leygardagur 9. oktober 1999síða 8
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
tíðindablaðið
Rithøvundurin
og rekamaðurin
Nr. 192 - 9. oktober 1999
- Eg havi ikki skrivað nakað, sum Vårharra ikki kann skriva undir uppá, metir Jens Pauli Hein-
esen, sum mánadagin fær heiðursgávi frá landstýrismanninum í mentamálum. Rithøvundurin og
rekamaðurin. Maðurin, sum í dag ikki dugur at seta orð á, hvussu hann tordi at blaka frá sær fyri
28 árum síðani og leypa á bláman og vaða út í óvissuna sum fóroyskur rithóvundur. Her prátar
Jens Pauli Heinesen um barnaárini, tey fátóku tríatiárini,og rembingarnar í Fóroyum júst nú
DAGFINN OLSEN
Jens Pauli Heinesen, rithøv-
undur, fær månadagin hand-
aða heiðursgávu frå lands-
styrismanninum i menta-
málum, Signar á Brúnni.
- Eg eri ómetaliga fegin
og takksamur. Var eg ikki
tað, hevdi eg verið sera 6-
takksamur persónur, sigur
Jens Pauli, ið eisini tekur
hetta sum eitt herðaklapp.
- Nógv er hent seinastu
20 - 30 árini til frama fyri
bókmentir i Føroyum. Tað er
so fantastiska nógv betri
statt i dag, enn tå eg var
ungur í fimtiårunum. Tá var
næstan einki, men Tummas
Napoleon Djurhuus, Olavur
Michelsen og eg og adrir,
vit droymdu um, at okkurt
skuldi henda, men at tað
skuldi gerast so gott, sum
tað nú er, droymdu vit ikki
um. Vit roknaðu við, at ein
skaldsøga kom av og á og
okkurt yrkingasavn, men nú
blómar. Ikki bert innan bók-
mentir, men eisini innan
málningalist og tónleik, sig-
ur Jens Pauli Heinesen, ið
hevur verið høvundur burt-
urav seinastu 28 árini.
Alt blómar, men sjálvur
hevur Jens Pauli ikki hugs-
að stórvegis um, hví so er,
men skal hann geva eitt boð,
so ivast hann ikki.
- Kanska eru føroyingar
við at vakna sum fólk og
siga sum so, at hetta gongur
ikki. Hetta er nakað, vit
mugu klára sjálvi, heldur
Jens Pauli.
Í grundgevingini fyri at
geva Jens Paula mentanar-
virdisløn verður sagt, at
hann hevur endurnýggjað
føroysku skaldsøguna við
békini Frænur eitur orm-
urin.
- Hatta havi eg ikki hoyrt
nakran sagt, men tað passar!
Bókin kom út í 1973, so hon
er skrivað nakað væl áðr-
enn, sigur Jens Pauli, ið
sjálvur heldur nógv av bók-
ini og metir hana endur-
nýggjandi og aktuella.
Hóast mentanarpolitikk-
urin er broyttur og mentur,
so er ført fram at bókment-
irnar hava ligið á láni. Er
tað so?
- Jú, men tað kemur av,
at tað tekur tíð. At yrkja eina
yrking tekur ikki so langa
tíð. Ein kann spåka igjøgn-
um Havnina og yrkja eina
yrking. Ein kann ikki spáka
igjøgnum Havnina og
skriva eina skaldsøgu. Tað
tekur tíð, ofta fleiri ár.Tað
er eisini ein av orsøkunum
til, at ikki so nógv varð
skrivað fyrr. Fólk høvdu
ikki ráð, men máttu arbeiða
og vinna pening. Soleiðis
sæð er betri nú, heldur Jens
Pauli Heinesen.
At sjónleikaskriving er
steðgað upp er Jens Pauli
samdur í, men bert í ávísan
mun, tí hann hevur latið inn
sjónleik, men hevur einki
hoyrt aftur.
- Orsøkin var júst, at sam-
vitskan var so ring, tí prát
var um, at eingin skrivaði
sjónleikir, men eg havi so
einki hoyrt og ikki eingang
fingið tøkk aftur fyri, sigur
Jens Pauli, sum tó ikki er
firtin, tí tað skal eitt sindur
meira til.
Fegnast um tjodpall
Jens Pauli er millum
teirra, ið fegnast um, at ætl-
anir nå eru um tjóðpall.
- Tað er júst tað, ið vit
eiga at stevna fram ímóti.
Íslendingar eru frammaliga,
hava tjóðleikhús, hópin av
leikarum og bussar, ið koyra
landið runt við sjónleikum.
Teir skuldu ikki havt betri
ráð enn vit, heldur Jens
Pauli.
Men føroyingar hava
skrivað og vit hava fingið
bókmentir, hóast arbeiðið
ikki hevur verið lønt, men
er gjórt í frítíðini. Er tað
ikki løgið?
- Tann sum skrivar á før-
oyskum hugsar, og hevur
hugsað, um føroyska ment-
an, sigur Jens Pauli, ið ann-
ars ikki leggur stórvegis í
orðið „mentan“.
