týsdagur 18. januar 2005síða 31
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 11 - 18. januar 2005
31
eina dós
originalt. Tí bleiv tað til
Kall-kalendaran í sending-
ini Ódnin, har fólk millum
annað kundu luttaka í eini
spurnarkapping, har James
so handaði vinningarnir á
torginum í SMS dagin eftir,
greiðir Henny frá. Seinni
skipaði Kall fyri enn eini
kapping, har fólk sendu
privatmyndir inn, og vinn-
andi myndirnar síðani vóru
prentaðar á talutíðarkortini.
– Eitt er at gera eitt ný-
skapandi lýsingarátak. Men
tað má ongantíð blíva so
øðrvísi, at fólk ikki kenna
seg aftur í tí. Tað stuttliga
við myndakappingini var
jú, at fólk sóu seg sjálvan
ella onkran, tey kendu, aft-
ur á kortunum. Slíkt kanst
tú neyvan gera aðrastaðni,
men í Føroyum kanst tú, so
sjálvandi var tað ein møgu-
leiki, sum skuldi brúkast,
sigur Henny
Hvør av øðrum ...
Samstarvið millum Kall,
SMS og Rás2 var uttan iva
eitt tað mest vælskipaða
dømi uppá “co-branding”,
vit hava sæð í Føroyum.
Co-branding gongur í stutt-
um út uppá, at fleiri fyri-
tøkur ella merki fáa gagn av
tí uppmerksemi, hvør av
teimum megnar at skapa.
– Við at flætta tiltøkini í
SMS og sendingina í Rás2
saman við “Frælsi í Dós”
miðaðu vit sjálvandi ímóti
at fáa so nógvar SMS kund-
ar og Rás2 lurtarar, sum
gjørligt, til eisini at gerast
Kall-kundar. Júst hetta
samstarvið var ætlað rætti-
liga tíðiliga í lýsingarher-
ferðini, men co-branding
tankin letur beinanvegin
upp fyri eini ørgrynnu av
øðrum møguleikum, tú als
ikki gevur tær far um í
byrjanini, sigur Bjarni og
avdúkar samstundis, at
næstu ferð tú fert í Havnar
Bio, átti tú at hugt nærri at
pop-korn pakkanum ...
Ikki skrottað enn
Men um útgangsstøði fyri
“Frælsi í Dós” átakinum
var, at tey ungu ikki hyggja
í sjónvarp, hvussu ber tað
so til, at vit júst nú nettupp
síggja Frælsi-lýsingar á
sjónvarpsskíggjanum?
– Tí tú lærir av tínum
royndum allatíðina. Úrslitið
av kanningunum av sjón-
varpsvanunum hjá teimum
ungu hevur víst seg ikki at
vera so eintýtt, sum vit fyrst
hildu. Hóast tey ungu ikki
beinleiðis sita niðri og
hyggja at Degi og Viku ella
Læknin hevur orðið, so er
familjan sum oftast savnað
hesa tíðina á kvøldinum.
Og alt bendir á, at tey ungu
ikki so sjáldan kveita at lýs-
ingunum, tá sjónvarpið
allíkavæl er frá, sigur
Bjarni, sum ikki dylur yvir,
at “Frælsi í Dós” átakið
higartil hevur eydnast betri
enn nakar tordi at vænta.
– Men fyri tað eru allar
súður ikki syftar. At skaffa
so nógvar Frælsi-kundar,
sum gjørligt, var bara fyrsta
stigið á leiðini. Stóra av-
bjóðingin liggur í at tryggja
sær, at teir verða verandi
Frælsi-kundar.
Um
vit
framhaldandi fara at brúka
dósina at halda uppá teir er
óvist, men hon er ikki
skrottað enn. Hvør veit,
kanska var meir í henni enn
vit hildu ... , grunar stjórin
á Kalli.
- Vit vóru greið yvir, at vit vóru uppi ímóti einum risa, og at tað ikki var nokk at vera skjótari enn hann. Vit máttu vera nógv
snildari, sigur Bjarni Askham Bjarnason
Saman við Kall vóru tað teir tríggir, Bogi Henriksen, Høgni Rasmussen og Ingi Rasmussen á lýsingarfyritøkuni Sansir, sum
fingu hugskotið til “Frælsi í dós”