Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-10-09, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 9. oktober 1999síða 15

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Inn á gólvið í 35 listarheim LIST. Listafólkini geva tjóðunum ein samleika gjøgnum sína list. Heim teirra eru eisini ein lýsing av teirri tíðini, tey hava livað, og av hvørjari stætt tey hava verið. Í bókini "Nordiske Kunstnerhjem” støkka vit inn á gólvið hjá 35 kendum norðurlendskum listafólkum. Millum hesi er okkara egni William Heinesen. Rithøvundurin Finn Jor sigur, at bókin prógvar, at tey norrønu londini hava nógv felags, sjálvt um tann politiska myndin í dag tykist at royna at oyðileggja hendan arvin Jógvan Hugo Gardar, Oslo Tá vit koma inn í eitt nýtt heim, so hyggja vit eftir hvussu tað sær út — møblarnir, myndirnar á bróstinum og bøkurnar. Hetta gera vit ikki bert ti, vit eru forvitin og vilja vita, hvussu fólk búgva. Bygdin, húsini. litirnir og tað sum er inni í húsunum, fortelur okkum, hvor sum býr har. Soleiðis er tað sjálvandi eisini við okkara lista- fólkum. - Oll lond hava onkran, sum gevur tjóðini ein samleika, og her eru listafólk oftani tey, sum skara framúr, sigur Finn Jor. Hann hevur havt høvuds- ábyrgdina av bókini "Nordiske kunstnerhjem”, sum kom út hósdagin á donskum. Sosialurin hitti Finn Jor í heiminum hjá norska myndahøggaranum Gus- tav Vigeland í Oslo. Finn Jor sigur, at tað ikki kemst uttanum, at norðmenn kenna seg aftur í Peer Gynt, at eitt av løgunum á Finlandia hja Sibelius er ”6almennur” finskur tjóðsangur, og at H.C. Andersen og hansara ævintyr eru Danmark og danir, sum vit síggja danir, og sum teir sjálvir síggja seg. Húsini hjá Williami Heinesen. Fyri føroyingar er eingin ivi um, at lýsingarnar hjá Williami Heinesen av føroyingum og føroyska umhvørvinum eru meir beinraknar enn nógv av okkum dámar. Heimið stóran týdning Finn Jor sigur, at heimið hevur stóran týdning fyri okkum, sum búgva her norðuri. -Tann langi, kaldi og myrki veturin ger, at heimið hevur A ES Mynd: Jens Kristian Vang meir at siga fyri okkum enn fyri fólk sum búgva í heitari og ljósari londum. Tí eru vit eisini upptikin av at gera nógv burturúr heiminum. Heimið er ikki bert eitt stað, har vit sova ella eitt vindskjól. Vit eru har helmingin av lívinum, vit gera tað til okkara, ein part av sjálvum lívinum; tí er tað ikki so løgid, at vit hava varðveitt so nógv av heimunum hja okkara listafólkum, meinar Finn Jor, ið hevur arbeitt sum mentanarblaðmaður millum annað í Aftenposten. I "Nordiske kunstnerhjem” kaga vit inn í heimið hjá 35 norðurlendskum listafólkum. Nytt praktverk: Tað eru umboð fyri heimlondini, sum hava gjørt av, hvør sum skal vera við. Fyrsti listamaðurin vit hitta, er Snorri Sturlasson. Hansara heim stendur ikki longur, men baðikarið er framvegis møguligt at síggja. Hetta er tann elsti listamaðurin í bókini: tey flestu sum eru umboðaði í bókini hava báðum løndunum er tann norðurlendska listapalettin fullkomin. metir Finn Jor, og fortelur um fyrstu og einastu ferð, tey eysturnorðurlendsku londini hava Hetta hendi í Miinchen í 18 tá tað skandinaviska listafelagið varð sett á stovn. Flestu kendu norðurlendsku listafólkini vóru á staðnum. Semjan var so stór um. at tey norrønu folkasløgini vóru av sama slag, at ein stjórn