Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-10-08, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 8. oktober 1999síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 191 - 8. oktober 1999 Gríma fekk omanyvir seg, at tey vóru ein marx- istiskur aktiónsbólkur, uttan at tey tó høvdu nakarar pol- itiskar ætlanir í málsetning- inum. - Málið var at koma út at leika, har leikur ikki var og at stuðla og vegleiga, men nógv kjak var, sigur Eyðun. - Onkur politikari segði enntá, at hann skuldi gera sítt til, at Eyðun mátti rýma. Eg fekk anonym hóttanar- brøv, har onkur hevði keypt eini 10 avísir og klipt andlit mítt út og við tekningum vísti á, hvussu eg skuldi for- komast, minnist Eyðun, ið tó minnist hetta, sum eina spenandi tíð. Einar 100.000 krónur vóru til mín at ferðast fyri og til løn. Vit fóru til menta- málaráðharran, D.P. Dan- ielsen, og spurdu, um,hvat sagt varð, um peningurin ísatðin varð nýttur til ein leikhóp við somu skyldum, og ikki til at lóna einum manni. Vit fingu grønt ljós, sigur Eyðun, ið heldur, at tá var glið komið á at meta sjónleik ødrvisi og seinni varð Leikpallur føroya sett- ur á Stovn. Pallurin, ið nú fyri mentamålarådharran hevur orðað ætlan um tjóð- pall og í samband við hesa ætlan skal Eyðun komandi tey árini starvast. Hevói ikki byrjað forfrá Hóast Eyðun hevur vitjað aftur av og á sum leikstjóri, so hevur hann verið burtur í 20 ár. Hann heldur ikki, at einki er hent hesi árini, og at tað er at koma aftur til tað sama, sum tá hann fór. - Gríma hevur verið til alla tíðina og tey eru fleiri nú. Hava eisini fingið fast tilhaldsstað. Og so hevur eisini verið gjørt eitt stórt arbeiði i MåF, við åhuga- leiki, heldur Eyðun. - At politikarar hava fingið áhuga og hugskotið um tjóðpall er ikki komið av ongum, men av virksem- inum, ið hevur verið, metir Eyðun, sum eisini nevnir Norðurlandahúsið og týdn- ingin, ið tað hevur havt. - Men enn liggur okkurt á láni. Ein kundi ynskt, at fólk tordu betri og vóru frekari í vali av leikum. Og sjónleikaskriving er steðgað heilt upp, sigur Eyðun, ið ikki kennir, at hann er kom- in aftur til tað sam, sum hann fór frá fyri 20 árum síðani. - Eg hevði ikki byrjað for- frá. Tað gevur mær mót, at vit nú hava leikarar, ið eru væl fyri. Fyri einum ári síð- ani fylti Gríma 20 ár og vit settu upp „Dreymur Jóan- søkunått”. Tað høvdu vit ikki kunnað fyri 20 árum síðani, sigur Eyðun, ið eis- ini heldur, at færri fólk koma at hyggja at leiki nú, enn í sekstiárunum og hann sær tað sum eina uppgávu at venda hesi gongdini. tíðindablaðið Eins og Gríma hevði sum mál at vitja úti á bygd, so metir Eyðun, at ein tjóðpllur eisini skal vera fyri oll, hó- ast hann skal hava eitt til- hald onkrastaðni. Blómaði Eyðun var rektari í Arhus í 7 ár, men hevði eisini í sáttmálanum, at hann kundi seta leikir upp. - Leikirnir gingu væl, betri enn væntað, og eftir 7 ár gjørd eg av at virka sum free-lance leikstjóri. Eg setti nógvar leikir upp á Arhus Teater, men var ongantíð fast har. Eg hevdi eisini bú- stað í Arhus. Eg var eisni nógv í Noreg og Svøriki. Nú eri eg so fluttur til Keyp- mannahavnar at búgva, sig- ur Eyðun. Eyðun fekk vind í seglini sum leikstjóri. Hann setti leikin Lykke Per upp og tá hendi okkurt. - Leikurin var eitt snar hjá mær. Tað hendi eisni okkurt listarliga við mær. Eg bleiv fríari og dugnaligari. At eg eisini arbeiddi í Noreg og Svøriki gav eisni stórri inn- lit í leikstjórn. At arbeiða saman við góðum leikarum gjørdi sítt til, at eg blómaði. Leikurin kallaðist Lykke Per og honum gekk illa, men hann hevði allar møg- uleikar og tað má eg siga, at tað havi eg