- Mentan er alt. At fara á
seiðaberg er eisini mentan,
sigur Jens Pauli.
- Orsøkin til, at vit hava
bókmentir er, at eingin hev-
ur hugsað um at fáa løn aft-
urfyri. Tað er gjørt av á-
huga. Í mínum barnaárum í
Sandavági spældu tey sjón-
leik á hvørjum ári. Tey inn-
rættaðu = gomul neyst,
koyrdu sekkir upp fyri vind-
eyguni og so spældu tey av
hjartans lyst. Ikki fyri løn,
men av áhuga. Tá var so
lítið, einki sjónvarp, bert tað
tey gjørdu sjálvi, minnist
Jens Pauli.
Sum gudar
Hvat fær ein mann til at
taka stigið fult út og gerast
rithóvundur burturav?
- Tað veit eg ikki. Eg havi
skrivað, síðani eg var eini 7
-8 ára gamal. Ein av orsøk-
unum var, at eg var so hug-
tikin av Hans Andreas Djur-
huus og Heðin Brú. Eg
hugsaði, at eg skal vera upp
á sama máta sum teir, tí eg
uppfataði teir sum gudar.
Småbørn hugsa sitt, men
sum ein veksur til, so veit
ein, at ein gudur verður ein
ongantíð. Tann sum ætlar
tað, hann tapur, sigur Jens
Pauli Heinesen, sum í sín-
um skaldskapi í stóran mun
hevur tikið stødi í sær sjálv-
um.
- Eg haldi, at eg havi upp-
livað eina ógvuliga áhuga-
verda og forvitnisliga tíð.
Eg vaks upp í tríatiárunum,
ein sera fátækslig tíð, har
børnini fóru svong til song-
Evg eri ómetaliga fegin
og takksamur. Var eg ikki
tað, heyði eg verið sera
ótakksamur persónur,
sigur Jens Pauli, ið eisini
tekur hetta sum eitt
herðaklapp
Mynd: Jens Kristian Vang
ar, full í lúsum. Slíkt kennir
eingin til í dag. Einki heitt
vatn var í krananum. So
kom kríggið og nógv
broyttist, tí pengar komu til
landið. Fólk fingu WC.
Aðrenn høvdu tey bukku og
eg minnist at eg måtti bera
hana oman til ánna einaferð
um vikuna fyri mammu. Eg
haldi ikki, at nakar hugsaði
um, at tað var so ræðuligt,
tí oll høvdu tað líka, metir
Jens Pauli.
- Mær dámdi so stak væl
kropsligt arbeiði. Tað tey
kanska ikki um meg. Og so
siti eg bara og skrivi, smá-
lær Jens Pauli, ið minist
dagarnar í torvi, á fjalli og í
grind. Hann var heilt burt-
uri í grindadrápi, men seinni
hevur hann ikki hildið so
nógv av grndadrápi, hetta at
stinga hvalváknið í teir
vøkru hvalirnar, tað vil hann
ikki síggja longur.
Hvassi pennurin
- Ein skal ikki alla tíðina
liggja framvið, tí so er ein
ikki áhugaverdur, sigur Jens
Pauli, sum av og á er
frammi í blaðkjaki við
hvøssum penni, fyri síðani
at hvørva aftur.
- Men hatta er helst mín
nátúr, hetta at gera ein ordi-
ligan verr vidhvørt, men
mær dámar heldur ikki at
síggja meg sjálvan alla tíð-
ina og tað tíma fólk heldur
ikki, tey missa áhugan, sig-
ur Jens Pauli, ið eisini held-
ur at fólk troyttast av at
síggja annars vakrar
politikarar í bløðunum dag-
liga.
Jens Pauli metir, at upp-
gåva høvundans er at siga
tað bart út. Hann skal ikki
verða populerur og snobba
fyri fólki. Uppgáva høv-
undans er at siga sína mein-
ing, og so skal hon sjálvandi
hava nakað upp á seg, metir
Jens Pauli, ið ofta fær hjart-
ans tøkk frá fólki, ið t.d.
hava lisið blaðgreinar.
Tað er eisini eitt slag av
løn, tí løn er ikki bara peng-
ar, sigur Jens Pauli, ið tó
eisini hittir fólk, eru í ødini.
- Eg havi upplivað, at fólk
hava skrætt greinar sundur
í óði, men tað gerst ikki við
og tað má ein høvundur ikki
hugsa um. Kanka er tað
gott, sigur Jens Pauli.
Eingin reagerar
Jens Pauli er bersøgin í sín-
ari skriving og ymiskt er,
hvussu fólk hava tikið í-
móti.
- Eg má siga, at sum heild
er so lítil reaktión, at tað er
at kalla eingin. Eg havi ong-
antíð verið útfyri, at nakar
hevur viljað sligið meg nið-
ur. Kanska hevur eingin lis-
ið meg. Men tey, sum lesa,
tey halda við mær. Eru fólk
sekterisk ella religigs, so
lesa tey ikki meg, sigur Jens
Pauli, ið tó ikki metir seg
hava skrivað nakað, ið Vár-
harra ikki kann skriva undir
uppá.