var skipað við forseta og ráðharrum og eini andstøðu. - Skandinavisman vann ongantíð fram politisk, men kom ålikavæl at hava stóran tydning fyri okkara mentanarligu ættar- bondum. Hon prógvaði, at vit hava felags ættarbond. men tíverri er tann norrøna kenslan í dag við at hvørva nógva stadni, og í staðin eru tað tær stóru fyritókurnar, sum stýra, og so hava vit fingið euro. Tað norrøna hvørvur í baksyninum og norðanlondini vera limað frå hvør øðrum. Finn Jor vónar, at "Nordiske kunstnerhjem” kann vera við til at visa okkum å okkara felags arv, og at tað norrøna aftur fær betri pláss í okkara gerandisdegi. - Arbeiðið við bókini hevur prógvað fyri okkum, sum hava gjørt hana, at vit hava nógv at byggja á í Norðurlondum. verið savnaði Ikki sneyting Finn Jor sigur, at hendan bókin ikki á nakran hátt er ein "heima- hjå-reportasja”, sum vir kenna frá teimum littu vikubløðunum. - Eingin av listafólkunum hava verið til staðar, tí tey liva ikki longur. Tey eru bara til staðar gjøgnum tað tey hava eftir seg av líviðog verkum. Vit fara inn á gólvið hjá so mætum Ludvig ) Blixen. Alvar 1 1 UG Ik y listafolkum sum Holberg, Kare Aalto. Jean Sibelius, Er Wikstrøm. Anders Z4 A Strindberg. Selma Lag Gustav Vigeland. William Heinesen og so framvegis. Tey flestu eru kend listafólk fyri tey flestu. men onkur hitta vit fyri fyrstu ferð. og tað er bara gott Vekur bók "Nordiske kunstnerhjem” er sera snotulig við hópum av lit- myndum frå listaheimunum Tær flestu myndirnar hevur Jiri Havran tikið. men tær føroysku hevur Per á Hædd tikið. meðan tað er Gunnar Hoydal, sum hev- ur skrivad um William Heine- sen. Bókin kemur út á fimm málum: norskt, svenskt, finskt, danskt og enskt. Arbeitt verður við at fáa hana út á fronskum og týskum eisini. - Okkara vón er, at hendan bókin kann lokka bæði norð- búgvar og onnur til at vitja okkara lond og vitja lista- heimini. Tey flestu listaheimini eru nevniliga í dag opin fyri almenninginum, sigur Finn Jor. - Um hetta verkið fær nakran týdning fyri norðurlendska felagsskapin, er ikki gott at siga. Eg veit ikki, um politikkarar lesa bøkur. Mín roynd er, at alt ov fáir politikkarar lesa annað enn fundarpappír. Men fyri okkum onnur váttar hendan bókin, at vit hava nógv felags. og møguliga eiga vit at gera sum listafólkini gjørdu í 1877: at skipa Norðanlond uttan landamørk, sigur Finn Jor at enda. NOGV FELAGS: Finn Jor hyggur eftir bronsumynd av Gustav Vigeland í stovuni hjá Gustav Vigeland. Finn Jor sigur, at listar- fólkini visa, at vit hava ein felags norrønan arv. Gustav Vigeland fekk sjálvur møguleikan at gera, sum hann vildi á einum stórum øki í vestari parti av Oslo, og i dag er Vigelandsparken mest vitjaða av øllum teimum støðunum, sum norðmenn royna at vísa útlendingum. Hansara best kenda bronsu- mynd er lítla illsinnavættið (sinnataggen sum hann kallast á norskum), sum bleiv stolið fyri nókrum árum síðani. Myndin kom afturíaftur. livað seinastu 200 árini, og felags fyri tey er, at ongin er á lívi í dag. Fullkomin listapalett Finn Jor sigur, at hann er serliga glaður fyri at hava fingið Ísland og Føroyar við í hesa bókina. - Við umboðunum frá hesum Kommunan bygdi hús: Onnur stovan hjá Gustav Vigeland. Hann fekk egið atelier frá kommununi, og í hesum sambandi bygdi kommunan eina íbúð til hansara í somu helum.