
ella gjørdist fiskimaður.
Eyðun minnist einaferð,
at kokkurin á einum strand-
faraskipi spurdi, hvat hann
tókst við. Eyðun svaraði, at
hann tókst við sjónleik, men
hesin vildi vita hvørjum
hann livdi av. Hesin segði
seg ikki skilja, at ein kundi
liva av at spæla apukattur.
- Tað var helst soleiðis
fólk hugsaðu og tey, ið
høvdu ans fyri leiki, sum
seriøsari listagrein, hildu
Føroyar vera ov litlar til
slíkt, sigur Eydun, sum tó
minnist, at foreldrini studl-
aðu.
Eyðun greiddi fyrst abba
sínum, handilsmanninum,
frá sínum ætlanum.
- Hann var eitt sindur ser-
stakur. Var áhugaður í jazz-
og bluestónleiki. Tað var
sjáldsamt fyri ein gamlan
havnarmann. Hann las eis-
ini torgreiddar bókmentir.
- Men abbi segði einki at
byrja við, men eftir eina
viku segði hann, at hann
kendi ein, ið heyði klárað
seg væl og vunnið pening
uppá hatta, nevniliga Mar
lon Brando, flennir Eyðun
Johannessen.
- Eingin spenti bein fyri
mínum ætlanum, men tað
var meira av egum huga og
eldhuga, at eg kom at fáast
við sjónleik, sigur Eyðun.
- Í grundini, so skuldi eg
farið uppí business. Pápi
mín og pápabeiggjarnir
og abbi høvdu virki her í
Havn, sum kallaðist Niels
Johannessens Efterfólgere.
Tað lá líkasum í hesum
efterfølgere ", at tá eg
var elsti sonur elsta sonin,
so var tað eisini eg. Men í
kreppuni í fimtiárunum fór
virkið á heysin. Eg var
longu tá farin at hava
áhuga fyri ymsum ødrum,
enn handli, so eg eri
spardur fyri at koyra nak-
að á heysin, sigur Eyðun
Johannessen
Mynd: Jens Kristian Vang
Leikstjóri
Í 1961 kom Eyðun at starv-
ast í Sjónleikarhúsinum
sum leiðari og í dag metir
hann, at tað meira var tann
vegin, at hann bleiv leik-
stjóri.
Eisini høvdu tey ymisk
skeið
Har komu yngri kreftir
við, t.d. Elin og Kári Mour-
itsen, Olivur Næs, Laura Jo
ensen, 10 enn eru vid
Tå véru tvey ættarlid i
húsinum og hetta var bæði
gott og ringt. Men tá kom
dik á hugsanirnar um at fáa
eitt sjónleikarhús burturav
I sekstiårunum var Eyðun
fulla tíð í Sjónlekarhúsi-
num, leikti, smíðaði leikpall
og stjórnaði.
Frá 1970 til 1973 var
Eyðun burtur og hesa tíðina
vóru politikarar, ið settu
pening av til leik.
Heimafturkomin fekk Eyð-
un starv sum sjónleikaráð-
gevi. Ferðaðist nógv og setti
leikir upp fyri ymsu feløgini
á bygd. Eisini byrjaðu menn
at skriva leikir, t.d. Jens
Pauli Heinesen, Steinbjørn
B. Jacobsen og Olavur Mic-
helsen.
Grima
I 1976-77 vard fyrsti yrkis-
leikbélkur í Feroyum,
Gríma, settur á stovn og tey
settu sær fyri at vera ein
ferðandi = leikhópur við
heimstað í Havn. Einki fast
tilhaldstað var, men tey
leigaðu seg inn í Sjónleik-
arhúsinum.
I 1979 fekk Eyðun åheit-
an um at søkja starv sum
rektari vid sjónleikaraskúl-
an í Århus og hann fekk
starvið.
- Tað var eitt sindur sárt,
men tað var stór avbjóðing
og eisini eitt herðaklapp.
Gríma var eisini í fíggjar-
ligari trongstødu. Vit vóru
fimm og fingu tað ikki at
mala runt, so ein mátti sig-
ast upp. Hesum sluppu vit
so undan, við tað at eg fór,
hóast eg kanska var millum
drívandi kreftirnar. Men
Grima er til enn og eigur
Oivad lut i, at onnur hava
fingið sær sjónleikaútbúgv -
ing, metir Eyðun.
- Í dag er tað mansømu-
ligt og vit eiga í dag ein hóp
av dugnaligum leikarunum,
sigur Eyðun.
Fekk hottanarbrøv
Fólk vóru ymisk á máli um
hetta við yrkisleiki. Summi
stuðlaðu og komu til leikir
Onnur mettu, at hetta fór at
forkoma áhugaleikinum.