leygardagur 9. oktober 1999síða 2
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Internet: www.sosialurin.fo
Marknaðardeild:
Jonhard Hammer
Dagbjørt S. Hansen
Blaðfólk:
Aki Bertholdsen,
Turið Kjølbro
Dagfinn Olsen
John Johannessen
Sveinur Tróndarson
Eyðun Klakkstein
Hegni Mohr
| Niclas Johannesen
Yngd: Jákup Mork
Myndamenn: Postadr: Postsmoga 76,
Jens Kristian Vang 110 Tórshavn
Álvur Haraldsen Telefon: 311820
Útgevari, uppseting: Telefax. 314720.
Sp/t Sosialurin e-mail: post &sosialurin.fo
Bustadur: Lýsingar: lysing & sosialurin.fo
Argjavegur 26, Argir Prent: Sosialurin
Logtingið i
brennideplinum
Oddagrein
IKKI kann sigast annað, enn at Foroya løgting
av álvara kemur i brennidepilin í komandi tíð.
Ikki færri enn tríggjar viðgerðir av stórmálum
verða innan tinggátt tær komandi vikurnar.
Fyrsta stórmálið er aðalorðaskiftið um Hvítu-
bók og framtíðar stoðu Foroyar. Síðani verður
figgjarlógaruppskotið til viðgerðar, og í næsta
mánað kemur so fyrsta útbjóðing til oljuleiting
til umroðu. Hetta mugu við vissu sigast at
vera stórir bitar at svolgja eftir so stutta tíð.
Hinvegin er tað at siga, at tingmannaarbeiðið
nú er vorðið fulltidariønt arbeiði. Tað skuldi
so givið tingmonnum betri umstødur og møgu-
leika at kunna seg vid målini og at vidgjørt
tey væl og virðiliga.
LONGU hósdagin í næstu viku verður adal-
orðaskifti um Hvítubók. Hogni Hoydal, lands-
stýrismaður legði í gjár frágreiðing um málið
fyri tingið. Spurningurin er nú, um nakað nýtt
fer at koma fram undir orðaskiftinum, ella um
vit bara fara at hoyra longu kendu sjónarmiðini
hjá teimum ymsu flokkunum? Logmaður hev-
ur týðuliga og klárt sagt frá, at hann ætlar
sær m.a. at brúka aðalorðaskiftið sum grund-
arlag, tá eitt samráðingarupplegg við danir
skal gerast. Nú hevur logmaður víst lágan
profil í ollum orðaskiftinum um framtíðarstoðu
Foroya. Hann er í tí tvístoðu, at hann skal
hvorki traðka sínar samstarvspartnarar í
Tinganesi á tærnar og eiheldur tey mongu í
hansara egna flokki, sum ikki eru samd við
somu samstarvspartnarar. Spurningurin er
ti, um løgmaåur, sum jú verður samráðingar-
leiðari, tá farið verður til Danmarkar, av tak-
tiskum orsokum velur at „tiga“ ella hetta hevur
við stoðu hansara, har roynt verður at sigla
millum skerini, at gera. Tí hvat kann løgmadur
fáa burtur úr aðalorðaskiftinum, sum hann
ikki longu veit? Væntar hann t.d., at stóru
andstoðuflokkarnir koma við eini útrættaðari
hond - ella vil hann sjálvur gera „innrommilsi“
tvs. tvinga Tjóðveldisflokkin til at toga eitt
sindur í land?
FÍGGJARLÓGARVIÐGERÐIN verður eins
áhugaverd sum árini frammanundan, tó at vit
kunnu rokna við serliga hvossum orðadrátti
um eitt nú Smyrlamálið og kommunulåntøkur.
Serliga hetta seinasta kann skapa rok í ting-
inum. Ahugavert verður at síggja í hvonn mun
samgongan veruliga ynskir at taka andstoð-
una við í avgerðirnar. Ætlar hon tað, verður
hon eisini noydd til at laga partar av figgj-
arlógini eftir ynskum/krovum frá somu and-
stødu. Er tað veruliga hetta fíggjarmálaráð-
harrin vil? Hitt stórmálið er 1. útbjóðing. Hetta
eru fyrstu ferð, at slíkt mál verður vidgjørt á
tingi. Fara tingmenn at góðtaka uppskotið frá
Oljumálastýrinum ella fara teir at krevja broyt-
ingar og hvussu vilja slíkar broytingar verða
uppfataðar av eitt nú oljuheiminum? Hvar vit
enn standa politiskt, so verður komandi tíð
bæði spennandi og áhugaverd og neyvan er
ov nógv sagt, at oll eygu og oyru hjá for-
oyingum fara at vera vend móti løgtinginum
komandi tíð. Sostaburin
Ragnar í Vík og Jógvan Andrias
Tvær flógur koma í dag út á marknaðin. Ragnar í Vík syngur Hank Williams og
vísuflógan hjá Jógvan Andrias Joensen er nú komin, eftir at hava verið seinkað
DAGFINNOLSEN
Leingi hava bådar fløgurnar
verið á veg. Jógvan Andrias
av tekniskum orsøkum
nakrar vikur seinkaður.
Ragnar hevur givið sær
góðar stundir og tað sæst og
hoyrist á fløguni.