eisni havt, sigur Eyðun. - Tíbetur, og uttan at reypa, so hevur tað verið so, at bíleggingarseðilin er komin til mín og ikki um- vent, sigur Eyðun, ið eisini er fegin um, at hann fyri nøkrum árum síðani kom á donsku fíggjarlógina og metir hann hetta sum stóran heiður og herðaklapp. Fjakkari - Onkur hevur fregnast, tá eg kom á fíggjarlógina, um tað nú var tí, at tað nú gekk niðureftir hjá mær. Møn skal eg hyggja at mær sjálv- um frá síðulinjuni, so havi eg tað so, at eg eri ein fjakk- ari. Eg stødist ikki so leingi. Fyri at kenna „kikkið“, sum tey rópa tað, so er hetta neyðugt hjá mær, tí kenni - At politikarar hava fing- ið áhuga og hugskotid um tjóðpall er ikki komið av ongum, men av virksemi- num, ið hevur verið, metir Eyðun, sum eisini nevnir Norðurlandahúsið og týdningin, ið tað hevur havt Mynd: Jens Kristian Vang eg, at tað verður ov lætt og rutina, so má okkurt henda, sigur Eyðun Johannessen. Fyri framamman liggur ein leikur eftir P.O. Eng- quist og bíðar, nevndur Bil- edmagerne. Um fjakkarin nú er komin heim, veit Eyðun ikki. - Eg havi sett 2 ár av til at starvast i Føroyum. Eg havi agt tær treytir, at eg eri leik- hússtjóri. men kann seta ein eik upp sjálvur, umframt at eg kann seta ein leik upp árliga uttanlands. Og eg skal seta ein upp á Konga- liga Teatrinum, ið verður famførdur í 2001. Eg komi at hava fast stødi her, men komi at ferðast nakað. Hvat síðani hendir, og hvar eg endi, er ilt at vita, sigur Eyðun. Futt í - Um meining skal vera í, so skuldi helst eitt sindur av futti komi í, nú eg fari í gongd við hesa uppgávuna. Ikki tað, at futtur ikki er i, men tað skuldi helst komið meira, sigur Eyðun, ið ætlar sær at royna at lívga um, og fáa menn og kvinnur í gongd aftur við at skriva føroyskar leikir, eisini av nýggjari sniði og innan øll sløg. Tað henda nógv avger- andi ting. Ikki bert nýtt ár- túsund, men eisini her heima í Føroyum hendir nógv. Sjónleikurin eigur at spegla hetta, heldur Eyðun, ið heldur, at tað má koma, at fólk fara at skriva fyri útvarp og sjónvarp. Eyðun nevnir sendingina Basalt, ið var sunnukvøldid, har Hans Tórgarð las yrk- ingar eftir Alexandur Krist- iansen. Ein sending, ið Eyð- un helt var væl eydnað og 11 Hóast Eyðun hevur vitjað aftur av og á sum leik- stjóri, so hevur hann verið burtur í 20 ár. Hann held- ur ikki, at einki er hent hesi árini, og at tað er at koma aftur til tað sama, sum tá hann fór Mynd: Jens Kristian Vang vælgjørd. - Eg fái meg ikki at hugsa annað, enn at tað fær onkr- an, ið ikki áðrenn hevdir tað, at fáa eyguni upp fyri teim ríku gåvum, ið liggja í Alexanduri. Ein eigur at fáa fólk fram og einfaldari og ódýrari kann tað ikki gerast, heldur Eyðun. Føroyskur mentapolitikur er broyttur og mentur seinni árini. Listafólk fáa heidurs- gávur og ymiskt er hent. Eyðun er samdur í hesum. - Men pengar skapa ikki list. Men at tað almenna er farið at vísa hesi síðuni av samfelagslívinum stórri ans er at fegnast um. Ein bóka- mentavirisløn td. uppá 150.000 krónur er jú eina- standandi og sovorðin tekin, ið verða send út, vænti eg at politikararnir fáa 100 fold aftur. Gåvurnar liggja ju har, og tað sum er komið fram kortini er jú at undrast at á. Ongastaðni finunur tú ein keypsstað við 45.000 íbúgv- um, ið hevur symfonior- kestur og so nógvar lista- málarar á høgum stødi og leikarar og tónlistafólk., heldur Eyðun. - Eftir er bara at fáa fólk at lætta sær á og fara út á kvoldi at hyggja og lurta. Tað nýtist ikki altíð at vera tær stóru uppsetingarnar, ið lokka og savna fólk. Tað, ið er minni, kann vera minst líka spennandi, sum tað sum er blást upp. sigur Eyðun Johannessen.