Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-10-09, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 9. oktober 1999síða 9

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 192 - 9. oktober 1999 Rembingar i Føroyum I Føroyum eru rembingar å mongum økjum og full- veldismálið — er nógv frammi. - Eg meti , at Høgni Hoy- dal er ein tann sakligasti politikarin, ið hevur verið í Fóroyum. At sambands- menn og javnaðarmenn øsa seg, tað skilji eg ikki, tí hann sigur ikki nakað, ið er so ræðuligt. Sjálvur havi eg altíð verið fyri, at vit skulu klára okkum sjålvi, tí danir halda hánt um okkum. Tað veit eg. Eg var niðri í fimm á ár og eg gjørdist firtin, tå teir søgdu vid meg; Nå, fær- inger, en af dem vid betaler for“. Men eg hevdi onga orsøk at gerast firtin, tí tað passar. Og tað passar ong- antíð betri enn í dag. Vit fáa yvir eina milliard bara fyri at vera til. Hetta kann ikki vera rætt og fólk missir trúgv uppá tað at vera til og tey gerast býtt, og hetta er ein veraldarskomm, heldur Jens Pauli. - Vit skulu sjálv gjalda okkara land, loysing ella ikki. Vit skulu ikki hava danska hjálp. Vit eru 45.000 fólk í hesum veldiga parti- num av verðini. Um vit ikki kunnu klára tað, hvør kann so, sigur Jens Paul og vísir á moralin í hesum. - Vit verða demoraliser- aði, men tað skrivaðu Jørg- en Frantz Jacobsen og Will- jam Heinesen longu í 30'u- num og í fimtiårunum skrivaði Socaldemokraten, at føroyingar elska ikki Danmark, ikki okkara tón- leik og mentan, men okkara pengapung, sigur Jens Pauli og tekur saman um, at før- oyingar eru hóast alt kanska ikki klárir til loysing. - Tá er at standa saman um loysingina, tí tá nyttar einki at angra,tí so er stórt tap í hendi, veraldarskomm, heldur Jens Pauli, ið eisini metir, at eftir loysing er neyðugt við nýggjum polit- iskum flokkum. - Sjálvstýrisfólk eru betri við Danmark, enn sam- bandsfólk, við danska ment- an, tí sambandsfólk eru lík- aglað og vilja bert hava pengarnar, tí annars fara vit í hundarnar siga tey, metir Jens Pauli, sum heldur, at hetta er lygn, tí høvdu vit klárað okkum hevði alt blómað. - Um kanska hevði verið ringt í byrjanini, so gerst ikki við. Føroyingar hava verið ígjógnum ringar tíðir so oftani. Eg veit ikki um føroyingar eru ov kventra- sligir nú, men forkelaðir er hóskandi orð, heldur Jens Pauli. sjálvi so Rekamaðurin Jens Pauli Heinesen heur verið virkin høvundur og verið víða í skaldskapar- sløgunum. Sjálvrannsak- andi og ævisøgukendar søg- ur, skemtilgar søgur og yrk- ingar og onkur barnabók. - Øll kunnu lesa tað, eg havi skrivað. Eg havi skriv- að so nógv og innan so nógv sløg, at eg havi skrivað lætt- lesiligar bøkur og nakrar tyngri. Men eg haldi eg havi ein einfaldan stíl og soleiðis dámar mær tað eisini best sjálvur, sigur Jens Pauli, ið eisini sjálvur metir seg spenna víða og ikki heilt skilir, at hann ber orð fyri at vera tungur at lesa. - Ein eigur ikki at vera hin sami alla tíðina, men royna ymisk sløg, sigur Jens Pauli, ið kann flenna sjálv- ur, nú tá søgan Rekamaður- in verður lisin í Utvarpi- num. - Eg havi verið rekamaður sjálvur. Vit leitaðu øll eftir reka undir krígnum,-tí so lítið var at brenna og menn vóru villir, tí skuldi ein hjallur byggjast, so mátti leitast eftir reka, sigur Jens Pauli. Men hvør er høvundurin, ið verður heiðraður við heiðursgávu mánadagin. Hvonn