týsdagur 18. januar 2005síða 30
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30
Nr. 11 - 18. januar 2005
Søgan um
Tað byrjaði við eini
kubbutari, appelsin-
gulari dós og “Frælsi”.
Og har frá stóðst eitt
samstarv millum
telefyritøkuna Kall og
lýsingarfyritøkuna
Sansir, sum á flestu
mátar má sigast at
vera eitt eindømi í
føroyskari lýsingar-
søgu. Úrslitið kenna
tey flestu ...
MARKNAÐARFØRING
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Myndir: Jens K. Vang
– Tá “Frælsi í Dós” varð
veruleiki, var tað úrslitið av
tí tí stuttligasta og mest
spennandi samstarvinum,
eg havi verið við í sum lýs-
ingarmaður, sigur Høgni
Rasmussen, stjóri á lýsing-
arfyritøkuni
Sansir,
ið
hevði kreativu ábyrgdina av
Frælsi-lýsingunum, inntil
onnur tóku yvir í 2004.
Tað skeiva
Í sær sjálvum var tað onki
sermerkt hvørki við dósini
ella hugtakinum “Frælsi”.
Tað var ikki fyrr enn hesi
bæði vórðu sett saman, at
tað byrjaði at gerast áhuga-
vert, greiðir Høgni frá
– Frælsi er jú eitt grúði-
liga hátíðarligt og kenslu-
borið orð, og var tað ikki
minst tá, fyri tveimum ár-
um síðani, tá fullveldis-
kjakið var í hæddini, og
orðið var á tremur við polit-
iskum týdningum. Tí var
tað als ikki óhugsandi, at
fullveldisfólk fóru at fata
lýsingina sum eina óreina
provokatión, ella at sam-
bandsfólk fóru at ákæra
okkum fyri at føra ósømligt
fullveldispropaganda.
Tað vardi heldur ikki
leingi, fyrr enn tilsipingar
til nýggja slagorðið vóru at
hoyra av tingsins røðara-
palli,
men
onkusvegna
eydnaðist tað “Frælsi í
Dós” at skáka sær undan
møguligum óhepnum polit-
iskum reaktiónum og náa
ætlaða endamálinum líka
frá byrjan.
– Tankin var allatíðina at
skapa eitt konsept, sum
skuldi fáa fólk at smílast
eitt sindur undrandi. Í sín-
um útgangsstøði er saman-
setingin “Frælsi í Dós” jú
ein andsøgn, øll sum hon
er. Ein dós er nærum í-
myndin av onkrum inni-
stongdum, meðan frælsi er
nakað, sum spreingir øll
mørk. Og so var tað eisini
okkurt rættiliga løgið í at
brúka eina dós, sum vit
vanliga seta í samband við
mat, til eitt evarska lítið
Sim-kort.
Skeiva
samansetingin
skuldi geva eina mynd av
eini ósjálvhátíðarligari fyri-
tøku, sum fyrst av øllum
var til fyri kundarnar.
Høgni er sannførdur um, at
orsøkin, til at tað hóast alt
eydnaðist so væl at fáa
boðskapin fram, var, at Kall
frá fyrsta degi var óvanliga
tilvitað um, júst hvørji virði
“Frælsi í Dós” skuldi signa-
lera.
Við einum fremmandum
orði snúði Frælsi-lýsingar-
nar seg um “branding”, eitt
hugtak, sum kanska best
kann lýsast sum heildar-
kenslan, eitt virki signaler-
ar. Skal tað eydnast, má tað
vera samanhangur millum
tað, sum virkið er og ger, og
upplivilsi, kundin fær, tá
hann brúkar vøruna ella til
dømis ringir til fyritøkuna.
Sambært Høgna er “brand-
ið” sostatt onki minni enn
sjálvt grundarlagið, ein
fyritøka hvílir á. Nú á døg-
um er júst hetta ofta tað, ein
lýsingarfyritøka skal hjálpa
fyritøkuni at seta orð á,
men í hesum førinum var
tað arbeiðið longu gjørt. Og
so var bara at fara í gongd.
Ger tað einfalt!
