leygardagur 9. oktober 1999síða 7
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 192 - 9. oktober 1999
tíðindablaðið
LÍF biðið Kurt hjálp
Fótbóltur: Lorvíkingar hava verið í samband við Kurt
Mørkøre fyri at fáa hann heim at hjálpa teimum í
uppflytingarstríðnum móti Sumba
EYÐUN KLAKKSTEIN
LÍF ætlar sær upp í 1. deild.
Tað siga teir sjálvir, og
ætlanin, sum teir í stilli hava
arbeitt við hesa vikuna,
prógvar eisini, at tað eru
meira enn orð aftanfyri
ynski.
Lorvíkingar settu seg
miðskeiðis í vikuni í sam-
band við Kurt Mørkøre,
sum er yrkisspælari og
toppskjútti í norska felagn-
um Sogndal.
Orsøkin til tað var, at lor-
víkingar vildu hava spæl-
aran, sum var ein týðandi
orsøk til greipusigurin hjá
KI i ár, heim til Føroya at
spæla fyri teir.
LIF endadi næstovast i 2.
deild, og teir skulu spæla
mót næstniðasta liðnum í I
deild, Sumba, um eitt pláss
í 1. deild næsta ár. Tveii
dystir skulu spælast fyri at
finna 1. deildarliðið — tann
fyrri verður í Lorvik í dag,
og tann seinni verður í
Sumba næsta vikuskiftið.
Og í LIF leggja tey so
nógv í hesar dystir, at teir í
vikuni hava arbeitt við eini
ambitiøsari ætlan um at fáa
Kurt Mørkøre á teirra lið.
Tá okkara blað fór til prent-
ingar í gjár, var framvegis
ikki greitt, hvussu endin fór
at verða á hesi søgu.
Kurt sinnaður
at koma heim
Kurt Mørkøre var sinnaður
at koma heim til Føroya at
hjá lorvíkingum. Kurt
Mørkøre, sum er hálvur lor-
víkingur, hevur áður spælt
fyri LIF, og hann vildi
gjarna taka eitt tak fyri LIF,
nú teir royna at vinna sær
pláss í bestu deildini.
Eisini formaðurin í Sogn-
dal var sinnaður at lata Kurt
fara heim at spæla, men
venjarin hjá Sogndal vildi
ikki kennast við ætlanina.
Sogndal hevur ein dyst eftir
at spæla í norsku kapping-
ini, og venjarin hjá Sogndal
vildi ikki hoyra um, at hann
skuldi verða sin toppskjútta
fyriuttan til hendan dystin.
Sogndal hevur frí hetta
vikuskiftið, tí landsdystir
verða spældir kring alt Eur
opa, og seinasti dysturin
verður tí næsta vikuskiftð.
Tí heyði tað latið seg gjørt
hjá Kurt Mørkøre at koma
heima at spæla við LÍF í
dag, men trupulleikin hevði
so verið, at hann ikki slapp
at spæla í Noregi aftur fyrr
enn um 10 dagar, og so
hevði hann ikki kunna verið
við í seinasta dystinum hjá
Sogndal, sum er um eina
viku
Tí verður endin tann, at
antin spælir Kurt Mørkøre
báðar dystirnar fyri LIE
móti Sumba, ella verður
hann als ikki við.
Tá vit tosaðu við LÍF stutt
fyri evstamark her á blaðn
um í gjár, vóru teir ikki so
bjartskygdir, sum teir vóru
fyrr í vikuni. At venjarin hjá
Sogndal hevði sagt kortanei
til at lova Kurt heim til Før-
oya áðrenn seinasta dystin
hjá Sogndal var tikið sum
eitt tekin um, at tað helst
ikki fór at lata seg gera at
fáa styrk til dystin móti
Sumba.
Men lorvíkingar skuldu í
gjár hava samband við
norðmenn aftur fyri at fáa
eina endaliga avgerð frá
teimum, og tað var eftir
okkara evstamark.
Bæði liðini fullmannað
Bæði lorvíkingar og sumb-
ingar eru fullmannaðir til
dystin í dag. Tá LÍF spældi
seinasta landskappingar-
dystin í ár, sótu onkrir stuð-
ulsspælarar uttanfyri. tí teir
manglaðu bara eitt gult kort
í at fáa leikbann. Millum
teir vóru teir báðir pólver)
arnir á liðnum, Mirek Gil
og Tomek Resel, og teir eru
tí klárir at spæla í dag
Sumbingar fingu einki
kort, tá teir vunnu seinasta
dystin í vanligu kappingini
móti VB. Bert eitt kort var
givið í hesum dysti, og tað
fekk ein vágbingar. Sum-
bingar verða tí ikki plágaðir
av leikbanni til dystin í dag,
og hvørjaferd sumbingar
hava havt fulla manning,
hava teir fingið góð úrslit
millum annað javnleik móti
HB og Gl.
Hesa vikuni hava sum-
bingar verið á fjalli, og um
kvøldarnar hevur verið flett.
Tí hevur verið trupult at
fingið fatur í spælarunum,
tí teir hava allir verið við í
slaktinum. Vit hava tó frætt
úr Sumba, at tað eru bara
jugoslavarnir á liðnum, sum
hava havt frí frá flettingini
Aftur í gjár vóru teir á
fjalli, og spurningurin er
so, hvussu sumbingar
verða fyri til dystin í
dag. Men stend-
ur tað til
sumbingar,
so verða
lorvíkingar
ríknir = av
vøllinum í
dag...
Dómari í
dag verður Suni Johansen.
Lorvíkingar hyggja uppeftir, eins
og Kurt Mørkøre ger á hesi mynd
int, og tí royndu teir av álvara at
fáa Kurt heim úr Noregi at hjálpa
teimum í dystunum móti Sumba,
men royndirnar miseydnaðust
Við mest fram-
komnu útgerðini
- | hábærsligum
enskum snidi
Vælkomin til ein royndartår
J. Broncksgøta 15 - Tlf. 310600