skrivar tú til? - Hasum kann eg svara heilt stutt. Eg skrivi til tann, ið tímir at lesa meg. Eg kann ikki siga við nakran, at tú skalt lesa meg, tað nytt- ar ikki, smílist Jens Pauli. - Sjálvandi vónar ein, at tað ein skrivar verður lisið meðan ein er á lívi. Tá eg eri deyður kann tað gera tað sama fyri meg. Hvar liggur so drívmegin aftanfyri hetta at skriva. Er tíðindablaðið tað fyri at reisa ein varða? - Spyr tann 8 ára gamla dreingin, ið byrjaði at skriva, sigur Jens Pauli, og minnir á smådreingin í Sandavági, ið vildi verða líka góður sum Hans Andr- eas Djurhuus og Heðin Brú. - Eg haldi tað hevur ligið aftanfyri. Kanska at gerast betri enntá. Ein eigur altíð at gera sítt ítasta og hava mál. Meira kann ein ikki gera, sigur Jens Pauli, ið ikki vil út við, hvat er í stoypiskálini. - Eg havi ongantíð prátað við nakran um tað eg skrivi. Ikki eingang konan fær nak- að at vita, fyrr enn bókin er komin út, sigur Jens Pauli, sum tó viðgongur, at her sigur hann ikki heilt satt, tí fyrstu skaldsøguna las Karsten Hoydal igjøgnum og Jens Pauli tók við hans- ara ráðum og tað angrar hann ikki. - Síðani er eingin sloppin at síggja og tí eri eg eisini varin og royni at skriva so væl, sum gjørligt. Um tað so er gott, tað veit ein sjálv- andi ikki, sigur Jens Pauli lítillátin, tí hann er týddur til svenskt, norskt og ís- lendskt og við góðum um- mælum. Tað er bókin um reka- mannin, ið er týdd, men um orsøkina til, at danir ikki vilja hava hana sigur Jens Pauli, at ein ikki kann krevja av teimum, at teir skilja ein rekamann. Skuld - Sum høvundur havi eg ongantíð vunnið nakað av peningi. Bert tjent mær til skuld. Øll treingja til eitt herðaklapp og soleiðis meti eg heiðurgávuna. Nú slappi eg av og havi ti til tess. Eg havi fingið eitt andarhald peningaliga, sigur Jens Pauli, ið tó fegnast um at eittnú UF er farið at gjalda rímuligar pengar. - Fyrr vann ein lítið og einki sum skrivandi maður. Stødan er betri í dag. Fyrr var tað so, at slapp ein und- an við hampuligari skuld, so skuldi ein vera væl nøgdur, sigur Jens Pauli, sum tó ikki vil knarra, tí sum føroyskur høvundur hevur tað ongan- tíð ligið honum frammaliga at gerast ríkur av at skriva. - Hvussu hava Martin Jo- ensen og Heðin Brú ikki havt tað, hava havt arbeiði og hava skrivað umframt. Tað royndi eg eisini. Eg var lærari leingi, men eg kundi ikki bæði. Gjørdist deyðs- sjúkur. At vera lærari í før- oyskum, enskum og týskum og hava nógvar bøkur at rætta og so skriva umframt, nei, tað gekk ikki, sigur Jens Pauli. Tað er ein fegin høvund ur, ið hevur fingið eitt and arhald, ein høvundur, ið hevur roynt at skriva einfalt mál og verið virkin í Bóka deild Foroya Lærarafelags Tískil ein høvundur, sum fegin staðfestir, at børn í dag fegin lesa føroyskar bók- - Tann sum skrivar á fór oyskum hugsar, og hevur hugsað, um fóroyska mentan, sigur Jens Pauli Mynd: Jens Kristian ' van mentir og ikki longur siga, at betri er við donkum bók- um. Mánadagin verður rithøv- undurin Jens Pauli Heine- sen heiðraður í Norðurland- ahúsinum. Rithøvundurin og rekamaðurin. Maðurin, sum í dag ikki dugur at seta orð á, hvussu hann tordi at blaka frá sær fyri 28 árum síðani og leypa á bláman og vaða út í óvissuna sum før- oyskur rithøvundur Vetrarlamell-dek og píkadekk -spyr á tínum bilverkstaði i BA — — ek me p/f Esmar Simonsen tlf. 444405 - Fax. 444629