Á Kalli vóru tey sannførd
um, at løtan at sleppa
“Frælsi í Dós” leyst á
marknaðin var røtt. Men
tey vóru eisini greið yvir, at
tey vóru uppi móti einum
risa, og at tað ikki var nokk,
at vera skjótari enn hann.
Tey máttu eisini vera snild-
ari. Og ikki óvæntað vísti
tað seg, at tað snildasta eis-
ini var tað mest einfalda –
ella øvut, sigur Bjarni Ask-
ham Bjarnason, stjóri á
Kall, um tankarnar, tey
gjørdu sær, áðrenn “Frælsi í
Dós” varð bjóðað fram
fyrstu ferð. “Ger tað ein-
falt” bleiv gandaorðið frá
byrjan uppá allar mátar.
Kjarnin í “Frælsi í Dós”
konseptinum var jú, at fólk
bara nýttust at keypa eina
dós og so orðna restina
sjálvi uttan at skula fylla
pappírir út o.s.fr.
– Tað einfalda var gjøg-
numhugsað niður í minsta
smálut. Sjálv dósin er jú ein
sera einfaldur lutur. Fólk
kenna hana aftur, og øll
vita, hvussu man fær hana
upp, sigur Bjarni og leggur
afturat, at enntá framleiðsl-
an av dósini kundi neyvan
vera einfaldari. Frælsi-dós-
irnar eru nevnliga tær
somu, sum tær, Kovin í
Sandavági brúkar til rogn-
framleiðslu, og verða eisini
framleiddar har við somu
maskinum og í sama sniði.
Út á gøtuna
Við einum spildurnýggjum
konsepti og vøruni i hond-
ini vóru allar kreftir settir
inn fyri at náa málbólkin,
sum í fyrstu atløgu var tey
ungu millum 13 og 25. Og
tí var tað ikki av tilvild, at
Frælsi-lýsingarnar vóru at
síggja stórt sæð alla aðra-
staðni enn í sjónvarpinum.
Tá nú alt bendi á, at tað ikki
var frammanfyri sjónvarps-
skíggjanum, tey ungu vóru
at finna, ráddi um at raka
tey, har tey nú einaferð
vóru. So í staðin fór Frælsi-
átakið “on the road” við
James Olsen á odda, sum
hevði smíðað tvey Frælsi-
løg, meðan tey á Platform
serveraðu Frælsi-drykkir
og
FCK-heppigenturnar
dansaðu í Frælsi-klæðum
til Frælsi-tónleik o.s.fr
– Avgerðin um at droppa
sjónvarpslýsingarnar fekk
veruliga ferð á hugflogið.
Alt bleiv í prinsippinum ein
potentiellur lýsingarmøgu-
leiki, bussar, húsaveggir
o.a., men í byrjanini vóru
tað nokk allar tær øðrvísi
“happenings”, sum fingu
mest uppmerksemi. Ikki
minst, tá vit valdu at brúka
Listaskálan sum karm, tá
herferðin fór í gongd, sigur
Henny á Líknagøtu, sam-
skipari av átakinum.
At brúka tjóðsavnið sum
lopfjøl fyri eitt so handils-
ligt átak var passaliga
provokerandi til at savna
fleiri hundrað fólk í Lista-
savninum tann dagin í no-
vembur 2002. Og ikki
minst nóg øðrvísi til at fólk
ongantíð kundu vera heilt
vís í, hvar Frælsi-lýsingar-
nar stungu nøsina fram
næstu ferð. Jólakalendarar
vóru fólk til dømis fyri-
reikað uppá, tá desembur
mánaði nærkaðist, men ein
Kall-kalendara á Rás2 við
Elin í Stórustovu og James
Olsen sum vertum, var
neyvan tað fyrsta tey komu
í tankar um.
– Rás2 var uppløgd, tí vit
vistu frá kanningum, at rás-
in er rættiliga væl umtókt
millum tey ungu. Hugskotið
við einum jólakalendara var
eisini tað mest eyðsýnda
júst tá, men ikki beinleiðis
Appelsingula dósin, sum líktist mest eini oljutunnu, er júst stylað av nýggjum og hevur nú fingið eitt heldur fiksari 70ara retro-look