Talan er um fløgu, har
Ragnar syngur sangir hjá
fyrimyndini Hank Willi-
ams. Og tað sæst eisini
beinanvegin, at her er talan
um mera, enn eina vanliga
country fløgu. Húsin er nak
að fyri seg. Í røttum coun-
trystíli og eisini sera persón-
ligur og harvið swera áhug-
averdur. Vit koma at kenna
Ragnar. Vintólk skriva um
hann og hansara lívsleið
sum tónleikari og menn-
iskja.
Afturat sær hevur Ragnar
royndar tonleikarar. Ein
freistast at siga tann góða
gamla gardan, uttan tó at
leggja dent á orðið gamla.
Ronnie Nielsen og Ragn-
ar hava lagt tilrættis. Um-
framt teir eru hsi við. Kol-
bein Simonsen, Arnbjørn
Sivertsen, Olavur Øster,
Hans Christian Hansen,
Herluf Lutsen, Thomas M.
Smith, Jógvan Dahl, Rúna
å Heygum, Såmal Ravns-
fjall, Milson Zachariassen
og Simme Jacobsen.
Snøgga husan hevur Poul
Hansen gjørt.
Tveir tekstir eru tyddir av
Birgir Kruse og hann er
komin væl frå ti.
Ein sonn countryfløga,
sum tykist gjøgnumførd.
Krås hjá teimum, ið dáma
country og Hank Williams.
Tutl gevur út.
Jógavn Andrias
Nú eru nakrar vikur síð-
ani, at Jógvan Andrias helt
konsertir, tí fløga hansara
skuldi koma út. Tó kom
ymiskt í vegin, men nú er
hon komin til landið.
Jógvan Andrias hevur Ed-
vard N. Debess og tveir
norskar tónleikarar afturat
sær.
Talan er um vísur og tón-
leikurin er grundaður á akk-
ustisk 1j60føri.
Ein visufløga, ið stendur
stinn á hillini við vísutón-
leiki og sum vit óivað koam
at hoyra eitt sindur til.
Tað er eisini Tutl, ið gevur
hesa fløguna út.
Konsert við Magnus Svensson
8 Bjørn
Magnus Svensson er
svenskur klaverspælari, og
Bjørn Blomquist er á-
lendskur basssangari. Sam-
an fara teir at hava konsertir
leygardagin kl. 16.00 í
Norðurlandahúsinum og
sunnudagin kl. 16.00 í
Christianskirkjuni í Klaks-
vík. Atgongumerki kosta
Kr. 80 fyri konsertina í
Norðurlandahúsinum. Men
sum siður er í Føroyum,
verður ikki tikið peningur
frá fólki fyri at koma í
Christianskirkjuna.
A skránni hjá teimum eru
verk eftir finsku tonaskøld-
unum Merikanto og Jean
Sibelius umframt eftir á-
lendska tónaskaldinum Jack
Mattson.
Konsertirnar eru komnar
í lag í samstarvi við Nor-
dens Institut á Alandi, har
føroyingurin Mikkjal
Helmsdal er leiðari. Eftir
konsertirnar í Føroyum
skulu Svensson og Blom-
quist víðari til Íslands at
hava konsertir.
Eitt sindur
um teir báðar: |
Bjørn Blomquist, Aland: Er
bass/sangari og útbúgvin
solistur við tað kenda Sibel-
iusakademiid í Helsinki.
Tey seinastu tvey årini hev-
ur hann starvast við
Kungliga Operan í Stock-
holm, sum er høgt í metum.
Magnus Svensson, Svør-
iki: Er klaverspælari og
hevur lisið vid Musikhøg-
skolan í Gøteborg og Chop-
ininstituttið í Warzawa.
Hann hevur nomið diplom-
læru "postgraduate diploma
in piano" við Kungaliga
Musikhøgskolan í Stock-
holm, har hann eisini fekk
gullheiðursmerki frá Stock-
holms Universitet, sum
besti studentur 1998. Har-
aftrat hevur hann arbeitt
nógv við Geoffrey Parsons
í London. Hann hevur lært
hjá so frægum lærarum sum
prof. Stella Tjajkovskij,
prof. Staffan Scheja, Dim-
itri Bashkirov og Jan Ekior.
Svensson hevur umboðað
Svøriki á mongum stevnum
og tiltøkum, bæði sum sol-
istur og við orkestri, í norð-
urlondum, Onglandi,
Tysklandi, USA og Kanada.
Blomquist i Havn og i Klaksvik
Hansara verk fevna vitt og
eru at finna á mongum út-
varps- og sjønvarpsupptøk-
um — umframt å fløgu,
verður sagt i tíðindaskrivi
frá Norðurlandahúsinum.
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum, ið sýndu samkenslu tå
okkara kæri pápi, verfaðir, abbi og langabbi
ÓLI HANSEN
Nólsoy, vanliga nevndur Óli bóndi
andaðist og varð jarðaður.
Takk til prestin Sonju Klein fyri góð og troystarrík
orð. Takk fyri blómur og kransar og øllum tykkum,
sum hjálptu til við jarðarferðini og fylgdu honum
til hansara seinasta hvíldarstað.
Vegna familjuna
Torbjørg, Hans Martin og Kristjan
Torlakkur, Pedda og Sonni